fríggjadagur 21. mai 2010síða 42
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. mai 2010 · Nr. 84
42
Sosialurin
Ítróttur
Víkingur vann
grannauppgerðina
løgmanssteypið Víkingur dróg longra stráðið, tá teir bastu grannunum úr Fuglafirði
í fyrra hálvfinaludystinum hóskvøldið. Endaliga úrslitið gjørdist 2-1 til felagsliðið,
sum sostatt hevur góð kort á hondini innan returdystin í Sarpugerði
Ólavur Øre Hansen
Víkingur hevur ongantíð tapt í
Fugla firði, tá talan er um lands-
ella steypa kapping, og í gjárkvøldið
staðfestu teir støðuna sum ósigr-
aðir í grannauppgerðunum á Fløtu-
gerði. Víkingur var betra liðið og var
spælstýrandi stóran part av dyst-
inum, hóast fuglfirðingar løgdu seg
á odda tíðliga í dystinum. Tó hevði
ÍF ein gyltan møguleika at javna tá
teir fingu brotspark seint í dyst-
inum, men Poul Ennigarð brendi.
Tískil hevur Víkingur eitt sera
gott útgangstøði innan returdystin
í Sarpugerði, meðan fuglfirðingar
skulu bretta uppu ermar, um teir
ikki annað árið á rað skulu tapa
hálvfinaluna móti grannunum úr
Gøtu og Leirvík.
Byrjaðu sum eitt óløgi
Frá dystarbyrjan vóru fuglfirðingar
betur, og teir trýstu gestirnar langt
aftur á vøllin. Av tí sama var trup-
ult hjá Víkingi at fáa glið á egið
spæl. Høga ÍF trýstið hevði við
sær fleiri vandastøður í víkinga
brots teiginum. Tað var serliga eftir
deyð bólt støður at vandi var á ferð
framm an fyri víkinga málinum, har
Gøtu brøðurnir á ÍF liðnum, Poul
og Kaj, vóru ein stór hóttan í luft-
spælinum.
Trýstið hjá fuglfirðingum var
úrtlit í 19 minutti, tá Poul Ennigarð
skoraði eftir at bólturin hevði gingið
leysur í víkingabrotsteiginum eftir
hornaspark.
Vendur skjótt
Tað er við fótbólti, sum við før-
oyska veðurlagnum. Tað kann
venda skjótt, og var tað tilfeldið á
Fløtu gerði hóskvøldið. Eftir at fugl-
firð ingar høvdu verið spæl stýrandi
fyrstu 20 minuttirnar, so skuldu
vík ingar bert brúka 10 minuttir fyri
at venda dystinum á høvdið. Fyrst
javn aði Súni Olsen, tá hann skoraði
uppá fríspark. Stutta løtu seinri
legði Finnur Justinussen Víking á
odda.
Serliga eftir fyrsta málið kom
Víkingur betur við í dystin. Tað
var sum um fuglfirðingar trektu
seg longur aftur á vøllin, og hevði
tað við sær at gestirnir gjørdust
spæl stýr andi. Súni Olsen og Nenad
spældu sera væl á miðvøllinum hjá
Víkingi, og dugdu teir væl at spreiða
spælið út.
íF hevði trupulleikar av Súna
og Nenad, og kom tað serliga væl
til sjóndar eftir steðgin, har fugl-
firðingar skuldu fram at trýsta.
Teir høvdu trupult við at fáa fatur
á miðvøllinum.
Fram móti dystarenda royndu
fugl firðingar at senda nógv fólk
fram. Eitt nú kom Bartal Eliasen á
vøllin, og hevði tað við sær at ÍF fekk
brots spark stutt undan dystarloki.
Men ólukkutíð fyri fuglfirðingar, so
mis nýtti Poul Ennigarð henda gylta
møguleikan.
Sostatt kom einki mál eftir
steðgin, og tí vann Víkingur 2-1 í
Fugla firði. Við sigrinum hevur fel-
ags liðið góð kort á hondini innan
retur dystin, sum verður spældur í
Sarpu gerði 8. Juni.
post@sosialurin.fo
Við tveimum málum á útivølli, hava víkingar allarhelst eitt bein í finaluni annað árið á rað
Mynd: Álvur Haraldsen
annað bein í finaluni
Niclas Niclasen:
Vit hava
gott út-
gangstøði
– Vit byrjaðu ikki alt ov væl,
og ÍF kemur á odda, men
vit vístu góðan stríðsvilja,
og vendu dystinum,
segði Niclas Niclasen
eftir dystin, tá Sosialurin
fekk orðið á hann.
– Tá vit so fingu glið á egið
spæl vóru vit betra liðið.
Tað eydnaðist hjá okkum
at spæla upp ígjøgnum
síðurnar, og komu til fleiri
kjansir. Tískil er tað fult
uppiborið at vit vunnu
dystin, sigur Niclas.
Hóast Víkingur vann í
Fugla firði, so metir Niclas
at einki er avgjørt enn.
Sjálvandi hava vit betri
útgangstøði við at vinna
í kvøld, men ÍF hevur
eitt sterkt lið, og skulu
teir ikki undirmetast.
Seinri hálvfinaludysturin
millum Víking og
ÍF verður spældur í
Sarpu gerði 8. juni.