fríggjadagur 21. mai 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 84 · 21. mai 2010
13
VIKUSKIFTI
Føroysk landanøvn longu í 1990
Føroysk nøvn á londum og plássum í heiminum hava verið nógv
umrødd, síðan Heimsatlasið kom út í 1993. Men longu í 1990
gav Føroya Skúla bóka grunnur út bókina, Heimurin, sum nevndi
heimsins lond á føroyskum.
Í yvirlitinum eru landanøvnini skrivað á før oyskum,
við staðbundna forminum og á enskum.
fakta Føroysk landanøvn
nú heldur Japan uppá, at havið vestan
fyri Japan skal eita Japanshav, meðan
Suður korea og Norðurkorea vilja
kalla tað Eysturhav. Tá føroyingar
róðu út í Grønlandi, góvu teir fleiri
av víkunum føroysk nøvn og skrivaðu
tey eisini í klettar. Sjálvt navnið Før
oyingahavnin sigur jú eisini alt um,
hvør tók land har.
Eisini danskarar hava verið
gramm ir at festa donsk nøvn á
Grøn land. Í Norðurgrønlandi eru
land øki uppkallað eftir monnum
sum I.C. Christensen og Johannes
V. Jensen, og støð eita enn á kortum
bæði Kaffeklubben, Dagmars Ø og
Dan marks strædet. Høvdu danskarar
hevds rættin í huga, tá teir settu
nøvn á hesi plássini? Soleiðis hevur
navna gáva ið hvussu er søguliga verið
brúkt, eisini tá til dømis hálend ingar
doyptu ein amerikanskan bý New
Amsterdam, ið tó seinni fekk navnið
New York.
Ongi regluføst atlas
Nú verður so nýtt føroyskt atlas gjørt,
og spurningurin er, hvussu langt farast
skal at geva heimsins londum, býum
og plássum týdd heiti og nøvn, ið eru
lagað til føroyska stavseting. Summi
ynskja sær, at mátin, hetta verður
gjørt uppá, er púra reglufastur. Men
tann upp gávan er vónleys at loysa,
siga Niels Petersen og Birgir Kruse,
tí í ong um atlasi yvirhøvur ber til at
finna ein reglu fastan hátt at seta orð
á heim in. Gjørt varð eisini vart við
hetta í Heims atlas inum longu í 1993.
Í fororðunum til atlasið stendur, at
navnagávan er gjørd soleiðis, sum hon
plagar at verða gjørd í øðrum londum.
Høv, flógvar, víkir, firðir, sund, fjøll,
nes, høvdar, vøtn, áir og oyðimerkur
eru týdd, eins og landanøvn og nøkur
heilt fá býarnøvn eru føroyskað.
Í týðing unum hevur støðið verið
føroyskur navna gávu siður. Og síðan
stendur: »Í øðrum lagi hava vit hildið
okkum til norður lendskan sið, síðan
evro peiskan, í summ um førum eisini
stað bundnan navna sið.«
Hetta vísir, at navnagávan er als
ikki konsekvent. Í útgangsstøðinum
er hon føroysk, men síðan otar hon
seg út í norðurlendskan sið og haðani
longur út í heim. Teir báðir vísa á, at í
norður lendskum atlasum verður fyrst
og fremst brúkt stavseting, sum hev
ur norðurlendskt snið, og har hendan
stav setingin ikki røkkur, verður stav
set ingin ofta ensk ella týsk. Við øðrum
orðum sært tú donsk atlas á donskum,
norsk atlas á norskum og svensk atlas
á svenskum, áðrenn tey flyta seg út í
enskt, týskt ella staðbundin mál.
– Meira tú blaðar í ymsum
atlasum, týðiligari sært tú, at ongin
konsekvensur er í navnagávuni á
nøkrum máli. ST fundast javnan um
at finna meginreglur fyri navnagávu,
men finnur ikki fram til semju, og
tað vísir, at spurningurin er rættiliga
torgreiddur. Spurningurin nú er, hvar
tolmarkið fyri føroyskari stavseting
og týðing man vera eftir 17 ár við
fyrsta føroyska atlasinum. Skulu
summi heiti, sum funnist hevur verið
at, broytast, ella er stundin komin at
fara longur í arbeiðinum at føroyska
heimin, spyrja Niels Petersen og
Birgir Kruse.
Nøkur dømi um nøvn frá 1990:
Føroyskt
Á staðnum
Enskt
Albania . . . . . . . . . . . Shgiperia . . . . . . . . . . . . Albania
Finnland . . . . . . . . . . Suomi. . . . . . . . . . . . . . Finland
Grønland . . . . . . . . . . Kalaallit . . . . . . . . . . . . Greenland
Japan . . . . . . . . . . . . Nippon . . . . . . . . . . . . . Japan
Marokko . . . . . . . . . . Al Maghrib . . . . . . . . . . . Marocco
Libanon. . . . . . . . . . . Lubnan . . . . . . . . . . . . . Lebanon
Russland . . . . . . . . . . Rossijskaja . . . . . . . . . . . Russia
Svøríki . . . . . . . . . . . Sverige . . . . . . . . . . . . . Sweden
Niels Petersen, stjóri á Føroya Skúlabókagrunni, og Birgir Kruse, ritsjóri á nýggja føroyska atlasinum.
mynd: jens kristian vang