fríggjadagur 21. mai 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 84 · 21. mai 2010
14
VIKUSKIFTI
til arbeiðis
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hon er uppvaksin í Nólsoy, har hon sleit
sínar barnaskógvar og gekk síni sjey ár
í skúla. Foreldrini vóru Lisa og Eirik ur.
Tey vóru fýra systkin, tvær systrar og
tveir brøður, og hon var næst elst. Við
fýra árum ímillum misti hon í 1984 og
1988 báðar beiggjar sínar, fyrst Boga
og síðan Torleif. Báðir druknaðu í Dan
mark. Tá hon var 15 ára gomul, fóru
fo r eldur hennara frá hvørjum øðrum,
og mamman flutti niður til Danmarkar
at búgva. Í 1995 misti hon pápa sín sum
doyði bert 58 ára gamal. Tá hon gjørdist
vaks in, giftist hon og fekk saman við
ma nni sínum Bent tríggjar synir. Sum
ár ini gingu, helt hjúnarlagið ikki, og
hon og maðurin fóru hvør til sítt.
– Jú, man hevur fingið nakrar smeitir
í lívinum, og onkuntíð kundi tilveran
kenn ast tung. Men gamalt er, at tað, sum
ikki knúsar teg, styrkir teg. Lívið hevur
lært meg at liva í nú’inum og síggja posi
tivt upp á tilveruna. Tað er so skjótt, at
alt kann halda uppat. So, hví ikki royna
at fáa sum frægast burtur úr. Í dag eigi
eg tríggjar vaksnar synir. Hin elsti er 29,
og hin yngsti fyllir 20. Eg eigi eisini ein
ommu son, sum er seks ára gamal, og
hann er eitt tað besta, sum er hent mær.
Kvinnan, vit práta við, er Gunnvá
Eiriks dóttir, sum í ár fer um tey fimmti.
– Eg havi dagligt samband við systir
mína Anniku, sum býr í Danmark, har
mamma mín eisini býr. Eg havi eitt ar
beiði, sum eg elski, og her hitti eg nógv
fólk. Hetta er tað, sum mær dámar, sigur
hon.
Handilsleiðari
Í umhvørvinum á Sandvíkarhjalla er
Gunn vá Eiriksdóttir eitt kent andlit.
Hon hevur arbeitt í Vøruhúsinum
seinas tu 12 árini – ella síðan hin 6.
apríl í 1998.
– Seinastu árini havi eg havt starv
sum handilsleiðari í búnýtisdeildini í
Vøru húsi num. Eg taki mær eitt nú av
inn keypi, ymiskum dagligum uppgávum
og viðskiftatænastu. Vit eru trý fólk á hesi
deild ini í Vøruhúsinum, og aftrat okkum
hava vit skúlanæmingar at hjálpa til, tá
dagur in líður.
Hon sigur, at samlaða talið av starvs
fólki í Vøruhúsinum í dag liggur um 30.
– Tey fyrstu árini, eg arbeiddi á Sand
víkar hjalla, búði eg í Nólsoy og sigldi
ímill um við Rituni, men seinnu árini havi
eg búð í Havn. Eg hevði slett einki ímóti
at sigla, men dagurin gjørdist longri.
Ung til arbeiðis
Sum blaðung genta byrjaði Gunnvá
at arbeiða í kioskini hjá gubba sínum
Klæmin ti í Nólsoy, og tá hon var eini
1617 ára gomul, arbeiddi hon eisini í
um leið eitt ár hjá Sam Olsen í Havn.
– Hjá Sam Olsen seldu vit alt millum
himm al og jørð – ja, heilt frá rívum til
ljósa krón ur. Soleiðis var hesin handilin
ikki ólíkur búnýtisdeildini í Vøruhúsinum,
sum kortini er nógvar ferðir størri.
Gunnvá dámar sera væl at arbeiða
inn an handilsvinnuna og at hava við
fólk at gera.
– Eg kundi slett ikki hugsað mær
ann að arbeiði. Tú møtir nógvum fólki,
og tey allar flestu eru positiv. Og tó; tú
fært kanska okkurt glepsið av og á, men
tað er undantakið. Mær dámar eisini sera
væl at læra um vørurnar, bæði verandi og
nýggj ar vørur. Hetta er ein áhugaverdur
heim ur. Í búnýtisdeildini hava vit eitt vel
duga stórt úrval – ja, vit hava næsta alt
undantikið livandi grind, sum Gunnvá
bros andi tekur til.
Ung á háskúla
Sum ung gekk Gunnvá Eiriksdóttir á
há skúla í Havn, har hon tók tvey skeið.
Sein ni var hon saman við eini vinkonu
á einum musikháskúla í Åsane í Noregi.
Í Noregi var hon í eitt ár tilsamans.
– Mær dámdi ógvuliga væl há skúla tíð
ina, bæði í Føroyum og Noregi. Fólk vóru
serstakliga blíð og fyrikomandi, og eg havi
alt gott at bera norska fólkinum. Bæði á
skúlanum í Havn og í Åsane vóru næm
ing ar úr ymiskum londum, og í Åsane vóru
umframt norðmenn, eisini næm ing ar úr
eitt nú Íslandi, Peru og Sri Lanka.
Eftir at Gunnvá giftist Bent Berg, búði
hon saman við manni og børnum í seks ár
í Åbyen, beint uttanfyri Hirtshals.
– Meðan vit búðu í Danmark, tók eg 9.
og 10. flokk, og seinni tók eg eisini nakrar
læru grein ar á HFstigi. Eitt skifti arbeiddi
eg eisini á havnaresturatiónini í Hirtshals.
Áðrenn vit sleppa øllum tí, sum Gunn
vá hevur fingist við gjøgnum árini, eigur
at nevnast, at hon í sínari tíð vaskaði á
Tekniska Skúla í Havn í samfull 11 ár.
Hetta var kvøldarbeiði, og eg hevði
líka sum ein bygning fyri meg sjálva,
sigur hon.
Fluttu heimaftur
Tá familjan flutti heimaftur til
Føroya at búgva hin 1. juni í 1997,
fluttu tey út til Nólsoyar at búgva.
Her búðu Gunn vá og maðurin saman
við børnum sín um í nøkur ár, til
hjúnarlag teirra ikki helt meiri.
– Fyrrverandi maður mín verður
altíð ein partur av okkum, tí vit eiga
børnini sam an, sigur hon.
Seinastu árini hevur Gunnvá búð
saman við Jóannesi Mouritsen.
Gunnvá Eiriksdóttir hevur verið
gjøgn um nógv í lívinum, men sum
hon sjálv sigur í samrøðuni, hevur
hetta gjørt hana til tað menniskja, hon
er í dag.
– Eg eri glað fyri lívið og tilveruna,
tó at løtur stundum kendust tungar,
sigur hon.
- Lívið hevur lært meg at liva í
nú’inum og síggja positivt upp á
tilveruna, sigur Gunnvá Eiriksdóttir
mynd: vilmund jacobsen
til arbeIðIs
starv: Handilsleiðari
besta við starvinum: Samskifti við fólk
ringasta við starvinum: Elski mítt starv!
starvstíð: 12 ár
starvsfólk: 30
staður: Sandvíkarhjalli
stjóri: Jóannes Mouritsen
fakta Gunnvá Eiriksdóttir
- Eg kundi slEtt ikki hugsað mær annað arbEiði. tú møtir nógvum fólki, og tEy
allar flEstu Eru positiv. og tó; tú fært kanska okkurt glepsið av og á, mEn tað Er
undantakið, sigur handilslEiðarin í búnýtisdeildini í vøruhúsinum á sandvíkarhjalla
Lagnan lærdi meg lívið