fríggjadagur 21. mai 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 84 · 21. mai 2010
8
VIKUSKIFTI
Hvussu er lagið?
Lagið er gott.Veðrið er fantastiskt í dag.
Eitt undirvísingarár, sum hóast trupulleikar
hevur gingið væl, er júst endað. Eg
nýti hendan dagin til at gjøgnumganga
lidna dispositiónsuppskotið til komandi
Marknagilsdepilin, og tað er eitt arbeiði,
sum veruliga fyllir meg við optimismu
um framtíðar arbeiðsumstøðurnar hjá
studentaskúlanæmingum og lærarum.
Hvat er tað besta við tínum starvið?
At eg havi við menniskju at gera, at eg eri
saman við fólki, sum brenna fyri tí tey gera, og
gjøgnum næmingarnar síggi eg so nógv talent
og so nógvar opnar framtíðarmøguleikar.
Hvørjum er tað
lættari at vera
stjóri fyri - kvinnum
ella monnum?
Ein góður blandingur av
báðum er tað besta.
Hvat ger ein góðan stjóra?
Evnini at leiða á ein hátt, so starvsfólkini
kenna, at tey fáa brúkt og ment
síni evni, samstundis sum arbeiðið
hevur eitt mál og eina meining.
Hvat ger teg glaðan?
Gott veður sum í dag, og tá tað gongst
mínum nærmastu og mínum vinfólkum væl.
Hvat ger
teg illan?
Órættvísi.
Hvussu stendur til við BMI:num?
Tað er alt ov høgt.
Nær er tað strævnast at
renna eitt marathon?
Tað tað er ov heitt í veðrinum.
Hvat heldur tú vera løgið?
At vit val eftir val velja teir somu ódugnaligu
og inkonsekventu politikararnar av nýggjum,
sum vit øll ganga og lufta okkara misnøgd um.
Hvussu skal ein urtagarður
vera, um tú slapp at ráða?
Stór grasplena, nógv trø, ið skapa rúm til
hugna, og ikki ov nógv blómubed at halda.
Hvørjum sjónvarpsrásum hyggur tú at?
Rásum, ið senda tíðindi og
dokumentarsendingar við høgari
góðsku. Og so Canal+ sport, tá
Premier League er á skránni.
Hvat ert tú glaðast fyri við tær sjálvum?
Míni framúr andligu evni :-)
Hvat er romantiskt?
At leiðast á ólavsøku
við kvinnuni,
ein elskar.
Hvør er besta bók tú hevur lisið?
The Complete Works of William Shakespeare.
Hvør er tín lívrættur?
Eg havi ongan lívrætt. Mær dámar allan
mat, og tað besta eg fái, er matur, sum eg
ikki havi smakkað fyrr, og sum letur upp
nýggjar kulinariskar heimar fyri mær..
Er tú bangin fyri at
gerast gamal?
Nei.
Hevði tú hugsa tær at búð nakra
aðrastaðni enn í Føroyum?
Eg trívist væl í Føroyum, men eg kundi
búð allastaðni - har tað ikki er ov heitt.
Kundi væl flutt aftur at búð í Svøríki ella
svenskttalandi partinum av Finlandi.
Hvat hevur lívið lært teg?
At tú mást taka tær møguleikar tú hevur, tá
teir eru har, og at tú mást vera til staðar við
teimum menniskjunum, ið tú møtir á lívsleiðini,
meðan tú hevur tey hjá tær. Nú manglar
bara, at eg læri meg at liva eftir hesum.
Mikkjal HelMsdal
Romantiskt
at leiðast á
ólavsøku
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos
MyNd: JENS KRiSTiAN VANG
Aldur: 45 ár
Býr: Í HoyvÍk
StArv: rektari á Føroya
studentaskúla og HF-skeiði
FAmiljA: giFtur, 2 døtur, ið eru 12 og
17 ára gaMlar