Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. mai 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. mai 2010 · Nr. 84 6 Sosialurin Áki Bertholdsen Nú skulu ferðafólk hava at vita í góðari tíð, nær Smyril noyðist at broyta ferðaætlanina fyri at bunkra olju. Mikudagin varð funnist at Strandferðsluni fyri at hon legði ein túr burtur ímillum, tí at Smyril skuldi inn á Sund at bunkra olju. Ein avleiðing av tí var, at yvir 100 fólk hjá nærverkinum máttu avlýsa ítróttardagin, sum ætlanin var at hava í Hvalba. Men Strandferðslan ætlar ikki, at hetta skal endurtaka seg. Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni, sigur, at tey fara nú at gera ein kalendara, so at øll vita í góðari tí, nær ferðaætlanin verður broytt av tí, at Smyril bunkrar olju. Hann leggur afturat, at fyri at órógva sum minst, fer bunkringin hereftir eisini at verða flutt frá mikudegi, tá ið Smyril siglir tríggjar túrar, til týsdag, tá ið bara tveir túrar eru. Eftir hesum slepst undan av avlýsa nakran túr, tí tá er nokk at flyta eina fráferð úr Havn nakað. Men tey neyðugu fyrivarnini mugu so altíð takast veðri og vindi. Rakstrarleiðarin sigur, at hetta verður gjørt fyri at órógva ferðavinnuna, aðra vinnu og ferðafólk annars, sum minst. Støðan er tann, at Smyril siglur so nógv, at tað ber ikki til at bunkra olju uttan at órógva ferðaætlanina. Sum nú er, er tað bara á Sundi, at Smyril kann bunkra, tí hann brúka tungolju. Strandferðslan hevur sáttmála við Magn um at veita olju til Smyril. Men oljan verður goymd í tangunum hjá SEV inni á Sundi og tí noyðist Smyril hagar at bunkra. Tríggjar og fýra vikur Tað tekur góðar tríggjar tímar at bunkra og so kann Smyril sigla tríggjar ella fýra vikur. - Um summarið kunnu fýra vikur verða ímillum hvørja bunkring. Men tá er so lítið eftir í tangunum, at um veturin er ikki ráðiligt at hava meiri enn tríggjar vikur ímillum hvørja bunkring, sigur rakstrarleiðarin. Hann sigur, at tað kann vera so nógvur súður á Sundi, at bunkring kann verða útsett fyri veður og tí má Smyril altíð hava so mikið av olju í tangunum til at hann kann sigla eina viku ella tvær, eyka. Men hví bunkra tit ikki um náttina fyri at sleppa undan at órógva ferðaætlanina? - Tað er tí, at so koma vit í stríð við hvíldarreglarnar hjá manningini. Skulu vit bunkra um náttina, skulu vit sostatt hava eykamanning. Tað er bæði dýrt og tvørligt, tí talan skal vera um manning, sum av trygdarávum kennir skipið og umstøðurnar umborð rættiliga væl av fyri at forða fyri mistøkum og óhappum undir bunkring. aki@sosialurin.fo Áki Bertholdsen Á nýggjárinum gongur sátt málin ímillum Strand- ferðslu na og Magn um olju- veitingina til Smyril, út. Tí fer Strandferðslan í næstum at bjóða olju veit- ingina til Smyril út. Conrad Gaard Joen sen, rakstrarleiðari á Strand- ferðsluni, sigur, at talan er um tveir veitrarar, ið kunnu koma upp á tal og tað eru tey bæði olju feløgini, Magn og Effo. Hevur Effo besta til- boð ið, skal Smyril inn á Fuglafjørð at bunkra, tí har hevur Effo sína goyms lu av tungolju. Tað fer helst at krevja broytingar í ferða ætl an ini, tí tá fer nógv tíð til sigl- ing. Ella má onkur skip an gerast, so at Smyril kann bunkra leygarnátt. Men tá var ætlanin, at Smyril skuldi liggja í Havn, so at fólk, sum skulu suður tíðliga leygar morgun, skulu kunna gis t a umborð. Men vinnur Magn út- bjóð ingina, er hinvegin møgu leiki fyri at Smyril fram yvir fer at bunkra í Vági. Magn letur nevniliga tung olju til SEV og tað er haðani, at Smyril bunkrar olju na. SEV hevur eisini tang ar í Vági vinnur Magn útboðið, fera Strand ferðslan at kanna møgu leik ar nar fyri at lata Smyril bunkra í Vági ístaðin fyri á Sundi. Men skal tað lata seg gera, verður neyðugt við nýggj um bryggjukanti við tangarnar hjá SEV í Vági fyri at Smyril skal kunna liggja trygt og væl bund in ímeðan bunkrað verð ur. Men í Vági er so tann fyri munur, at har er altíð deyðavatn inni á fjørði- num, so at Smyril kann altíð bunkra har. Á Sundi kann verða so nógv ur súður í sjónum, at Smyril fær ikki ligið har og tað kann órógva bæði bunkr- ing og ferðaætlan meiri enn gott er. aki@sosialurin.fo Kirstin Strøm Bech, borg- ar stjóri í Vági, stað festir, at tað er lættari sagt enn gjørt at fáa Smyril til Vágs at bunkra olju. Hon váttar, at Vágs Bý ráð hevur fingið fyri- spur n ing frá Strand ferðs- lu ni um hetta. Men skal tað lata seg gera, er fyrst neyðugt at gera at løgu- bryggju við olju tang ar- n ar í Vági og fyrsta til- boð ið, býráðið fekk upp á tað, ljóðaði upp á tvær milliónir krónur. Síðani hevur kommun- an kannað møguleikarnar fyri eini bíligari losyn, men endaligi prísurin er ikki greiður enn. Hinvegin staðfestir hon eisini, at hetta er ikki ein íløga, sum kommunan fer undir uttan at fáa vis- su fyri, at hon fær inn tøk- ur burtur úr tí. Áðrenn nakað verður gjørt, vil býráðið tískil fyrst hava trygd frá Strand ferðsluni fyri, at Smy r il veruliga kemur til Vágs at bunkra og hann fer at bunkra í Vági í eina tíð framyvir, so at kom- mu nan fær íløguna inn aft ur. Og so langt er málið als ikki komið enn. Mugu fáa trygd Oljan til Smyril bjóðast út SMYRIL Strandferðslan fer nú at bjóða tænastuna at lata olju til Smyril, út og tað kann enda við at hann hereftir fer at bunkra í Vági Strandferðslan lærir av kiksara SMYRIL Strandferðslan fer nú at gera kalendara, so at øll vita í góðari tíð, nær Smyril bunkrar olju og tískil noyðist at broyta ferðaætlanina SMYRIL og bunkRIng Strandferðslan ætlar ikki at tað skal endurtaka seg, at ferðafólk verða tikin á bóli av tí at Smyril noyðist at fylla tangarnar Framyvir fer Smyril kanska at bunkra í Vági