fríggjadagur 21. mai 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 84 · 21. mai 2010
15
VIKUSKIFTI
Tað skolar millum teori og
praksis.
Tað er so endaleysa endaleyst
mill um ástøði og veruleika. Enda
leysari enn ævinleikin.
Herfyri vóru tveir fót bólts
venjarar í útvarpssendingini Vit
an. Sendingin var um fótbólt.
Tað var ikki eiti á, so nógv teir
báð ir venjararnir vistu um fótbólt
og fyrst og fremst um, hvussu het
ta ediliga spæl skal framførast – á
vøllinum.
Annar teirra er, framvegis,
venj ari hjá B36. Hjá B36, sum um
nøk ur fá umfør er aftur har, sum
Føroya meistararnir flaggdagin
vóru á ólavsøku í fjør. Á beinari
kós niðureftir.
Í fjør eydnaðist teimum tó at
bjarga á málstrikuni.
Sjálvandi kann professarin ikki
lastast fyri, at studentarnir duga
ikki at lesa.
Men, sum skrivað stendur,
teori og praksis eru ikki tað sama.
Held ur ikki í fótbólti.
Kreppan er komin í svára
kreppu, og eg valdømi ongan.
Løgtingið fór í summarfrí,
Kristi himmalsferðardagsaftan
sum ætlað eftir eina rúgvu av frá
vik um. Løgtingið er eitt frávik frá
viti og skili.
Tjaldið er hálað fyri. Tragiska
komed ian er liðug hesa ferð. Sum
vant var seinasta aktin nógv tann
longsta og tann stuttligasta. Men
eing in eykasýning bleiv. Eingin
bað um eykasýning.
Fallið tó ikki i fátt, góðu
veljar ar í øllum valdøminum.
Løg ting ið kemur aftur í býin við
teim um somu gekkunum, men við
nýggjum sketsjum um sama tema,
í seinasta lagi ólavsøkudag. Tá B36
er nummar 3+6 í Telefon deild ini.
Í hesum leikárinum hjá elsta
parlamentinum vóru 97 fram førsl
ur, sera fáar tó fyri fullum húsi, og
sketsjirnar vóru 445. Segði nakar,
at tingfólk hava einki at gera
og hava ikki upp borið 11 vikur
summarfrí? Nei, tað segði eingin.
Løgtingið, sum ger lógir, lurtar
ikki eftir løgfrøðini, men buldrar
bara ahead gjøgnum tóma loft
rúmið.
Og tinggáttin er lækkað. Gott
og væl úr hondum greitt snikk
ar a arbeiði til næstu ferð, val er í
hondum.
Spyrt tú meg, tað gert tú
sjálv andi ikki, men eg loyvi mær
kortini at svara, so eigur ting gátt
in at vera 101 prosent.
Og Tjóðpallurin kann sleppa at
eiga tinghúsið fyri einki, so er tað
útreiðsluneutralt. Atmosferan er
longu har í tinghúsinum.
Kreppan í kreppu, tí nú siga
tey, sum skilja tøl, at kreppan er
við at hasa av, við at missa takið.
Biðið fyri kreppuni, kanska tað
hjálpir henni at hóra so nøkun
lunda undan, so hon kann koma
sterk aftur um nøkur ár.
Kreppan hjá okkum her í
Føroyum kom sum vant uttan eftir.
Onnur hava, sum vant, skyld ina.
Tað einasta, vit kunnu gera, er at
halda lønini niðri, taka timeout
fyri ítróttarhøllina á Sandi og lata
danir yvirtaka veðr ið.
Vit byrjaðu við einari religión,
fót bólti, og enda við einari aðrari.
Kirkju fólk eru hálgvum firtin, tí
onk ur dummur fani hevur nevnt
Kristi himmalsferð og øskuna úr
Eyja fjalla jøkli í sama setningi.
Tey, sum tvætla við hasum,
fata ikki, at talan er um súm bo
likk. Tað er ikki orðarætt.
Hóast loftrúmið var stongt,
varð himmalsferðin hvørki útsett
alla avlýst. Kristus bíðar ikki eftir
next info. Hann fer.
Og heilagi andin kemur um
viku skiftið. Heldur ikki hann bíð
ar eftir boðum á heimasíðum ella
ókeypis lýsingum í fjøl miðlum
ella lobbyvirksemi hjá flog
feløgum, sum um nakr ar vikur
hava gjørt øskuna vanda leysa at
flúgva í.
Next info, no way. Øskan úr
Helviti forðar ongum himmals k
um flogferðum.
Frels okkum frá slíkum vána
lig um skemti og leið okkum ikki í
freist ing ar, so vit endurtaka tað.
Vit hava ivaleyst av
verðsligum skemti. Frels okkum
frá frávikum.
Frávík frá
viti og skili
UmaftUrafturum
høgni djurhuus
Skuldu kravt
endurgjald
fyri veðrið
fyri viku síðani skrivaði Sosialurin, at
landið hevur ikki longur ráð at gjalda
fyri veðrið. Játtanin til hetta er strikað.
Og vit kunnu bara siga, at tað bilar einki.
Hvat skulu vit brúka alt hetta vánaliga
veðrið til – og so enntá gjalda fyri tað. Vit
mæla til, at landið krevur endurgjald fyri
vánaliga veðrið, vit hava fingið í vár!
Spælararnir fáa onga hvíld
Hálvleikur kring vallirnar
Dimma.fo
Vóru nógv innkøst?
Vit spældu skeivt í seinna hálvleiki
Dimma
Og undirskot av konufólki
Nógv men minni sild við Føroyar
Portal.fo
Fjú! Skal helst ikki blíva
gerandisgestur
Sidney Lee ætlar sær ikki
at skora í Føroyum
Sosialurin
Umfatandi transportur
við Norrønu
Esbjerg kommuna vitjar
Tórshavnar kommunu
Vagaportalurin
Hevur tú hoyrt um vattpinnar
og ein gongutúr?
Leingist út í verðina at reinsa
eygu, oyru og sinni
Sosialurin
Sjálvandi! So kemur skil á!
Løgtingið vil hava størri vald
á uttanríkispolitikkinum
Kringvarp.fo
Ja, og tað hevur hann
gjørt í nógv ár
Fótbólturin rullar aftur í dag
Sportal.fo
Rúmdarfarið ella
mentanarhúsið?
Atlantis á seinastu ferð síni
Portal.fo
Ja, okkurt má gerast!
Føroya Javnaðarflokkur skiftir
navn til Javnaðarflokkurin
Vagaportalurin
Skjótari ella meira?
Seinast í mánaðinum verða tvey
skeið í skjótlesing, og tað ber
lættliga til at tvífalda lesingina.
Sosialurin
Kundi løgtingið ikki
gjørt tað sama
Edmund og Høgni veksla
stemmur um til pengar
Norðlýsið
Kross og bolli
Bowlingvinningur til Bláa Kross
Sosialurin
ranga
í
strúpan
Ein maður, sum skuldi
sína árligu ferð til spania,
kekkaði inn á flogvøllinum.
hann hevði tvey kuffert við
– eitt reytt og eitt svart.
- Eg vil gjarna hava, at tit
senda tað reyða kuffertið
til spania, og tað svarta
til guatemala, segði
maðurin við kvinnuna, sum
skuldi kekka hann inn.
- Tíverri, tað ber ikki
til, svaraði hon.
- Tað var eg glaður at hoyra,
tí tað gjørdu tit í fjør.
Eitt sindur av skili í
Í ukraina er verðin ikki farin heilt av lagi. her síggja vit tey gera
seg til reiðar til eina móttøku fyri ryssusja forsetanum dmitry
Medvedev. Menninir skulu ganga á tí reyða løbaranum, og teir
pyntaðu hermenninir skulu halda vakt í stívasta galla. Og ja,
kunnu vit ikki líka fáa tvær vaskikonur at gera klárt eisini...
Kekka
inn
Mynd: Polfoto