Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. mai 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 84 · 21. mai 2010 9 VIKUSKIFTI Ronald James Padavona var føddur í 1942 í býnum Portsmouth í New Hampshire. Hann var einabarn í einari italskari familju Hann var uppfostraður sum katolikkur, men hann var illa nøgdur við tann partin av uppvøkstrinum. Í 1988 fekk hann eina gøtu í heimbýnum uppkallaða eftir sær – Dio Way Fyrsta ljóðførið, hann spældi á, var ein trumpet. Seinni spældi hann eisini bassgittar, áðrenn hann kom á rætta hill sum sangari. Fyrsti sangurin við Dio sum sangara varð útgivin í 1958. Hann fekk sær navnið Dio eftir mafia-liminum Johnny Dio og brúkti fyrstu ferð navnið í 1961 Eftir at hann gavst sum sangari í Rainbow í 1979, fór hann upp í Black Sabbath, har hann avloysti Ozzy Osbourne. Dio var kendur fyri at gera rock-heilsanina við peikifingrinum og lítlafingrinum kenda. Dio giftist fyrstu ferð í 60’unum, men varð seinni skildur. Hann giftist aftur við Wendy Galaxiola, sum eisini var umboðskvinna hjá honum. Tey vóru framvegis gift, nú Dio doyði. Dio var sjúkur av krabbameini í maganum og doyði av hesum um vikuskiftið 10 tIng um Ronnie James Dio Rockrøddin er tagnað Hann eigur eina tað kendastu røDDina í rocktónleikinum, men farna vikuskiftið Doyði ronnie James dio 67 ára gamal. dio var sangari í kendum rockbólkum, men fyrsta lJóðførið, Hann spældi, var ein trompet LøGTINGSmaðuRIN OG SKEmTaRIN SjúrðUr SKaale vIL IKKI BRúKa SÍNa mIðLaTÍð uPPá TEIGaR Sum HENDaN – HELDuR vIL HaNN LESa GuaRDIaN OG NEW YORK TImES. mítt blað - Dag og vikublað Eg lesi føroysku bløðini. Síggi tað sum ein part av starvinum. mín heimasíða Eri á stóru føroysku síðunum hvønn dag. Og Guardian. Og ofta á New York Times. Har eru ofta góðar greinar við góðsi í. mín tónleikur Tónleikur er ikki mítt "element" so at siga. Tað er sjónleikur. men sjónleik verður mann aldrin spurdur um... men altso: tann nýggi, eitt sindur minni poleraði stílurin hjá Eivør er kul, sum tey siga. Solofløgan hjá Høgna Lisberg er feit, sum tey eisini siga. Og Crawling Blue vóru eminentir á Salt-konsertini. mítt sosiala netverk Facebook mín DvD "mínar" DvD'ir eru fýra: Tvær við Pipar & Salt og tvær við E elski Førjar :-) mítt magasin Einki mín sjónvarpsrøð Enskar satiru-røðir - t.d. Blackadder, The Royle Family og Little Britain. Fleiri slíkar danskar røðir eru eisini fínar. mín bók William Heinesen er nógv størsta andsmenni, Føroyar hava fostrað. Tí er nýggja bókin við brævaskiftinum millum hann og Christian matras áhugaverd. av hansara bókum er Det Gode Håb tann bjartasta stjørnan. mítt útvarp úF-Rás2 - hvørt um annað. mín telefon Gjørdist partur av iPhone-familjuni fyri einum mánaði síðani. Tað gjørdi mítt lív eitt sindur betri. hvat vil tú ikki brúka miðlatíð uppá? at lesa teigar sum hendan... hvat irriterar teg í miðlunum? at føroysku miðlarnir ikki eru meira avbjóðandi móti teimum, sum hava valdið. Og tá sjónvarpið hjá KvF endurtekur tað, sum útvarpið hjá KvF júst hevur sagt. hvat vil tú hava meiri av í miðlunum? Eg vil hava fleiri føroyskar sjónvarpssendingar. av øllum slag. miðlarnir og Eg Tú skalt ikki verja teg ella umbera teg, fyrr enn tú ert ákærdur. Charles I, Bretskur kongur 1600-1649 lagt tIl rættIS: Eyðun Klakstein lagt tIl rættIS: Inna Törnroos 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 í nýggja táttinum siga kendir og ókendir persónar frá síni miðlanýtslu.