fríggjadagur 21. mai 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. mai 2010 · Nr. 84
14
Sosialurin
Kjak
Í Sosialinum hósdagin las eg
ein stubba, sum Dan Reinert
Petersen hevsi skrivað: »Tá
nationalisman gerst ein forð
ing fyri upplýsing« . Hann
vísti á, at tann skrivimáti,
sum teir brúka í atlassinum
hjá Skúlabúkagrunninum,
kann forða fyri, at næmingar
og fólk, sum leita sær kunn
ing á netinum, finna tað,
ið tey leita eftir. Sama við
leiti skipanum, sum skúlar
hava.
Dømið var um ein næming
í 3. g, sum leitaði eftir tilfari
til uppgávu um Cuba. Tá
leitað var eftir Cuba (skrivað
rætt soleiðis sum fólk á Cuba
skriva tað), so var einki at
finna. Leitiskipanin krevur
eitt K-, um tú vilt finna nakað
við C-.
Hetta hevur fingið Birgir
Kruse at seta eitt svar saman,
sum skal forsvara tað gamla
atlassið, har Cuba verður
skrivað við K-. (á Vága por tal-
inum 18.5.2010)
Argumentini halda ikki
Svarið er ikki stuttligt. Tað
er óhóskandi. Eg vil meina,
at vit hava loyvi at vænta
og krevja meira av einum
ritstjóra í landsforlagnum
Skúlabókagrunninum, sum
hevur átikið sær at stíla fyri
einum nýggjum altassi.
Kruse vil prógva, at »eft ir
ein minutt, og uttan at flyta
okkum úr stólinum, funnu …
vit fram til hópin av Kuba-
nøvnum í cyberspace«. Tað
ljóðar flott og líkatil.
Kruse hevur ikki
skilt spurningin
Leitað var ikki eftir Kuba-
nøvnum, men eftir tilfari
(upplýsing, informatión) um
landið Cuba (sum Kruse vil
stavað við K-). Tað er munur
á! Henda misskiljing ger so,
at restin av tí, sum Kruse
skrivar, einki hevur upp á
seg, hvørki sum argument
ella upplýsing. Ein skeivur
spurningur kann aldri geva
nakað rætt svar!
Nú Kruse peilar eftir
Kuba-nøvnum og ikki upp-
lýsing og informatión um
Cuba, so roynir hann at vísa,
at tað er líka gott, kanska
best, at stava Vest Indiska
land ið: Kuba.
Prógvið er ein listi, sum
vísir
hvussu
hetta
land
verður stavað á ymiskum
mál um. Eini 50 mál eru á
listanum, 15 brúka C-, eitt
brúkar G- og øll hini K-. Flest
mál á hesum lista brúka K-.
Kinesiskt hevur
ikki bókstavin K
Men er hetta nú rætt sett
upp? Nei, tí ein stórur partur
av K- málunum, sum Kruse
reksar upp, brúka slett ikki
latínska alfabetið. Kinesiskt,
japanskt og koreanskt hava
slett ikki bókstavir sum vit,
men skrifttekn. Grikskt, bulg-
arskt,
russiskt,
ukrainskt,
hebra iskt, georgiskt, ar menskt
og nógv fleiri hava eitt annað
alfabet enn tað latínska,
sum vit brúka. Hatta eru øll
translittereraði
ella
tran-
skriberaði (umskrivaði) døm-
ir, og kunna í hesum føri ikki
brúkast til nakað sum helst.
Stakkals næmingur í 3.g,
sum fer inn á eina kinesiska
heimasíðu og leitar eftir
tilfari um Cuba ella Kuba.
Kartveli, thai ella koreanskt
munna eisini vera heldur
torfør at fáa nakað burtur
úr.
Scots gaelic, chinese
og franco-provencalskt
Kruse vil bara síggja K- í
før oyskum
landanøvnum,
men ikki C-. Hann roynir at
undir byggja hetta við einum
longu m lista av nøvnum á
málum, sum verður talað í
hes um ymisku londum. Hes-
in listin við málum inni held-
ur hópin av C-.
Nøkur dømir úr listanum
hjá Kruse: Scots gaelic, dutch,
chinese,
franco-provencal,
french. Her er C- knappliga
nóg gott. Ella er tað? Ella
hevur Kruse bara gloymt at
umseta hetta úr eingilskum?
Tað man vera so, tí har
eru eisini bæði W- og Z og
Ukrainian, sum annars eru
bannlýst í skúlabókagrunna-
føroyskum.
Men rætt skal vera rætt.
Av germanskum málum (sum
føroyskt er partur av) so eru 3
(trý), sum skriva Cuba við K-.
Tað eru afrikaans, týskt og
svenskt. Men hvat prógvar
tað?
Listar
og
tilvildarlig
google-uppsløg prógva einki.
Hetta má vera eitt val
millum
høvuðsprincippir
og leiðandi sjónarmið.
Eg taki fult undir við sjón-
armiðunum hjá Dan Reinert
Petersen, lærara.
Tað fremur onga upp-
lýsing at forbjóða nøkrum
latínskum bókstavum í Før-
oyum.
Tað er ikki til nakað gagn
at grava gamlar og avoldaðar
navnaformar fram úr ís-
lendskum miðaldarsøgum.
Tað er meiningsleyst at
»umseta« hissini staðanøvn
í Afrika ella aðrastaðni til
føroyskt.
Eitt nútíðar føroyskt atlas
skal vísa nútíðar føroyskum
skúlabørnum, hvussu okk-
ara nútíðar heimur er sett ur
saman við teimum staða-
nøvnum, sum eru galdandi í
nútíðini.
Fyrsta høvuðsreglan
er…
Fyrsta høvuðsreglan eigur
sjálvandi at vera, at vit
respek tera navnasiðin og
stavimátan, sum tey ymsu
londini sjálvi brúka í dag,
eins og vit vænta, at onnur
mál royna at respektera
føroyskan navnasið.
Tí eigur Cuba at stavast
Cuba, tí spanskt er málið í
landinum. Spanskt brúkar
latínska alfabetið, og tí er
upp á ongan máta neyðugt
at broyta, forbetra, umseta
ella umskriva til føroyskt ella
pseudo-føroyskt.
Tað var tann tíð, tá børnini
í Eysturbýnum í Havn vóru
frammarlaga, tí tey høvdu
nýggjan stóran skúla og
hartil vítt øki við stórum
leikvølli, ið hoyrdi til skúla
og grannalag.
Har varð leikur og spæl
bæði tíðliga og seint, og børn
úr Stoffalág Bóltfelag og
øðrum grannalagsfeløgum
stóðu seg væl í kappingum
bæði á hesum vølli og í
ítróttarhøllini. Tann sonevndi
Sandvøllurin gjørdi mun.
Men tíðin fór frá honum.
Tá fyrsta og annað graslíkið
komu í Gundadali, var Sand-
vøllurin ongin luksus longur.
Lívið minkaði á honum,
og til endans var hann eitt
oyðið ítróttapláss við lítlum
týdningi fyri grannalag og
skúla.
Børnini, sum lærdu síni
kynstur á Lutzenstrøð, eru
langtsíðani
flogin,
men
onn ur eru komin í staðin,
og
Eysturskúlin
er
her
enn. Hann er umvældur av
einslistum mestsum allur,
sum hann er, og boðin fram
at hýsa felags 10. flokki í
Tórs havnar kommunu, tá
skúlaárið byrjar aftur.
Økið, sum vøllurin er á, er í
síni tíð ognartikið til endamál
hjá Eysturskúlanum. Nú 10.
floks tilboðið hevur verið til
umrøðu, kom rættiligt lív í
málið um at dagføra ítrótta-
vøllin, so hann aftur verður
til nyttu hjá skúla og granna-
lag. Býráðið samtykti ein-
mælt hós kvøldið at leggja
gras líki á vøllin í summar,
fyrst og fremst til frama fyri
tey ítrótta tilboð, sum skúlin
vil veita.
Vøllurin kann sjálvsagt
brúkast til ymsan ítrótt.
Hann hevur ongantíð havt
fulla stødd sum fótbóltsvøllur
og fær tað heldur ikki, tí so
stórt er plássið ikki. Men
hann er ivaleysa stórur til
skúlabrúks og barna- og
ungdómskappingar. Lítil ivi
er heldur um, at hann aftur
verð ur ein savningardepil
fyri børnini á leiðini.
Stórt trýst er á fótbólts-
vallirnar í Havnar kommunu.
Tað gongur striltið hjá teim-
um gomlu feløgunum at
útvega nóg nógvar tímar,
og hjá nýggjum feløgum er
stríggið yvirhøvur at sleppa
upp í part.
Óhugsandi er ikki, at
tann dagførdi vøllurin í
Eyst urbýnum eisini kann
lætta eitt sindur um tað stóra
trýst, sum er á Gundadal og
Argir. Graslíkið verður fyrsta
floks. Líka gott sum tað besta
aðrastaðni. Og umhvørvið er
frálíkt.
Jógvan Arge
formaður í mentamálanevnd
Tórshavnar býráðs
Dagførdur ítróttavøllur í Eysturbýnum
Eitt lítið hóskandi svar frá Birgir Kruse
Svarið
er ikki
stuttligt.
Tað er
óhóskandi.
Rolf Guttesen
rolfg@setur.fo
Óhugsandi er ikki, at
tann dagførdi vøllurin í
Eyst urbýnum eisini kann
lætta eitt sindur um tað
stóra trýst, sum er á
Gundadal og Argir.