fríggjadagur 21. mai 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 84 · 21. mai 2010
6
VIKUSKIFTI
Nýggir miðlar
Uni Arge
uniarge@gmail.com
Fagri nýggi heimur er fagrari enn
nakrantíð, ið hvussu er tá tað snýr seg
um møguleikan hjá fólki at samskifta
sínámillum. Fólk stytta sær um stundir
á Facebook, leita eftir tí, tey ikki finna,
á Google og hyggja at øllum tí, tey
vilja síggja, á YouTube. Miðlar eru ikki
longur tað, sum miðlar vóru, og summar
internetsíður eru í dag so væl umtóktar,
at tær eru nógv betur umtóktar enn tær
størstu sjónvarpsrásirnar í heiminum.
Ein av hesum heimasíðum er
YouTube. Ungfólk, sum fleiri ferðir um
dagin eru á heimasíðum sum Facebook,
Google og YouTube, halda helst, at
YouTube hevur verið til í allar ævir.
Men so er ikki. Í vikuni fylti YouTube
einans fimm ár, og hetta kann tykjast
heilt óveruligt, tá hugsað verður um,
hvussu ofta heimasíðan verður vitjað,
og hvussu nógv fólk hvønn einasta dag
leggja videobrot av alskyns slagi út á
síðuna.
Í stuttum kann sigast, at YouTube
er filmsrásin hjá øllum heimsins
borgarum. Tí er hon eisini heimsins best
umtókta filmsrás. Tú kanst leggja tey
videobrot út á YouTube, tú vilt, sama
um talan er um tínar egnu upptøkur,
ella um talan er um professionelt
framleiddar upptøkur. Milliónatals
brot finnast á YouTube, sum tú helt, at
tú ongantíð fórt at sleppa framat, og
onki mark er fyri uppfinnseminum í
heimagjørdu upptøkunum.
Eitt ljóst hugskot
Søgan um YouTube er líka spennandi og
hugtakandi sum søgan um Microsoft, ið
var ein kjallarafyritøka, sum vaks seg
so stóra, at annar av stovnarunum,
Bill Gates, nú telist millum heimsins
ríkastu menn. Tríggir ungir mans, Chad
Hurley, Steve Chen og Jawed Karim,
stovnaðu YouTube í 2005. Teir arbeiddu
allir saman hjá internetfyritøkuni
PayPal, og hugskotið um heimasíðuna
kom av tilvild.
Eina náttina, tá teir skuldu senda
eitt videobrot sínámillum umvegis
teldupostin, fóru teir at ilskast um,
at hetta gekk so illa. Trupulleikin,
teir høvdu staðfest, kravdi, at funnið
varð fram til eina nýskapandi loysn,
og loysnin gjørdist at skapa ein felags
plattform til videoupptøkur. Tann
14. februar í 2005 varð vørunavnið
YouTube skrásett, og í mai sama ár varð
heimasíðan almannakunngjørd.
YouTube gjørdist frá fyrsta degi
sera væl umtókt, men beinanvegin
fingu teir tríggir stovnararnir ávísar
avbjóðingar. Tann størsta var at fáa til
vega ambætarar, ið kundu hýsa teimum
mongu videobrotunum, ið løgd vórðu
út á síðuna. Sjálvir áttu teir ikki eina
krónu at keypa útgerð fyri, men so
fingu teir 11,5 milliónir dollarar úr
einum framtaksgrunni, og tað setti ferð
á verkætlanina.
Í fyrstani gjørdi YouTube onki við
at lýsa. Í staðin løgdu stovnararnir
dent á at eggja fólki til at siga øðrum
frá síðuni við at senda videobrot av
YouTube víðari á teldupostinum. Eisini
bar til at atkvøða um videobrotini á
síðuni og gera viðmerkingar til tey.
Tey, ið stovnaðu sær brúkara á síðuni,
fingu eina kenslu av at vera í góðum
felagsskapi. Soleiðis vaks heimasíðan,
og í 2006 vórðu 65.000 brot løgd út um
dagin.
Google keypti
Byrjanin hjá YouTube var tó ikki
bara løtt, tí eigur tú eina heimasíðu,
sum fólk leggja tilfar á, ið onnur eiga
upphavsrættin til, er skjótt at fáa
sakførarar á vitjan. YouTube skuldi
upprunaliga hýsa tilfari, sum fólk
sjálv framleiddu, men á heimasíðuni
er so nógv tilfar, sum upphavsrættur
er knýttur at, at YouTube hevur verið
noytt at vart seg í fleiri sakarmálum,
m.a. við at vísa á, at tænastuveitarin
kann ikki ábyrgdast fyri tað, sum
brúkararnir gera.
Teir tríggir, sum stovnaðu
heimasíðuna, sleppa tó undan at hugsa
um tílíkar spurningar nú, tí í november
2006 pikkaði Google á dyrnar hjá
teimum og bað um at sleppa at keypa
YouTube fyri 1,6 milliard krónur. Teir
tóku av. Keypið var váðafult, tí nú
kundi Google enda í fleiri sakarmálum
um upphavsrætt og gjørdi tað eisini.
Men Google hevur síðan gjørt avtalur
við fleiri framleiðslufeløg um, at
sendingar og filmar kunnu verða løgd
á YouTube í fullari longd.
Samstarvsavtalurnar vísa, at
YouTube hevur fingið øgiligt vald, og
tað er ikki so løgið, tí áðrenn YouTube
fanst ongin heimasíða, sum videobrot
kundu leggjast á so lættliga. Nú fáa
fólk ikki afturhald at brúka síðuna.
Mangar stjørnur eru føddar á YouTube,
eitt nú føroyski fótbóltsspælarin, Kaj
Ennigarð, sum spældi sjónleik í einum
fótbóltsdysti í Fuglafirði. Higartil hevur
verið hugt at stuttliga brotinum fleiri
enn 400.000 ferðir!
Eitt annað dømi um, hvussu
YouTube verður brúkt, sást, tá ein
av bestu rocksangarunum nakrantíð,
Ronnie James Dio, doyði sunnudagin.
Beinanvegin fóru fólk at leita á
YouTube eftir brotum við sangaranum
og heiðraðu hann við at leggja brotini
á Facebook. Og soleiðis er YouTube. Alt,
sum kemur tær til hugs at leita eftir,
finst mest sannlíkt á YouTube - og ein
rúgva av forvitnisligum brotum aftrat.
- heimsins best um tókta filmsrás
Hugsa tær eina heimAsíðU, Har tú finnur milliónir av brotum úr góðum
sendingum, filmum og heimAgjørdUm upptøkum. fyri fáum árum síðan
fanst ongin tílík Heimasíða, men so fóru teir tríggir vinmenninir, CHad
Hurley, steve CHen og Jawed karim, at ilskAst um, at so illa bar til at
senda videoupptøkur við teldUposti. í teirri løtu føddist Hugskotið um
Heimsins best umtóktu filmsrás, youtube, sum í vikuni fylti fimm ár
Chad Hurley, Steve Chen og Jawed Karim stovnaðu YouTube í februar 2005