Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-21, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. mai 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 21. mai 2010 · Nr. 84 Sosialurin Tórshavnar Kommuna hevur lagt bæði væl av pen­ ingi og arbeiði í at skapa sera dámligar karmar fyri marknaði í Vágsbotni. Hesin marknaður er aldargamal, og mong góð máltíð er handlað har. Ein og hvør vøra hevur kunna handlast. Fyrr varð fiskurin blak­ aður á keiina og so seldur. Ongin hugsaði um, um keiin var spulað rein áðrenn, og eg veit ikki um nakrar reklamasjónir. Um so var, so veit tú eisini hvørjum tú keypti frá. Beinleiðis handil í millum veiðimann ella framleiðara og brúkara. Heilsufrøðiliga Starvsstovan! Nú sølukarmarnir eru vorðnir so ótrúliga nossligir og vakrir við taki yvir og vaskimøguleikar kemur Starvstovan, sum ketta upp úr høvdatrogi, og for­ bjóðar næstan allari sølu í Vágsbotni. Hvørja ferð seljast skal, noyðist seljarin at fáa søluloyvi frá Snarskivuni ella pisshúsinum í Vágs­ botni. Verður hav hestur seldur skal eitt stórt skelti hanga har á stendur, at vør­ an ikki er hagreidd sambart góðkenning! Ræstur fiskur kann ikki seljast, tí skorið er í fiskin. Sambært hesum er heldur ikki loyvt at selja blóðgaðan fisk, og enn minni kruvdan fisk, og als ikki kjálkar. Hvussu fer at vera við nátunum í heyst er ikki trupult at gita. Í flestu donskum býum er marknaður hvønn leygar­ dag, har tú fært bæði eitt og annað, og ongin myndug­ leiki blandar seg uppí. Her má broyting koma í. Løgtingið eigur at broyta lógarstøði soleiðis, at beinleiðis søla innalands ikki er undir H. S. Annars kemur gamla eyknevnið fyri Heilsu frøði­ ligu Starvs stovuni veruliga til sín rætt. Tað eyknevni er Heilsu­ skaðiliga Starvsstova. Vónandi vera gamlar og dámligar siðvenjur ikki dripnar av misfataði heilsutrygd og býttligum kunngerðum. E.S. Síðani hetta varð skrivað fyri eini 6 vikum síðani hevur Heilsufrøðiliga Starvsstova slakað viðvíkj­ andi góðkenning í Kirkjubø, og kanska eisini um øll vesini í Skúgvi. Nú er tíð til at slaka í Vágsbotni eisini. Heilsuligt ørviti Hanus Vang keypari Eg havi í mong ár saknað hollan kunnleika um tað sum tá hendi. Eg havi roynt at fingið løgtingið at játta pening til Føroya Lands­ bókasavn, so tað bar til hjá teimum at gera bløðini teldutøk. Tá kundu øll sitið við sína teldu og hugt eftir, hvat ið henda ríka sam­ tíðarkelda til føroyska søgu, sum bløðini eru, kann siga okkum. Men politisku flokkarnir á tingi vilja ikki játta ta lítlu upphædd, sum hevði gjørt hetta møguligt. Tað ber ikki til hjá mær at gera øll bløð og allar aðrar keldur til Føroya søgu atgeingiligar. Onkustaðni skal herjast á, og eins og Johan Petersen haldi eg at 14. september 1946 er ein dagur, sum hevur uppi­ borið at verða lýstur nærri. Eg havi lisið nógv, sum skrivað er um henda dag, men havi í stóran mun saknað viðgerð av keldutilfarinum. Hetta kunnu bæði Johan og eg harmast um, men tað er ikki nóg mikið at grenja. Onkur má gera nakað við hetta, og tá tað ikki sá út til at Johan fór at gera eitt keldusavn, so fór eg sjálvur undir hetta møtumikla arbeiði. Tað sum ræður um í slíkum arbeiði er at fáa alt við, sum yvirhøvur kann lýsa málið. Eg fekk mær tí fyrst skjalainnlit í málsviðgerðina í forsætisráðnum. Teir brúktu eisini útklipp úr bløðum, og tá eg sá hetta fekk eg mær avrit av øllum tí, sum er skrivað í føroyskum og donskum bløðum um fólkaatkvøðuna. Roynt er at fáa alt tilfarið við. Johan ber ótta fyri, at Andras Samuelsen fer at vera við skerdan lut í hesum savni. Men eg veit jú, at onkur kann halda so vera, og júst tí havi eg gjørt nógv burturúr at taka alt við har Andras er nevndur. Øll orðaskifti á løgtingi, har hann tekur lut, eru endurgivin. Tað hann segði í sambandi við at hann 6. oktober 1930 var við til fyrstu ferð at samtykkja á tingi at halda fólkaatkvøðu um samband við Danmark, er við. Tey rósandi orðini, sum Hilbert sigur honum á fráfaringarsamkomuni í mars 1946; greinirnar, hann skrivaði um summarið 1946; tað at hann er røðari á fundi hjá heimamissiónini á Gøtueiði annan hvítu­ sunnudag; hansara orð til donsku bløðini eftir fólka­ atkvøðuna, tá hann ikki longur sigur seg umboða Sambandsflokkin, men ein spildurnýggjan flokk, sum eitur Samstarvsflokkurin! Alt hetta kann tann síggja, sum við ansni lesur keldusavnið. Tað er eyðsæð, at einki keldusavn er fullkomið. Tað kann altíð koma meir afturat. Men tá bókin var komin upp um 800 síður, helt eg, at nú hevði eg fingið ta bókina, sum segði mær og allarhelst flestu øðrum nóg nógv um fólkaatkvøðuna, og at tey, sum hildu tørv vera á fleiri keldum, kundu taka yvir. Tað gleðir meg, at Johan er fúsur til at taka upp hetta starv, og handi eg honum tí kyndilin, so hann kann bera hann fram móti nýggjum hæddum! Enn ein tøkk! Zakarias Wang Enn einaferð má eg takka skyldmanninum Johan Petersen fyri at hann so ótroytttiligur heldur uppi minnið um tann stóra dagin í Føroya søgu, sum tann 14. september 1946 var Vestara vág í Havn Tá ítróttarhøllin í Hoyvík varð tikin í nýtslu fyri átta árum síðani, hevði hetta sera stóran týdning fyri bæði Hoyvíkina og høv uðs­ staðarøkið annars. Fólkatalið í økinum – og serliga í Hoy­ vík ini – er sera nógv vaksið seinnu árini, og tí var al neyð­ ugt at fáa eina høll upp at standa. Hetta hendi í 2002, tá Hoyvíkshøllin stóð liðug. Skjótt gjørdist tó greitt, at hølisviðurskiftini rund­ an um sjálva høllina ikki vóru nøktandi, tí bæði um­ klæðingarrúm, baðirúm, wc og gongdir vóru alt ov smá í mun til stóru nýtsluna av høllini. Eisini hevur tørvur verið á einum duri, soleiðis at fólk ikki koma beint inn í høllina uttanífrá. Sum formaður í byggi­ og býarskipanarnevndini og varaborgarstjóri í Tórshavnar Kommunu frøðir tað meg, at eitt samt býráð tók undir við ætlanini at útbyggja høll­ ina, so hon gerst meiri savn­ andi fyri alla Hoyvíkina. Hetta er eisini fult í tráð við býarplanleggingina uppi í Hoyvík og fer at hava sera stóran týdning fyri bæði tað ítróttarliga og sosiala lívið í býarpartinum. Projekteringin tekur upp til tveir mánaðir, og arbeiðið verður boðið út í innbodnari lisitatión í summar. Eftir at útbyggingin og umvælingin av Hoyvíks­ høll ini nú er komin upp á pláss, stendur Ítróttarhøllin á Nabb fyri tørni. Eisini her er bráðfengis tørvur á um­ væling. Eg ivist ikki í, at eins og eitt samt býráð hevur tikið væl ímóti dagføringini av Hoyvíkshøllini, so verður uttan iva tikið væl ímóti at fáa nakað gjørt við “Grønuhøll”, sum hevur alstóran týdning fyri alt ítróttarligt eins og sosialt lív í kommununi. Tá hetta er gjørt – og hav­ andi í huga, at Neistin fer undir at byggja høll í vestur­ bý num, sum kommunan stuðl ar við 7,25 mió. krón­ um – fara karmarnir fyri ítróttarliga virksemið í komm ununi at vera ómeta­ liga góðir í mun til í dag. Hetta frøðir bæði meg sum borgara og býráðspolitikara. Sum formaður í byggi­ og býarskipanarnevndini fari eg at nýta høvið at takka øllum býráðslimum fyri, at tit tóku so væl undir við ætlanini um at betra ítróttarligu karm­ arnar í Tórshavnar komm­ unu. Nú sølukarmarnir eru vorðnir so ótrúliga nossligir, kemur Starvstovan, sum ketta upp úr høvdatrogi, og for bjóðar næstan allari sølu í Vágsbotni. Høllin styrkir Hoyvíkina Bogi Andreasen varaborgarstjóri og formaður í byggi- og býarskipanarnevndini Tórshavnar kommuna