fríggjadagur 21. mai 2010síða 5
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 84 · 21. mai 2010
5
VIKUSKIFTI
nnu brúdleypið
Nøvn: Elna Høgenni og John A. Poulsen
Giftast: 10 juli
Aldur: 24 og 28
Børn: Tvey, Eyðun og Guðrið
Bústaður: Hoyvík. John er ættaður
úr Vági og Elna úr Kaldbak.
Starv: John er portørur, og Elna
er í barnsburðarfarloyvi
Tíð saman: 3,5 ár
Hittust: Tá tey høvdu náttarvakt
á heiminum Vallalíð.
Droyma um: At fáa eina stóra
familju, og nógv og tøtt børn
Fakta um vinnandi parið
Hvussu væl kenna
tey hvønnannan?
Elna og John eru samd um, at tey
kenna hvønn annan sEra væl.
vit vildu kanna um hetta vEruliga
passar, og tey kenna hvønnannan
líka væl, sum tey halda...
Spurningar til Elnu:
Hvør er tí skóstødd?
Elna svarar: 38
John svarar: 39
Hvat er tín BH-stødd?
Elna svarar: D-skál
John svarar: Ojø, er tað
small, medium, large
ella a, B, C ??? Eg rokni
við at tað er C
Hvør er tín favorittfilmur?
Elna svarar: Braveheart
John svarar: Pearl Harbour
Hvør er tín yndlings litur?
Elna svarar: Lilla
John svarar: Lilla
Hvat heldur tú er flovisligt?
Elna svarar: tá nógv fólk hyggja
uppá meg
John svarar: tá onkur rósar henni
fyri okkurt gott, sum hon hevur
gjørt
Hvussu nógvar pengar brúkar tú
uppá klæði um mánaðin?
Elna svarar: Ikki nógv, tað er
kanska einar 200-300 krónur.
John svarar: Ov nógv ... einar
1.000 krónur
Spurningar til John:
Snorkar tú?
John svarar: Ja, tá eg eri troyttur
Elna svarar: Ja, heilt vilt. Onkutíð
so hart, at hann vakjur børnini.
Hvussu oftani bustar tú tenn?
John svarar: Einar tvær ferðir um
dagin
Elna svarar: Einar tríggjar ferðir
um dagin, morgun og kvøld og
oftani mitt um dagin eisini
Hvør er tín favorittbók?
John svarar: "Engle og demoner"
av Dan Brown
Elna svarar: "DaVinci Mysteriet"
ella onkra av teimum bøkrunum.
Hvussu nógv vigar tú?
John svarar: 88 kg
Elna svarar: 89 kg
Nær fekk tú koyrikort?
John svarar: tá eg var 19 ár
Elna svarar: tá hann var 18 ár
Hvat ger tú fyri at vera
romantiskur?
John svarar: tá geri eg ein góðan
døgverða og borðreiði við einum
glasi av reyðvíni til.
Elna svarar: Hann skrivar mær eitt
lítið bræv og keypur okkurt, sum
eg havi ynskt mær. Ella ger hann
ein lekran døgverða, tað dugur
hann sera væl.