Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. mai 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. mai 2010 · Nr. 84 10 Sosialurin Vilmund Jacobsen Kjartan Hoydal, sum í mong ár var ein tungur drong ur í føroyskari fiski­ vinnuumsiting, greiðir í hesi samrøðu í stuttum frá grundarlagnum undir tí makrelbýti, sum er galdandi í dag. Umframt at hann er fiski­ frøðingur, er hann eisini leiðari í NEAFC og umsitir soleiðis áhugamálini hjá øllum limalondunum í fe­ lags skapinum. Gamal býtislykil Kjartan Hoydal sigur, at tá fiskimørkini í 1977 vórðu flutt út á 200 fjórðingar, var tørvur á at býta felagsstovnar, sum gingu um mark hjá fleiri lond um og kanska eisini út um fiskimørk. – Altjóða Havgranskingar­ felagssapurin ICES varð biðin um at gera eina meting av hesum, og teir lótu tvær frágreiðingar frá sær um stórt sæð allar týdningarmiklar fiskastovnar. Hann vísir á, at býtislyklar millum lond vórðu gjørdir út frá hesum frágreiðingum – og eisini millum ES­lond inn anhýsis vórðu sonevndar »relative stability« gjørdar. Hetta eru soleiðis fleiri ára gamlir býtislyklar, sum ikki taka hædd fyri teimum broytingum í gongdini hjá makreli, sum vit síggja um okkara leiðir í dag. Mynstrið púra broytt Kjartan Hoydal vísir á, at makrelur í høvuðsheitum varð veiddur í Norðsjónum í 1977, og norðsjóvarstovnurin var tá nógv tann størsti parturin. Nakað av makreli varð eisini veitt vestan fyri bretsku oyggarnar. Hes in stovnur varð róptur vest an­ makrelurin, men her var ikki talan um stóran fiskiskap. – Alt hetta er nú púrasta broytt. Norð sjóvar makrel­ urin er at kalla ikki til long ur – og er friðaður – og vestan­ makrelurin hevur breitt seg fyrst inn í norðara part av Norðsjónum og síðani norð­ ureftir til leiðir, har hann ikki hevur verður vanligur áður. Kjartan Hoydal er sann­ førdur um, at um ICES gjørdi eina frágreiðing í dag á sama hátt sum í 1976/1977, hevði mynd in soleiðis verið ein heilt onnur. – Tað tók nógv ár – frá miðskeiðis í áttatiárunum – at fáa Føroyar góðkent sum strandaland, men hetta eydnaðist umsíðir. Øll vita tó, at tað at broyta býtis­ lykl ar er sera strævið, og úrslitið byggir ofta líka nógv á politiska styrki sum sakliga próvførslu. Hetta eigur at vera havt í huga, sigur Kjart­ an Hoydal. Hevur einki boð Leiðarin í NEAFC sigur seg einki boð hava upp á, hvat ein rættvísur føroyskur partur av felags makrelkvotuni er. Hann vísir á, at hetta krev­ ur meira gjølligar metingar um fiskiskap, hvar makrelur gýtir, hvar hann leitar sær føði, og hvar ungfiskurin veks ur upp. – Men at gongdin er nógv broytt síðani 1977, ivast eingin í. Hinvegin er trupult at seta beinleiðis tøl á tað. Kjartan Hoydal vís ir á, at føroyska samráðingar nevnd­ in í fyrsta lagi noyðist at hava so gott tilfar sum møguligt – og helst frá Havstovuni. – Síðan skal hon føra fram sjónarmiðini um, at viður­ skiftini eru broytt, og at hetta má føra til justeringar av býtinum millum londini. Hann heldur, at har er ival eyst av tilfari. – At tað knappliga ber til at fiska makrel í stórum nøgdum í Íslandi, er eisini eitt faktum. Eg haldi, at vinn­ an í Føroyum hevur lagt nógv tilfar fram sum stuðlar undir einum føroyskum kravi um eitt rættvísari býti av felags­ kvotuni av makreli, sigur fiski frøðingurin og leiðarin í NEAFC. Eingi einvís ráð Sosialurin spurdi eisini Kjart­ an Hoydal, um hann hevur nøkur góð ráð til føroysku samráðingarnevndina, tá hon aftur fer á fund um býtið av makrelinum. – Tað ber ikki til hjá mær sum leiðara í NEAFC at geva einum limalandi í felagsskapinum ráð at brúka í samráðingunum, sigur hann. Hann heldur, at ein part­ ur av grundarlagnum undir avgerðini hjá føroyskum myndugleikum sjálvsagt eis­ ini eigur at vera fíggjarliga virði av at sleppa av fiska makrel um heystið á leið­ un um hjá øðrum – í mun til virðið av at sleppa at fiska eina eginkvotu í føroyskum sjógvi um summarið. Alt uppí gos Kjartan Hoydal heldur, at politiskt eiga Føroyar eisini at meta um virðið av at hava skipaði viðurskifti og burðardygga veiði í makrel­ fiskiskapi – heldur enn stríð. – Sjálvandi eiga vit at miðja eftir semjum millum lond og við partar, sum vit annars arbeiða nógv saman við. Hann heldur, at áðrenn samráðingarnar eru lidnar, eiga vit ikki at blanda sam­ ráðingarstøðuna saman við, hvat skal henda, um vit í staðin fyri at skriva undir strandalandaavtaluna held­ ur áseta Føroyum eina egin­ kvotu. – Blanda vit tingini saman, fer alt upp í gos, og hetta kann forða fyri skilagóðum sam­ ráðingarúrsliti, sigur Kjartan Hoydal, fiskifrøðingur og leiðari í NEAFC. vilmund@sosialurin.fow Semja heldur enn stríð um makrel – Føroyar eiga at meta um virðið av at hava skipaði viðurskifti og burðardygga veiði í makrelfiskiskapi. Sjálvandi eiga vit at miðja eftir semjum millum lond heldur enn stríð við partar, sum vit annars arbeiða nógv saman við, sigur Kjartan Hoydal, sum ásannar, at viðurskiftini við makreli um okkara leiðir eru nógv broytt – Føroyum til fyrimunar ... at broyta býtis lyklar er sera strævið, og úrslitið byggir ofta líka nógv á politiska styrki sum á sakliga próvførslu.. – Sjálvandi eiga Føroyar at miðja eftir semjum millum lond og við partar, sum vit annars arbeiða nógv saman við, sigur Kjartan Hoydal, fiskifrøðingur og leiðari í NEAFC Mynd: Vilmund Jacobsen Góður miðal­ prísur Gjáramorgunin seldi Fiskamarknaður Før­ oya sløk 55 tons av fiski á uppboðssølu. Mið alprísurin fyri øll fiska sløgini samanlagt var 16,53 krónur fyri kilo. Umleið 20 tons vóru av toski. Av hes­ um vóru tilsamans 16 tons av toski 3 og 4. Miðalprísurin fyri tosk 3 var 12,34, með­ an toskur 4 fór fyri miðalprísin 11,04 krón­ ur fyri kilo. Eini 11 tons vóru eisini av hýsu, og á marknaðinum í gjár fekk hýsa góðan prís. Størstu nøgdirnar vóru av hýsu 2, sum fekk miðalprísin 13,32 krónur fyri kilo. Svartkalvi ger munin Orsøkin til, at miðal­ prís urin fyri øll fiska sløgini saman­ lagt var so høgur á markn aðinum gjára­ morgunin, var, at sløk 16 tons vóru seld av svartkalva, sum fekk miðalprísin 25,70 krónur fyri kilo. Tey sløku 55 tonsini á Fiskamarknaði Før­ oya í gjár fóru fyri góð ar 900.000 krónur til samans. vilmund@sosialurin.fo