Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-21, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. mai 2010síða 43

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

43 Fríggjadagur 21. mai 2010 · Nr. 84 Sosialurin Ítróttur Tróndur Arge – Nei tað eru vit ikki. Vit hava spælt nakrar javnar og tapt nakar. Tað særir altíð eitt HB hjarta at tapa ímóti B36 og tað ætlað vit at broyta mánadagin, sigur HB framherjin, Andrew av Fløtum. Hjá B36 hevur úrtøkan seinastu dystirnar verið lítil. B36 byrjaði kapp ingina í ár við at sláa HB úr steypakappingini og vinna tríggjar teir fyrstu dystirnar í lands kapp­ ingini. Síðani hevur B36 ikki vunnið í fimm dystir. Teir seinastu tveir eru enntá taptir á heimavølli. – Hetta er nokk tann størsti dyst urin á árinum og vit hava góð­ ar vónir. Vit hava vunnið nakrar ferðir á HB í seinastuni og tað ætla vit sjálvandi eisini mánadagin. Fyri okk um hevur tað stóran týdning at vit ikki missa sambandið við HB í oddinum, sigur Christian R. Mouritsen. HB hevur fingið eina góða byrjan uppá landskappingina, men tapið í Fuglafirði hevur givið hinum av bjóðarinum blóð uppá tonna. – Úrslitini hava verið góð í ár, men nú taptu vit ímóti ÍF seinasta viku skiftið. Tað er tí týdningarmikið at vit svara aftur sum skjótast og prógva at vit ikki ætla okkum í nakr an aldurdal – og so slett ikki ímóti B36, sigur Andrew. B36 spældi hóskvøldið fyrru hálv final una ímóti EB/Streymi, með an HB hevði frí. – Møguliga kemur tað at hava eina lítla ávirkan á dystin, men vit hava fýra dagar at koma fyri okk­ um, so tað skuldi ikki ávirka meir enn so, sigur Christian. Fyri B36 er ógvuliga ósannlíkt at Símun Joesen og Ingi Højsted verða at síggja á vøllinum komandi dyst­ irnar, men Dmitrije Jankovic er við aftur eftir at hava sitið leikbannið av sær í steypadystinum hósdagin, eins og Herbert í Lon væntandi er klárur aftur eftir skaðasteðg. Andrew av Fløtum hevur verið skadd ur seinastu tveir dystirnar hjá HB, men hevur vant við fullari ferð hesa vikuna. Kári Nielsen er skadd ur, meðan Rógvi Poulsen ikki hev ur vant við fullari ferð. trondur@sosialurin.fo B36 argar HB vodafonedeildin Tað var gamalt at HB altíð vann á B36, men síðani teir hvítu og svørtu veruliga traðkaður fram á føroyska fótbóltspallin í seinnu hálvu av 90’inum, er nógv broytt. Nú er meira enn eitt ár síðani seinasta sigur á grannunum, men eru HB'arar blivnir bangnir fyri at spæla ímóti B36? Vit hava vunnið nakrar ferðir á HB í sein astuni og tað ætla vit sjálvandi eisini mánadagin chrisTiAn r. mouriTsen Fyrrverandi HB leikarin, Christian R. Mouritsen (11), skoraði málið, ið sera tídningarmikla 1-0 sigrinum á grannunum í fjør Mynd: Álvur Haraldsen, savnsmynd slagið um Havnina Hvassar vespur vodafonedeildin Formsterkasta liðið í Vodafonedeildini er NSÍ, sum hevur vunnið fýra teir seinastu dystirnar. Tað stóð annars illa til, tá NSÍ eftir fýra dystir bara hevði fingið eitt stig. Á Sandoyggini hava teir ongar planir um at leggja kongin Tróndur Arge – Vit fara til Runavíkar fyri at vinna. Teir hava spælt væl í sein astuni, so tað er nú vit skulu taka teir, sigur Mads A. Hentze hjá B71 B71 misti á stokkinum, tá teir í seinasta dystinum tapti 3­2 fyri EB/Streymi. NSÍ vann seinasta umfar heili 5­1 á B36. – Hetta verður ein ringur dystur, tí tað hevur gingið so gott í seinastuni. Vit møta einum liðið, sum vit á papp ír­ inum helst skulu vinna, men B71 hevur gjørt væl ímóti fleiri av hinum liðnum, sigur NSÍ miðvallarin, Ólavur í Ólavs­ stovu. B71 hevur eins og FC Suð­ uroy seks stig, meðan AB liggur niðast við trimum stigum. Hini bæði botnliðini møtast á Argjum. – Vit vóna sjálvandi at tað endar javnt á Argjum, men vit skulu vinna okkara dyst og ikki hugsa um tann dystin, sigur Mads A. Hentze, sum hevur skorað fýra mál í ár. Í Runavík gleða tey um góðu gongdina seinastu vikurnar. – Gongdin seinastu dyst­ irnar hevur givið okkum sjálvs­ álit. Tað gekk kanska ikki so væl í byrjanini, men vit hava alla tíð havt trúnna uppá at vit kundu koma fyri okkum, sigur Ólavur í Ólavstovu. Fyri B71 er Frits Eið skadd­ ur, meðan Bojan Zivic er tøk ur aftur eftir skaða. NSÍ eru full­ mannaðir til dystin mándagin. trondur@sosialurin.fo Mynd: Hilmar Jan Hansen Dystir um vikuskiftið Vodafonedeildin 24. mai kl. 15.00 HB – B36 24. mai kl. 15.00 Víkingur - ÍF 24. mai kl. 15.00 NSÍ – B71 24. mai kl. 17.00 AB – FC Suðuroy 25. mai kl. 18.00 EB/streymur – B68 1. deild menn 22. mai kl. 14.00 NSÍ - KÍ 22. mai kl. 15.00 Víkingur – EB/Streymur 22. mai kl. 15.00 B68 – 07 Vestur 22. mai kl. 15.00 AB – HB 22. mai kl. 15.15 FC Hoyvík - TB 1. deild kvinnur 24. mai kl. 12.00 Skála – MB 24. mai kl. 12.30 Víkingur – EB/Streymur 24. mai kl. 13.00 AB - KÍ