fríggjadagur 21. mai 2010síða 44
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. mai 2010 · Nr. 84
44
Sosialurin
Ítróttur
Tróndur Arge
– Hon kemur onga ávirkan at hava á
okkum. Hetta er ein nýggur dystur
og vit fara til Gøtu fyri at vinna. Tað
gera vit til hvønn dyst og hesin er
einki undantak, sigur liðskiparin
hjá ÍF, Poul Ennigarð.
Víkingur hevur framvegis ikki
tapt fyri ÍF í Fuglafirði. Í gjár vunnu
teir 2-1 í steypakappingini.
– Vit skulu altíð vinna tá vit eru á
heima vølli, men hesa ferð verður tað
harð ari enn nakrantíð, tí vit akkurát
hava vunnið í Fuglafirði. Vit velja at
gloyma hasa hálvfinaluna í eina tíð
og hugsa bara um hendan dystin.
Vit hava allir verið í ísbað eftir sigur
hóskvølið, so vit eru klárir, sigur ein
smílandi Atli Gregersen.
Víkingur og ÍF liggja lið um lið
í landskappingini á ávíkavist øðr-
um og triðja plássi. Bæði hava 15
stig, tvey minni enn HB, ið liggur
fremst.
– Vit vita at HB ella B36 seta stig
til í havn, so tað er týdningarmikið
at vit vinna dystin. Fótbóltsfeburin
í Gøtu og Leirvík er høgur og vit
skylda viðhaldsfólkinum ein sigur.
Dyst urin hevði eisini givið okkum
rætt ind ini at happa teir í góðar tvær
vik ur fram til seinnu hálvfinauna,
sigur Atli Gregersen.
ÍF hevur vunnið tríggjar teir sein-
astu dystirnar í landskappingini.
Sein asta vikuskiftið gjørdu teir
enda á HB sum ósigrað.
– Tað er ongin vanlukka um vit
tapa, men ein sigur hevði eisini
hjálp væl uppá sjálvsálitið til seinnu
hálv final una, sigur Poul Ennigarð.
Hjá ÍF er Høgni Zachariassen
lang tíðar skaddur. Rógvi Jacobsen
var ikki við hóskvøldið, men verður
møguliga við mánadagin.
trondur@sosialurin.fo
Grannauppgerð í Gøtu
Vit skulu altíð vinna
tá vit eru á heima vølli, men
hesa ferð verður tað harð ari
enn nakrantíð, tí vit akkurát
hava vunnið í Fuglafirði
ATli GreGersen
nr. lið
dystir
Vunni
jaVnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1 HB
8
5
2
1
15
11
+4
17
2 Víkingur
8
4
3
1
17
12
+5
15
3 ÍF
8
4
3
1
11
6
+5
15
4 NSÍ
8
4
1
3
16
9
+7
13
5 B36
8
3
3
2
14
13
+1
12
6 EB/Streymur
8
3
2
3
12
11
+1
11
7 B68
8
3
1
4
17
17
0
10
8 FC Suðuroy
8
1
3
4
11
17
-6
6
9 B71
8
1
3
4
9
17
-8
6
10 AB
8
0
3
5
11
20
-9
3
Føroyska Vodafonedeildin
vodafonedeildin Fyri aðru ferð uppá fýra dagar bresta Víkingur
og ÍF saman. Hesa ferð í landskappingini. Báðir partar siga at
hálvfinalan hóskvøldið onga ávirkan kemur at hava á dystin
Víkingar vænta sær ein harðan dyst frá fuglfirðingum, serliga eftir sigurin hóskvøldið
Mynd: Álvur Haraldsen
Tróndur arge
– Nú tá vit liggja niðast við
bara trimum stigum, so er tað
eitt krav at vit skulu vinna
dystin. Hetta er ein seks
stigs dyst ur sum vit ikki hava
ráð at tapa, sigur AB leikarin,
Dion Splidt.
FC Suðuroy byrjaði kapp-
ingar árið við spæla 4-4 í
Gundadali ímóti HB. Tann
dyst urin vísti hvat FC Suð ur-
oy kann, tá teir spæla upp til
sítt besta.
– Fyri okkum er tað týdn-
ingarmikið at vit ikki tapa
dystin um vit vilja yvirliva í
Voda fone deildini. Vit skulu
helst hava trý stig tá vit spæla
á heimavølli og eitt á útivølli,
Jón Pauli Olsen, venjari hjá
FC Suðuroy.
Báðir partar halda seg at
spælt ov álopskent seinastu
dyst irnar og tað hevur kostað
á stiga talvuni.
– Vit hava í ár roynt at
spæla meiri álopskendan fót-
bólt. Vit skoraðu eisini nógv
mál fyrstu dystirnar, men tað
hevur gjørt tað tunt í verju-
partinum og tí hava vit ikki
vunnið dystirnar. Nú fella vit
aftur til tað, ið vit gjørdu so
væl í fjør og taka tað har frá,
sigur Dion Splidt.
– Vit hava satsað eitt sind-
ur seinastu tríggjar dystirnar,
men í avgerandi løtum hevur
tað ikki koppað okkara veg.
Vit hava spælt betri fótbólt,
men stigini hava manglað,
sig ur Jón Pauli Olsen.
Fyri FC Suðuroy kemur tað
væl við, at Dan Djurhuus er
tøk ur aftur. Hjá argjamonn-
um er Morten Overgaard
skaddur
og
málmaðurin,
Tórð ur Thomsen, hevur leik-
bann.
trondur@sosialurin.fo
Botnuppgerð
á Argjum
vodafonedeildin Tað hevur
gingið illa í hond hjá argjamonnum
í ár. Teir hava bara skavað sær trý
stig saman og liggja niðast. FC
Suðuroy fekk ein góða byrjan uppá
kappingarárið, men hava síðani havt
tað trupult og eru endaðir í botninum
Hetta er ein seks
stigs dyst ur sum vit ikki
hava ráð at tapa
Dion spliDT
Dion Splidt í dysti
fyri AB móti B71
Mynd: Álvur Haraldsen