fríggjadagur 21. mai 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 84 · 21. mai 2010
17
VIKUSKIFTI
út lendsku fyritøkurnar haraftrat fyrst
hava fingið fatur á teimum føroysku
les andi, so verður tað torført at fáa tey
heim aftur til Føroya seinni. Tapið, við
at føroyingar ikki flyta heimaftur, er
sum øllum kunnugt ómetaliga stórt,
og kemur tað føroyska samfelagið at
standa eftir sum tann stóri taparin,”
sig ur Eva.
Danska vinnan í harðari
kapping um tey lesandi
”Tað er ótrúliga løgið at síggja, hvussu
stór ur munur er á sjónarmiðnum hjá
vinn uni í Danmark og í Føroyum á tey
les andi. Her í Danmark verður tað av
sonn um fjálgað um tey, og kappast tær
ymisku fyritøkurnar á allar møguligar
hættir fyri at vera fyrst at fáa fatur á
teim um. Í Føroyum verða tey í roynd
og veru meira sædd sum eitt haft um
bein ið, har tey sjálvi mugu berja seg
inn á arbeiðsmarknaðin,” sigur Tróndur.
”Ja,” skoytir Eva uppí ”Eitt nú á
Køben havns Universitet arbeiða tey við
eini størri verkætlan, har fleiri av teim
um lesandi skulu fáa møguleikan at
fáa hvør sín persónliga mentor frá ar
beiðs lívinum. Á henda hátt verður tað
skapt ein brúgv millum tað teoretiska
og praktiska. Tær privatu fyritøkurnar
heysta sjálvsagt tann ágóða, at tá hes
in lesandi verður liðugur við sína út
búgv ing, er tað stórur møguleiki fyri,
at viðkomandi endar hjá hesi fyritøku.
Á henda hátt vinna báðir partar.”
”Dagliga verða vit eisini mint á,
hvussu virkið danska vinnulívið er í
lestrarumhvørvinum. Øll hølini í skúla
num eru stuðlað av privatum donskum
fyri tøkum. Eitt høli eitur so eftir hesi
fyri t økuni til dømis ’Danske bank
auditorium’. Men eitt stuttligt dømi
um, hvussu nógv fyritøkurnar gera
burturúr, er tað árliga afturvendandi
til takið ’casecompetition’, ið snýr seg
um, at næmingar skulu gera eina grei
n ing av eini ávísari fyritøku. Í ár var
tað Tivoli. Hóast Tivoli máttu ofra
eitt sindur av tíð og orku upp á kapp
ingina, so fingu tey tað so nógvar ferð
ir innaftur við at fáa góð hugskot og
nýggjar vinklar á fyritøkuna,” sigur
Emil.
Nógv jørn í eldinum
Síðan fyrsta nevndarfund er nógv
hent í Samvinnuni. Frá ’einans’ at
hava verið ein sosialur felagsskapur
er Samvinnan farin í samskifti við
tað føroyska vinnulívið. Ætlanin er at
skapa eina brúgv millum tey føroysku
lesandi og vinnulívið í Føroyum. Nakrir
av nevndarlimunum hava gjørt eitt
megn ar arbeiði, har teir hava sett seg
í samband við nógvar fyritøkur fyri
at søkja um stuðul. Men tann størsta
verk æt lanin fyri tíðina er tann nýggja
heima síðan hjá felagnum www.sam
vinn an.com, sum fer at verða tøk um
stutta tíð. Á heimasíðuni skal so at siga
alt viðkomandi liggja.
”Vit leggja sera stóran dent á, at
heima síðan skal hava allar neyðugar
hent leikar, sum gevur atgongd til nógv
ar møguleikar. Eitt nú skal tað vera
møgu ligt hjá lesandi at stovna sær ein
profil, har tey kunnu leggja sítt CV út.
Um føroyskar fyritøkur tá hava tørv
á starvsfólki – í longri ella styttri tíð
– skulu tær kunnu venda sær til tann
ein staka lesandi gjøgnum heimasíðuna.
Á henda hátt gerst tað lættari hjá tí
les andi at fáa eitt nú eitt summarstarv,
men hetta er samstundis ein fyrimunur
fyri fyritøkuna, tí hon lættari kann fáa
fatur á rætta starvsfólkinum. Vit síggja
henda møguleika sum ein stóran fyri
mun hjá føroyskum fyritøkum, tí á
henda hátt eru tær betri tryggjaðar at
fáa tey lesandi til sín eftir loknan lesna,”
sig ur Tróndur.
Hjálpa nýggjum lesandi
”Samvinnan hevur í høvuðsheitum trý
enda mál – tríeinigheitina, sum vit eisini
kalla tað,” sigur Tróndur skemtandi og
held ur fram ”Fyri tað fyrsta vilja vit
skapa eitt samskifti millum tey lesandi
og vinnulívið í Føroyum. Harnæst vilja
vit samla tey, sum longu eru lesandi á
CBS, so vit kunnu samskifta við hvønn
annan. Fyri tað triðja vilja vit gera tað
lætt ari hjá nýggjum lesandi at byrja á
CBS. Tá eg til dømis skuldi finna mær
eina útbúgving, hevði eg onga hóming
av, hvar eg skuldi byrja at leita. At leita
runt á heimasíðunum hjá skúlum eftir
við komandi upplýsingum var sum at
leita eftir eftir eini nál í eini hoysátu.
Hetta vilja vit, at onnur lesandi skulu
verða spard fyri,” sigur Tróndur. Æt
lanin er eisini at hava eina stutta lýsing
av hvørjari linju, har tey nýggju lesandi
kun nu fáa eina stutta og greiða lýsing
av útbúgvingunum. Eisini skal tað vera
møguligt at seta seg í samband við tey
nú verandi lesandi fyri at kunna spyrja
tey til ráðs um útbúgvingina.
”Haraftrat vilja vit fegin hjálpa
teimum nýggju lesandi, tá tey so eru
kom in til Danmarkar. Tá ein av fyrstan
tíð flytur niður til Danmarkar, er tað
sera nógv at hugsa um, og fyri nógv
kann tað vera ein sera hørð tíð. Tá skulu
vit kunna hjálpa teimum við eitt nú
góð um lestrarráðum ella bara at vera
til taks,” sigur Emil.
”Í framtíðini ætla vit at senda eitt
umboð til tiltakið ’Markleys Útbúgving’,
sum er eitt afturvendandi árligt tiltak í
teim um føroysku miðnámsskúlunum.
Har skulu vit so greiða frá um CBS og
Sam vinn una, so tey vita, hvørji vit eru,”
sigur Eva.
Væl móttikin av vinnulívinum
Hóast Tróndur, Eva og Emil halda, at
tað føroyska vinnulívið hevur skeiv an
hugburð til lesandi, so eru tey bjart
skygd um framtíðina.
“Vit trúgva, at tað er møguligt at
broyta hugburðin í Føroyum. Tað
er eisini tí, at vit hava stovnað Sam
vinnu na – fyri at skapa brúnna millum
skúl an og vinnulívið. Vit hava longu
ver ið eitt sindur úti um okkum og sett
okkum í samband við ymiskar før
oysk ar fyritøkur. Tær hava stórt sæð
allar verið sera positivar móti okkum.
Tað eru vit ógvuliga fegin um, og vísir
hetta eisini, hvussu nógv hesin felags
skapurin hevur manglað áður. Vit hava
eisini longu fingið nakrar stuðlar, sum
vit eru ógvuliga fegin yvir, men ynskja
sjálv sagt, at teir gerast enn fleiri í tali.
Nú verandi stuðlarnir eru: Elektron,
Eik, Inventartænastan og Formula”
sig ur Eva.
Stórar framtíðarvisiónir
Spurd um, hvussu tey síggja upp á Sam
vinnuna um tíggju ár, eru tey ikki í iva.
”Til ta tíð verður samvinnan ein væl
gróðursettur felagsskapur, sum fer at
hava stóra viðurkenning í Føroyum.
Við hesari ferðini fer tað kanska at vera
longu um fimm ár, at vit eru komin so
langt,” sigur Emil smílandi.
”Møguleikarnir fyri menning eru
óteljandi. Einans hugflogið setir av
mark ingar. Eitt nú hava vit hugsað, at
tað hevði verið áhugavert at fingið ein
per són frá tí føroyska vinnulívinum at
verið í nevndini,” sigur Eva.
“Men í síðsta enda er alt tengt at,
hvussu tað føroyska vinnulívið tekur í
móti okkum. Um tey ikki ynskja sam
starv, so verður Samvinnan ’einans’ ein
sosialur felagsskapur fyri tey lesandi.
Men vit trúgva, at vinnan fer at skilja,
hvussu týdningarmikil vit lesandi eru
fyri ta føroysku vinnuna og alt Før oyar
– og handla hareftir,” sigur ein bjart
skygd ur Tróndur at enda.
Tróndur Hentze Sørensen, Eva Nolsøe og Emil Nolsøe Leifsson í forhøllini í CBS