Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-21, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. mai 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. mai 2010 · Nr. 84 18 Sosialurin Jan Müller Tað er ikki hvønn dag, at ein føroyskur landsstýrismaður fær innbjóðing at vitja eina av heimsins máttmiklastu fyritøkum. Men mánadagin hendir tað. Tá fer Johan Dahl, vinnumálaráðharri til Ruslands at vitja heimsins størstu gassfyritøku, tað almenna Gazprom. Við hon­ um vera eisini umboð fyri Jarð feingi og Føroya Tele umframt danska gassfelagið DONG. Tað er eingin minni enn aðalstjórin í Gazprom, Alexander Medvedev, sum hevur boðið Johan Dahl at vitja. Gazprom er størsta fyri tøkan í Ruslandi og telist eisini stjóri tess millum heim sins 16 máttmiklastu per sónar sambært ameri­ kanska tíðarritinum Time Magazine. Men hvussu ber tað til, at henda kraftmikla russ­ iska bjørnin hevur boð ið ein um føroyskum vinnu­ mála ráðharra á vitjan! Tann spurningin settu vit Johan Dahl, landsstýrismanni, sum er við at leggja seinastu hond á fyrireikingarnar til hesa heldur óvanligu ferð eystur­ eftir. DONG og Johan Mortensen – Tá vit vóru á um hvørvis­ ráð stevnu í Keypmannahavn í desember hittu vit eisini forstjóran og leitistjóran hjá danska gassfelagnum DONG. Tilsteðar var eisini Johan Mortensen, sum hevur havt samstarv við DONG í mong ár og sum eisini hevur ráðgevarauppgávur fyri Vinnu málaráðið. Har var m.a. tosað um møguleikarnar at kunna um føroyskt vinnu­ lív og føroyska olju­ og gass­ leitiøkið. Semja varð um, at tað kundi verið áhugavert at kunna heimsins størsta orkuframleiðara, Gazprom um føroyska landgrunnsøkið innan olju og gass og um teir møguleikar vit halda kunnu vera her í framtíðini. Tað gekk so heldur ikki long tíð eftir, at før oysku umboðini vóru kom in heim­ aftur úr Keyp manna havn, at har kom ein inn bjóð ing frá stjóranum í Gazprom, Alexander Medvedev um at koma til Moskva at vitja og greiða frá føroyskum vinnulívi og oljuleitingarøki. – Vit hildu sjálvandi, at tað var sera áhugavert at fáa henda møguleikan og hava so valt at taka av inn bjóð­ ing ini. Eisini hava vit biðið Føroya Tele, sum er ein tele­ com veitari, ið longu veitir tænastur til oljufelagið BP vestan fyri Hetland um at koma við og kunnað um tað teir kunnu bjóða fram. Farið verður úr Føroyum 24. mai og verður steðgað í Moskva í tveir dagar. Johan Dahl, sum er ikki sørt ovfarin av men eisini fegin um, at henda vitjan er komin í lag, ivast ikki í, at fundurin við Gazprom verður áhugaverdur eisini fyri okkum, tí hann kann lata upp fyri samstarvi í størri mun enn talan er í dag millum Føroyar og Rusland. Hann vísir á, at vit longu í dag hava eitt stórt samstarv við russar á fleiri økjum. Tað verður seldur nógvur fiskur til londini eystanfyri, og tað verður handlað við timburi, fiski og kvotum. So at sleppa inn um dyrnar hjá Gazprom og fáa samband við netverkið har er og har­ við kunna medvirka til, at Føroyar og føroyskt vinnulív og sjálvandi eisini russiskt vinnulív kunnu samstarva breitt á enn fleiri økjum heldur landsstýrismaðurin er ein kærkomin møguleiki, sum vit eiga at gagnnýta og taka av. Máttmikil Medvedev – Tað skilst, at tað er ikki bara sum at siga tað hjá út­ lendskum feløgum og sjálvt londum at sleppa inn um dyrnar á høvuðsborgini hjá Gazprom! – Tað er nokk ikki so einfalt at fáa ein fund við henda Medvedev, sum vit hava fingið. Og tí kunnu vit takka DONG, sum hevur eitt gott samstarv við russar og ikki minst Johan Mortensen, sum við sínum áralongu roynd um at samstarva við út lendingar og útlendsk feløg roynir at byggja brýr millum føroyskt vinnulív og í hesum førinum risafyritøkuna Gaz­ prom. Eg eri sjálvandi sera feg in um, at tað hevur verið møgu­ ligt at fáa ein slíkan fund á so høgum stigi í lag. Har vit kunnu greiða frá Føroyum, Avbjóðing Ein av heimsins størstu fyritøkum, russiska Gazprom, hevur boðið Johan Dahl, vinnumálaráðharra at vitja á høvuðsborgini í Moskva. Gazprom Glop fyri føroyum Johan Mortensen, sum virkar sum ráðgevi hjá Vinnumálaráðnum, eigur ein høvuðslutin í, at Gazprom hevur boðið Johan Dahl á vitjan.