fríggjadagur 21. mai 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 84 · 21. mai 2010
10
VIKUSKIFTI
Strongd og lívSgleði
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Nógv kenna hann sum tann lívliga
oddamannin
í
poppbólkinum
Dynamit. Onnur kenna hann sum tann
dugnaliga og fyrikomandi sølumannin,
stigtakaran og fyriskiparan. Og tey,
sum kenna hann privat, vita, at hann er
ein glaður, undirhaldandi og positivur
persónur.
Men fyri nøkrum árum síðani misti
Niclas Heri Jákupsson neistan. Røddin
mest sum tagnaði. Gleðin bleiv til
stúran. Og orkan hvarv.
Niclas Heri small um av strongd, og
hóast hann kom fyri seg aftur, upplivdi
hann aftur fyri einum hálvum ári
síðani, at alt steðgaði upp hjá honum.
– Á heysti í 2006 koyrdi lívið hjá
mær við fullari ferð. Eg hevði nógv at
gera – bæði í arbeðinum og við siðuna
av arbeiðnum. Men tað endaði við, at
eg small um av berari strongd, sigur
hann.
– Eg var sjúkrameldaður í eina tíð,
kom fyri meg aftur og helt tað koyrdi
væl. Tað gjørdi tað eisini til fyri einum
hálvum ári síðani, tá eg fekk somu
sjúkueyðkennini, og fyri aðru føldi eg,
hvussu tað er at raka botnin, tá tað snýr
seg um strongd.
Sá tað ikki koma
Hóast fleiri ávaraðu Niclas Hera ímóti
tí høgu ferðini í gerandisdegnum,
og hann sjálv ur
merkti sjúku eyð
kenni, so koyrdi
hann við somu
ferð, til tað gekk
gal ið.
– Tá tú ert í ferð
við at blíva strong
dur, hevur tú rætti
liga ilt við at síggja
tað sjálvur. Fólkini
rundan um teg
sígg ja tað betur og
siga, at nú skalt tú
slappa av og taka tað róligt, men tá
hevur tú vant teg við eitt tempo og eina
rútmu, at tú varnast tað ikki.
– Aftan á var tað sjokerandi fyri
meg at staðfesta, at sjálvsagt skuldi eg
havt sæð signalini og alarmarnar um,
at tað var við at ganga galið hjá mær.
Men ikki fyrr enn eg rakti botnin, tá
beininini góvu undan, innsá eg, at hetta
bar ikki til.
– Tað eru nógv signal, sum vísa at tú
er strongdur ella við at blíva strongdur.
Hesi signal líkjast sjúkueyðkennunum
fyri aðrar sjúkur, og tí ræður um at
fáa útilokað, at tú hevur onkra aðra
sjúku enn strongd. Eyðkennini kunnu
vera møði – tað er sum at vakna við
timburmonnum hvønn morgun
høvuðpína, spenningar fyri bringuna,
rastleysheit, tú missir nærveruna, og
tú kanst fáa sveittatúrar og pínu fyri
bringuna.
Seta ferðina niður
Niclas Heri Jákupsson hevur altíð verið
sera virkin – bæði í arbeiði og í frítíð –
men í oktober 2006 bleiv tað ov nógv
av tíð góða.
– Eg hevði for nógvar bóltar í luftini
í senn. Eg koyrdi við nógvari ferð,
og eg tók eisini svingini við nógvari
ferð. Eg plagi at siga, at tað er í lagi at
koyra 300 km/t, men tú kanst ikki taka
svingini við hesari ferðini, tá mást tú
seta ferðina niður, sigur hann.
– Eg gav ongantíð kroppinum
ordiliga hvíld. Eg fór for seint í song
og for tíðliga upp, og tað var allatíðina
okkurt, sum skuldi henda í morgin, og
tað lá støðugt í høvdinum, at nú skuldi
eg náa hasa uppgávuna, og aftan á
bíðaði enn ein uppgáva og ein afturat.
– Tá tú ert ungur og sterkur og væl
fyri, so klárar tú sjálvsagt nógv, men
øll fólk hava eitt mark fyri, hvat tey
megna, sigur Niclas Heri.
Síðani Niclas Heri Jákupsson fyrstu
ferð varð sjúkur av strongd, hevur hann
sett seg inn í, hvat tað var, sum gjørdi
hann sjúkan, og hvussu hann kann
sleppa undan, at tað hendir aftur.
– Tá eg fyrstu ferð merkti á mínum
egna kroppi, hvussu strongd kann
raka, fekk eg áhuga fyri at vita, hvat
tað var, sum hendi við mær. Har vóru
nøkur kropslig og sálarlig tekin, sum
eg ikki kendi nakað til – tey vóru totalt
fremmand fyri meg – og samstundis
sum eg gjørdist eitt sindur bangin, varð
eg eisini forvitin eftir at vita meira um
sjúkuna og sjúkueyðkenninini.
– Sjálvandi havi eg hoyrt um
strongd, tí tað hevur verið nógv
frammi, men tá eg merkti tað á mínum
egna kroppi helt eg, at eg varð blivin
deyðiliga sjúkur. Tað vísti seg so at
verða strongd, og tað fekk meg at
studera og lesa alt um strongd.
– Ein týðandi partur hjá mær at fáa
lívsgleðina aftur var at finna út av, hvat
tað var, sum var hent við mær, sigur
hann.
Niclas Heri sigur, at tíbetur hevði
hann ein stjóra og eina leiðslu, sum
høvdu virðing fyri strongd og sínum
starvsfólkum, og tí bar til hjá honum
bæði at fara niður í tíð, taka frí og
koma aftur til arbeiðis.
Hetta er nakað sum eg havi verið
sera fegin og takksamur um, sigur
hann.
Mótpolurin er lívsgleði
Niclas Heri Jákupsson heldur, at
mótpolurin til strongd er lívsgleði, og
fólk kunnu sjálvi velja at verða glað
og positiv.
– Lívsgleði er rættiliga individuell.
Tað er at kenna meiningina við tínum
lívi og liva eftir tínari lívsfatan. Vit
síggja ymiskt upp á lívið, men vit mugu
royna at liva eftir tí fatan av lívinum,
sum vit hava, sigur hann.
– Lívsgleði er eisini ein spurningur
um val, og tú kanst velja at verða
lukkuligur. Tú kanst velja, hvat tú sært,
og hvat tú hugsar, og vit blíva tað, sum
vit hugsa.
– Vit kunnu venja heilan at hugsa
positivt og at síggja tað góða heldur enn
tað negativa. Vit kunnu ikki ignorera, at
tað finnist stúran, sorg, missur og ótti,
og tað er ein partur av lívinum. Men
vit kunnu velja nógv sjálvi. Summi eru
ordiliga niðri, tá ið tey eru niðri, og
heilt upp at koyra, tá tey eru har uppi.
Summi eru hinvegin ordiliga down, tá
tey eru niðri, og tá tey eru har uppi,
so siga tey, at tað fer ikki at ganga
leingi afturat. Vit kunnu eisini velja at
siga, at tá vit eru har uppi, so skulu vit
sanniliga hava tað stuttligt, og tá vit eru
niðri, so kunnu vit siga, at tað verður
gott at koma uppaftur aftur.
Lívsgleðin hvarv
Tey, sum kenna Niclas Hera Jákupsson,
vita, at hann er ein glaður og positivur
persónur, men soleiðis var tað ikki, tá
hann bleiv sjúkur av strongd.
– Tá tú fært stress, sum eg gjørdi,
so hvørvur lívsgleðin. Eg hevði onga
orku, eg sá svart upp á alt, var ikki
glaður, orkaði ikki at vakna ella fara
í holt við nakað. Eg misti nærveruna
og sjálvsvirði. Tú svíkir tíni egnu
virði og blívur fremmandur yvir fyri
tað sjálvum. Tey nærmastu kenna teg
heldur ikki aftur.
– Eg bleiv til dømis kvirrur, segði
lítið og einki, og tey, sum kenna meg,
vita, at mær dámar væl at práta.
Meg eg broyttist frá at verða on og
prátingarsamur til at verða off og
tigandi, sigur Niclas Heri.
Fólk eru ymisk, summi eru meira
friðarlig, fráverandi og tigandi, meðan
onnur eru meira útvend, nærverandi
og prátingarsom. Mugu vit ikki
viðurkenna, at soleiðis eru vit so ymisk.
– Vit kenna øll til at verða fráverandi,
og tað er einki løgið við, at vit eru tað
við hvørt, tá vit hava okkurt at hugsa
um ella gera. Men trupulleikin er, um
tú meira ella minni missir nærveruna
og ert fráverandi dag eftir dag. Tá kanst
tú ikki njóta lívið, njóta nú’ið og dagin.
– Tú kanst avgera alt sjálvur, men
skalt tú broyta teg, mást tú gera tað við
smáum stigum. Tú kanst ikki siga, at í
morgin fari eg at broyta meg totalt, tað
kann bara kiksað, men hinvegin kanst
tú hava ein innara dialog við teg sjálvan
og arbeiða við nøkrum tingum í senn.
Heldur smáar sigrar enn ambitiøsar
ósigrar.
Tá NIclas
gjørdIsT K
– Eg skuldi havt sæð signalini og alarmarnar um, at tað var við at
ganga galið hjá mær. mEn ikki fyrr Enn Eg rakti botnin, tá bEininini
góvu undan, innsá Eg, at hEtta bar ikki til, sigur niclas hEri jákupsson,
sum tvær fErðir hEvur vErið sjúKur av strongd sEinastu árini
Tá tú fært
stress, sum
eg gjørdi, so hvørvur
lívsgleðin. Eg hevði
onga orku, eg sá svart
upp á alt, var ikki
glaður, orkaði ikki at
vakna ella fara í holt
við nakað.