fríggjadagur 21. mai 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. mai 2010 · Nr. 84
16
Sosialurin
Nøvn
»Brátt er deyðanum um«, verður
tíðum tikið til og kunnu vit, sum
kendu Marjun staðfesta, at stutt er
frá einum virkisfúsum arbeiðslívi,
til at sjúka leggur ein til viks, og alt
varðar um dystin við lagnuna, væl
vitandi um hvørjir kostirnir eru.
Tó tað er í slíkum tíðarskeiðum
av lívinum, at vit einabest megna at
grípa løtuna, liva í løtuni, og njóta
løtuna, vitandi at tað er bert hana
vit eiga.
Hetta megnaði Marjun, ikki bert
hetta seinasta árið av æviskeiði
sínum, men alla ta tíð mær untist
at kenna hana sum starvsfelagi,
gjøgnum meir enn 20 ár. Hóast
hervilig sjúka nú rakti hana, gjørdi
hon tað hon gjøgnum alt lívið hevði
havt sum sítt fremsta mál, livdi
í samljóði við øll síni kæru, børn,
hjúnafelagar teirra, ommubørn,
systkin og øll teirra kæru.
Marjun Elida Joensen var fødd
í Klaksvík 23. apríl 1949, og gjørdist
sostatt 60 ár 23. apríl 2009, sum hon
andaðist 15. august 2009. Marjun
vaks upp úti í Krotugrøvini í Klaks
vík, elst í einum systkinaflokki uppá
6 hjá Jonu og Malvinus Joensen.
Mamman Jona var fødd í 1927 og
pápin Malvinus var føddur í 1928,
bæði vóru tey úr Klaksvík. Tey búðu
fyrstu árini í Krotugrøvini, beint
omanfyri barnaheimið hjá Jonu. Í
1967 fluttu tey í nýggj sethús, ið tey
lótu byggja við Bumshamarsvegin
í Klaksvík. Umframt Marjun eru
systr arnar Súsanna og Katrin,
sum báðar eru giftar og búgva í
Tórs havn, Bjarni og Davis, sum
bæði eru gift og búgva í Fuglafirði.
Tað var stórur smeitur fyri bæði
foreldur og systkin, tá tey mistu
systrina Kristinu, ið var gift og
búði í Tórshavn, og sum eftir stutta
sjúkralegu doyði av sjúku í 1990.
Eftir lokna skúlagongd byrjaði
Marjun sum 17 ára gomul í læru
í Sjóvinnubankanum í Klaksvík,
undir leiðslu av Mikkjal á Bergi.
Hetta var í 1966. Tá lærutíðin var
lokin, vóru boð eftir henni frá
høvuðsdeildini í Tórshavn, og flutti
Marjun tá til Havnar at arbeiða. Har
hitti hon mannin hon giftist við,
Knút í Gong, og fingu tey 3 synir.
Elsti sonurin Jón í Gong er fødd
ur í 1971. Hann er giftur við Elisu
Dam Joensen av Eiði. Tey eiga børn
ini Rasmus, Jonu og Dánjal, sum
eru ávikavist 12, 8 og 2 ára gomul.
Tey hava keypt sethús og búgva í
Hoyvik. Jón er álitismaður, og hevur
í mong ár siglt sum maskinstjóri hjá
Mærsk.
Mittasti sonurin Petur í Gong
er føddur í 1973. Hann er giftur við
Sonju Zacharissen úr Klaksvík.
Tey eiga børnini Elmar, Marjun
Elida og Malvinus, sum eru 12, 10 og
8 ára gomul. Tey búgva í nýggjum
sethúsum, sum tey fyri kortum
hava bygt beint omanfyri heimið
hjá Marjuni á Bumshamri. Petur er
stjóri í egnari fyritøku, MP Teknik,
sum hann eigur og rekur saman við
yngsta bróðuri sínum Malvinus og
øðrum. Petur er dugnandi leiðari, og
hava teir eftir fáum árum megnað
at gerast ein týðandi fyritøka í
Føroyum á sínum virkisøki.
Yngsti sonurin Malvinus í Gong
er føddur í 1976. Hann er giftur við
Henny Sofíu Vest úr Klaksvík. Tey
eiga børnini Kristoffur og Jóhannu,
ið eru 5 og 4 ára gomul. Tey búgva
í egnum sethúsum undir Brúnni í
Klaksvík. Malvinus er tøkningur og
arbeiðir hjá MP Teknik. Malvinus
er kendur fyri altíð at vera fúsur
til verka, uttan mun til nær boð
eru eftir honum, og hevur hann
ábyrgdina av tænastuveitingum
av tøkni til bæði skip, virki og ali
vinn una.
Fyrst í 1976 gjørdi Marjun av at
siga starv sítt í Sjóvinnubankanum
í Tórshavn upp, og flyta norður
aftur til Klaksvíkar við synunum
báðum og einum undir belti, eftir
hjúna skilnað. Foreldrini Jona og
Malvinus gjørdu beinanvegin rúm
fyri at tey komu at búgva hjá teim
um, og gjørdu tey stóra og góða
íbúð í undirhæddini í húsum sínum
til Marjun og synirnar.
Marjun var sera takksom fyri
stuðulin frá foreldrunum, og segði
hon fleiri ferðir seinni, hvussu
gott tað var at hava foreldrini til
hjálp ar, tá hon einsamøll og við
fulltíðar álitisstarvi skuldi fostra
3 smádreingir til mans. Nakað hon
eisini mintist tá foreldur hennara
gjørdust gomul og orkaðu minni
og minni. Tá yvirtók Marjun barna
heimið, og var um foreldrini Jonu
og Malvinus alla tíðina til tey doyðu
ávikavist í 2002 og 2006.
Eftir at hava fingið yngsta
sonin í apríl 1976, hugsaði Marjun
beinan vegin um at finna sær eitt
nýtt arbeiði í Klaksvík, so hon
kundi forvinna til lívsins uppi hald.
Hon plagdi at siga at barns burðar
farloyvi ikki var eins langt tá, sum
tað nú er vorðið. Ein mánað og so
aftur til arbeiðis vóru treytirnar,
og arbeiðstíðin var somuleiðis
munandi longri tá enn nú.
Tó ikki var sum at siga tað, at
finna arbeiði hjá einsamallari
kvinnu við 3 smáum børnum. Páp
in Malvinus gjørdi sær hetta til
bønar evni, at Marjun skuldi finna
eitt gott arbeiði. Ein dagin tekur
Malvinus, Knút Háberg, sum tá
var fyribils settur sparikassastjóri,
upp í bilin at koyra hann norður á
ferjuleguna. Teir tosa um ymiskt, og
fortelur Malvinus honum at Marjun
nú býr í Klaksvík, og at hon leitaði
sær eftir arbeiði.
Nakrar dagar seinni verður
ringt frá sparikassanum, har Marj
un verður biðin um at koma til
sam røðu. Hon fekk boðið starv,
og byrjaði hon soleiðis í lívsstarvi
sínum sum útlánsleiðari í Norðoya
Sparikassa tann 13. september
1976. Hon var í hesum starvi líka til
hon andaðist tann 15. august 2009,
og náddi tí bæði at halda 25 ára
starvsdag í 2001, og 30 ára starvs
dag í 2006. Pápin Malvinus greiddi
frá, at hann tók hetta sum eitt
bønarsvar.
Marjun fekk beinanvegin stóra
ábyrgd og nógv at gera í spari
kass anum. Skjótt komst eftir, at
talan var um ein rættuligan fong
hjá Norðoya Sparikassa at hava
fingið Marjun í starv. Hóast sín
unga aldur vísti hon ábyrgd og tók
ábyrgd. Hetta var jú tað hon var
vand og von við, og gjørdist hon
beinanvegin ein nátúrligur leiðari,
í eini tíð har tað var meira sjálvsamt
at kvinnum yvirhøvur góvust slíkt
høvi.
Ígjøgnum hesi stívliga 30 árini
hendi ógvuliga nógv í arbeiðinum
hjá Marjun. Frá at alt skuldi av greið
ast við hond, til nýggju tøknina har
alt antin verður gjørt sjálvvirkandi
ella av kundanum sjálvum. Slíkar
stórar broytingar krevja nógv av
starvs fólkinum, men Marjun ótt
aðist ikki broytingar. Kanska tí at
hon visti, at tað sum hevði stórstan
týdning var tað menniskjaliga, at
duga, at vilja og at elska at hava
við fólk at gera, og hjálpa teimum
í teirri støðu tey einaferð vóru í.
Marjun dugdi alt hetta, sum vit
onnur í dag ganga á skeið fyri at
læra, tað verði seg kundarøkt, at
seta kundan í fokus ella hvat vit nú
einaferð velja at kalla tað í dagsins
samfelagi.
Vit vilja øll verða góðtikin, vit
vilja øll verða avhildin, og vit vilja
øll hava at onkur skilur okkum,
og við støði í hesum er okkum til
hjálpar í tí okkum tørvar. At finna
slík eyðkenni hjá fólki kann vera
forkunnugt, men tá so er svitast
dygdin ikki. Soleiðis var Marjun,
hon hevði henda sermerkta egin
leika at skilja fólk, góðtók øll sum
tey eru, og tí hevði hon eisini so
avbera gott fólkatekki.
Tað ein er, nýtist einum ikki at
tosa um. Soleiðis dámdi Marjuni
als ikki at nakað skuldi gerast
burtur úr henni, nei hon gleddist
nógv meir um at tað gekk øðrum
væl. Minnist sostatt nógvar løtur,
har hon gjørdi meir enn vanliga
væntast av einum kundaráðgeva.
Tungar løtur tá deyði, sjúka ella
hjúna skilnaður vitjaði, har hon
saman við kundanum hóast sváru
um støðurnar fekk avgreitt tey
fíggjarligu viðurskiftini. Somuleiðis
gleðistundirnar, tá nýggju hús ini
stóðu liðug ella krevjandi út búgv
ingin var lokin. Minnist at ein flog
skipari einaferð fortaldi mær, tá
sein asti túrurin var flogin og próv
tøkan staðin, var hann ovurfegin
og mátti ringja og siga frá hesum
gleðitíðindum, og tann fyrsta hann
ringdi til var Marjun.
Soleiðis ynskja vit okkum, at slík
menniskju koma á okkara leið, og
tori eg væl at siga, at Marjun var eitt
slíkt menniskja, sum kom á leiðina
hjá mongum, har hon við sínum
serstøku menniskjaligu eginleikum,
lætta lyndi og dugnasemi mangan
var góð í ráðum. Ei undur í at eingin
hevði so mangar kundar at tosa við
sum hon, og hon gleddist yvir og sá
virði í hvørjum einstøkum.
Marjun var øll árini partur av
leiðaratoymi sparikassans. Hon
setti seg væl inn í viðurskiftini,
hevði avgjørdar meiningar og dugdi
væl at grundgeva fyri teimum, bæði
fyri og ímóti, um so var. Hon var
semjusøkjandi og visti, at tað sum
hevði stórstan týdning var ikki
at tøva í tí, men at handla og náa
úrslit.
Tí var tað einki meir enn nátúr
ligt, tá umboð fyri starvsfólkið á
fyrsta sinni skuldi veljast í nevnd
sparikassans í 1993, at hon var kosin
sum fyrsta starvsfólkavalda umboð
í nevndina. Hon sat tvinnanda val
skeið í nevndini ella 8 ár, men ynskti
at onnur skuldu taka yvir í 2000.
Marjun arbeiddi sostatt í fíggjar
vinnuni alt lív sítt í heili 43 ár. Tí tók
hon fyri fleiri árum síðani avgerð
um, at hon ætlaði at gevast tá hon
fylti 60 ár. Tá ætlaði hon at taka sær
meira av løttum og vera um tey 8
ommubørnini, sum eru í aldrinum
212 ár.
Tað gjørdist tíverri ikki sum
hon ætlaði, og vit høvdu unt henni.
Marjun kendi seg ikki so væl til
passar, og ein sólskinsdag í juni
2008 fór hon úr arbeiði til lækna.
Hon var send beinleiðis til víðari
kanningar, har tað skjótt gjørdist
greitt, at álvarsom sjúka hevði rakt
hana. Hon kom ongantíð aftur
til arbeiðis, tóat hon vitjaði inn
á gólvið í sparikassanum nakrar
ferðir, umframt at starvsfólk høvdu
høvi at vitja hana. Spakuliga gekk
aftur á hond likamliga, men kundi
hon gleðast um at hava øll síni
rundanum seg. Eins og hon so
mangan var tykkum góð og holl
í umstøðum, kundu tit nú fjálga
um hana, sum veikurin alsamt
link aði. Serstakt var at eyðleiða
sterku ættarbondini millum tykk
um systkin og børn hennara, ser
stak liga millum vinkonurnar og
mostrina Ellu og Marjun.
Tá eitt mannalív endar, er tað
gott at kunna siga takk. At kunna
takka fyri alt tað sum tann, ið farin
er undan, hevur verið fyri ein. Slíkt
takksemi rennur upp í hjørtum
okkara tá vit minnast Marjun,
og hvør gott tá at vita, at Marjun
var sera takksom fyri lív sítt, tað
hon hevði upplivað, og tað hon
hevði fingið givið. Góð foreldur
og systkin, 3 raskar synir og 8
elskulig ommubørn, men mest av
øllum eitt ævigt lív í trúnni á Jesus,
sum Marjun setti sítt álit á longu
á ungdómsdøgum, og sum hon
gjøgnum lívið hevði sína styrki og
gleði í, sum hon visti nú lívsneistin
skuldi slókna, at tað besta var eftir,
at møta Jesusi.
Kæru tit synir og øll hennara
kæru. Tit kunnu við stoltleika
og takksemi minnast Marjun og
alt hon var fyri tykkum, og hóast
saknurin framvegis er svárur,
kunnu tit liva við fullari vissu um,
at ein dag skulu tit møtast aftur.
Ærað verður minnið um mín
kæra vin og starvsfelaga Marjun
Elidu Joensen.
Eyðfinn Reyðberg
Minningarorð um Marjun E. Joensen, Klaksvík