fríggjadagur 21. mai 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 84 · 21. mai 2010
16
VIKUSKIFTI
Lesandi
Óli Jákup Jacobsen
”Tað byrjaði við, at eg og Ólavur Ólavs
son, sum eisini lesur á CBS, eitt kvøldi
fyri trimum árum síðan sótu og tosaðu
um, hvussu nógvir føroyingar tað
mundu ganga her á skúlanum. Sum vit
sótu og prátaðu, komu vit inná, at hóast
tað ivaleyst vóru eini 200 ella fleiri,
so visti eingin stórt sæð av hvørjum
øðrum vegna manglandi samskifti. Tað
var øgiligt spell, tí sum føroyingar við
felags áhugamálum í Keypmannahavn,
kundi tað bara vera ein fyrimunur fyri
okkum, at vit kundu standa saman
einum felagsskapi. Tá fingu vit so
hug skotið at stovna ein felagsskap,
sum fekk navnið ’Samvinnan’”, sigur
Tróndur.
’Bert’ ein sosialur
felagsskapur
Eftir stovnandi aðalfundin í 2007 varð
Ólav ur valdur til nevndarformann,
meðan Tróndur varð valdur til næst
for mann. Í 2009 gjørdist Tróndur for
mað ur. Ólavur er tó enn í nevndini sum
van ligur nevndarlimur.
”Í byrjanini var Samvinnan einans
æt lað teimum lesandi á CBS, so tey
kundu læra hvønn annan at kenna. Vit
byrjaðu í tí smáa, har vit upplýstu um
felags skapin við at fáa hann út í orð,
og so við og við byrjaði Samvinnan
at koma runt til føroyingarnar á CBS.
Eisini hava vit roynt at brúkt Facebook
nógv í okkara marknaðarføring av
felag num, tí hetta er bæði lætt, bíligt og
effektivt. Eftir eina tíð føldu vit, at tað
var neyðugt at skipa fyri onkrum til tøk
um fyri at staðfesta felagsskapin,” sigur
Eva Nolsøe, sum gjørdist nevndarlimur
á síðsta nevndarfundi.
”Tiltøkini hava í høvuðsheitum verið
hálv ár ligar veitslur við góðum mati
og hugna. Tann sosiala felagsskapin
meta vit at
hava ómetaliga
stóran týdning.
Um eini 25
hava
verið
hvør ja ferð,
men ynskja
og vænta vit,
at hetta tal ið
verð ur hægri í
fram tíðini. Eitt
annað tiltak,
sum vit hava
reglu liga, er
hós dags café.
Tá møtast vit í
café ini, sum er
á CBS fyri at
tosa og hugna
okk um,” sigur
Emil, ið eisini
varð valdur á
fyrsta sinni í nevndina síð s ta aðalfund.
Føroyska vinnan er blind
Eitt av endamálunum hjá Samvinnuni
er at lata eyguni á tí føroysku vinnuni
upp.
”Tað er ógvuliga hugstoytt at síggja,
hvussu líkasæl føroyska vinnan er fyri
lestrar umhvørvinum hjá føroyingum.
Sjálv sagt eru møguleikarnir nógv størri
her í Danmark, tá Danmark er meira
enn hundrað ferðir so stórt sum Før
oyar. Men fyri tað kann føroyska vin n
an gera nakað meir, enn hon ger í dag,”
sig ur Eva.
”Bara
tað
at
skriva
eina
kandidatritgerð um eina føroyska fyr
itøku tykist at
vera næstan
ó g j ø r l i g t .
S j á l v s a g t
skulu øll ikki
skerast yvir
ein
kamb,
men vanligi
hug burð ur in
hjá før oysk
um fyritøkum
er ”Hvat vilja
tit nú?”, tá
lesandi seta
seg í sam
band við seg.
Tað
sigur
seg sjálvt,
at um ein
møt ir slík
um hug burði
frá teim um
føroysku fyri tøkunu, hvørvur allur
áhugi fyri at skriva um. Harvið fer
eisini ein rúgva av potentiellari vitan
til spillis,” sigur Emil.
”Eitt dømi um, hvussu lítil áhugi
er í Føroyum, er, at ein vinmaður hjá
mær skuldi skriva sína kandidatritgerð.
Hann vildi ógvuliga fegin skriva um
eina føroyska fyritøku, og setti hann
seg tí í samband við eina rættiliga
stóra fyritøku heima í Føroyum. Heil
ar tríggjar ferðir skrivaði hann til
hesa fyritøkuna, um tey møguliga
vóru áhugað í at skrivað varð um
hana. Í sínum skrivi bjóðaði hann sær
at gera eina fulla greining av fyri
tøkuni. Hon vildi innihildið henta og
eventuelt týdningarmikla ráðgeving
og upplýsingar um fyritøkuna, sum
hon hevði fingið fulkomiliga ókeypis.
Ein greining, sum fyritøkur í Danmark
vildu goldið í dýrum dómum fyri. Tað
einasta, sum kravdist av fyritøkuni, var,
at hon setti tveir ella tríggjar tímar av til
við komandi og góvu honum nøkur tøl.
Hann fekk ikki so mikið sum eitt svar,”
sig ur Tróndur og ristir við høvdinum,
meðan hann heldur fram ”Tað ringasta,
sum kundi hent fyri hesa fyritøkuna,
var, at tey høvdu fingið eitt nýtt sýni
á fyritøkuna. Har var einki at tapa og
alt at vinna.”
”Í stuttum kann sigast, at tær
føroysku fyritøkurnar við slíkum hug
burði skjóta seg sjálvar væl og virðiliga
í fótin,” sigur Emil.
Føroyar tapa
Tað eru ikki einans tey lesandi og vinn
an, sum verða við sviðið soð við nú
vera ndi hugburði. ”Føroyaland kann í
síðsta enda standa eftir sum tann stóri
tap ar in. Um tær føroysku fyritøkurnar
ikki vakna og síggja virðið í teimum
les andi, er tað eisini sannlíkt, at tey
les andi í útlandinum ongantíð fara at
arbeiða fyri tær. Um tær donsku og
Vakna
– annars koma
vit ikki heim!
Tað er av alstÓrum Týdningi, aT vinnan í Føroyum vaknar og Fær eyguni
upp Fyri Tí ómeTaliga virðinum í Teimum lesandi uttanlands. annars Fær
Tað álvarsamar avleiðingar Fyri Tey lesandi, vinnuna og alT Føroya land.
HeTTa sigur Tróndur HenTze sørensen, sum er stigtakari og Formaður í
Felagsskapinum ’samvinnan’, sum er ein nýggjur Felagsskapur Fyri lesandi
á CBs, Tað sum Fyrr varð kallað HandilsHáskúlin í keypmannaHavn
Samvinnan:
Búmerkið hjá Samvinnuni