Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. mai 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 21. mai 2010 · Nr. 84 Sosialurin Inna Tørnroos Myndir: Patrizio Di Renzo, Tush Mads Mikkelsen er ein tann kendasti danski sjónleikarin í løtuni. Filmurin "Coco Chanel & Igor Stravinsky", har hann hevur høvuðsleiklutin, er at síggja á bioløriftinum nú. Í hesum sambandi gjørdi blaðið "Tush" eina samrøðu við hann. - Tey vildu gera eitt skemtiportrett av honum og ringdu til mín og spurdu, um eg kundi senda nakrar "klútar" niður, fortelur Barbara í Gongini. Hon væntaði, at tey kanska fór at nýta okkurt av hennara klædnapløggum, men tá hon fekk blaðið í hendurnar, sá hon, at tey høvdu brúkt alt, sum hon hevði sent, og eisini stylað hann á sama hátt, sum hon stylar sínar modellir. - Hetta er dreymastoff fyri ein sniðgeva. Mads hevur stórt trúvirði og er ein ekstremt flottur persónur, sigur hon. Týskarar hava víst stóran áhuga fyri tí androgyna sniðinum hjá Barbaru. Androgynt merkir at tað eru snið, ið bæði menn og kvinnur kunnu nýta. Handlarnir, sum selja klæðini hjá henni, eru sjálvandi glaðir fyri at fáa ein so kendan persón sum Mads Mikkelsen sum modell. - Nú skilja fólk betri hvat míni klæði kunnu brúkast til, sigur Barbara. inna@sosialurin.fo Árliga árasølan hjá Heima for bund inum hjá Frelsu nar herinum í Havn verð ur hósdagin 27. mai. Tiltakið byrjar kl. 19.00 í salinum hjá Frels u nar- herinum við nógvum góð um bundnum lutum, gávu kortum og nógvum ymisk um øðrum. Í pausini verð ur ókeypis kaffi og køkur. Í sambandi við ára- sølu na verður tikið ímóti lut um mikudagin 26. mai frá kl.18-20. Allur peningurin sum kem ur inn fer til arbeiðið hjá samkomuni í Havn. Árasølan hjá Frelsunarherinum Barbara í Gongini letur Mads Mikkelsen í sniðgerving Føroyski sniðgevin Barbara í Gongin er hipp í Berlin. Tí hevur týska blaðið "Tush" valt at lata Mads Mikkelsen í klæð­ ini frá henni til eina stóra mynda­ reportasju. – Tey dáma væl mín androgyna stíl, sigur Barbara Annan hvítusunnudag, 24. mai kl. 20, fer sang kórið í Siloa at hava kon sert í Fuglafirði. Kon ser tin verður í sam komu húsinum, Siloa, ið fyri stuttum er tikið í nýtslu aftur eftir um fatandi nýgerð - ikki minst á tí tøkniliga økinum. Í Siloakórinum eru einir 25-30 sangarar. Skráin á konsertini er rætti liga fjølbroytt við bæði yngri og eldri tilfari, og meginparturin er rút mis kir sangir. Tey, sum spæla undir, eru Jóhannes Simon sen, klaver, David Simon sen, bass, Elsa Sevdal, gittar, og Rógvi á Lakjuni, trummur. Á konsertini fer ný- stovnað barnakór í Siloa eisini at syngja nakrar sang- ir. Eydna Jacobsen skipar fyri saman við Eyðun á Lakju ni, sum eisini stjórnar Siloa kórinum. Siloakórið konsert á hvítusunnu Mads Mikkelsen í klæðum frá Barbaru í Gongini Týska blaðið "Tush" stylaði Mads á sama hátt, sum Barbara sjálv stylar sínar modellir.