Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-21, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. mai 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 84 · 21. mai 2010 18 VIKUSKIFTI Tá konan fer í verkfall Til brævkassan Eg og maður mín hava 10 ár og 3 børn á baki. Vit hava keypt hús og bil saman, og hann tjenar nógv meira enn eg, tí hann er sloppin at nýta sína útbúgving og koyra sína karrieru fult út. Eg havi verið nógv heima, í barsilsfarloyvi og arbeitt niðursetta tíð, tí vit hava verið samd um, at onkur má taka sær av húsi og børnum. Men fíggjarliga haldi eg allíkavæl ikki, at tað er í lagi, tí vit betala bæði tvey líka nógv til heildarkontoina, so eg havi ongantíð nakað eftir aftaná. Tí má eg altíð biðja hann um pengar til mat og annað til húskið, men hann vil ikki geva mær pengar til mín sjálvs. Til dømis sleppi eg ikki av landinum saman við bindiklubbanum, og tað er alt for flóvisligt at fortelja vinkonunum hví. Eg eri so troytt av at vera avhengig av at muga júka hann um tað, sum eg havi brúk fyri. Ofta sigur hann eisini nei, og at eg nassi upp á hann. Eg haldi, at tað er órættvíst, at hann arbeiðir og tjenar so nógv, meðan eg noyðist at arbeiða minni og harvið eisini tjena minni. Eg havi ikki atgongd til hansara pengar, og hann hevur eina persónliga uppsparing, sum eg ikki havi innlit í ella atgongd til. Heldur tú, at eg eri for krevjandi? Um ikki, hvat heldur tú so, eg kann gera? Heilsan Konan Góða konan Tit bæði liva í einum hjúnalagi, sum hevði hóskað betur til 1950árini. Tá ein maður var ein maður og kendi tað sum sína skyldu at forsyrgja heimagangandi konuni og børnunum. Hon fekk so eina upphædd, húsarhaldspengar, at ráða yvir, og av teimum kundi hon so leggja nakað til viks til sín sjálvs um somikið var tøkt. Ella maðurin gav henni pengar, tá henni tørvaði okkurt. Men hon var hundrað prosent bundin av honum. Tí fingu vit eisini kvinnustríðið! Tá tit nú hava valt ein so »gamaldags« lívsstíl, har tú tekur tær av øllum heiminum og hann koyrir karriéru, so má eg siga, at hann er ein lítið mansligur forsyrgjari, tá hann ikki vil deila yvirskotið við sína elskaðu! Eg rokni ikki við, at maður tín broytir hugburð bara soleiðis. Hann heldur seg eiga sínar pengar, og hevur tað eftir øllum at døma fínt við at hava teg undir umsiting, umframt eina ókeypis húshjálp. Men hjún hava also forsyrgjaraskyldu mótvegis hvørjum øðrum. Hvat er so at gera? Tú sigur, at tit eru samd um, at tú heldur hús og arbeiðir niðursetta tíð, og at hann hevur væl lønt starv uttan fyri heimið. Í veruleikanum verður títt heimaarbeiðið ikki virðismett. So har skalt tú seta inn: Sig við hann, at títt arbeiði hevur eisini eitt ávíst virði, sum frá nú av verður ásett í krónum og oyrum. Eins og á arbeiðsmarknaðinum, har tú ert løntakari og hann arbeiðsgevari. Tí tú arbeiðir í veruleikanum partvíst fyri hann. Krev betri arbeiðsumstøður, so sum løn og feriu. Til dømis, at hvør dagur kostar 100 krónur, og at tú tí skalt hava 3.000 kr. síðst í hvørjum mánað til tín sjálvs at ráða yvir. Fært tú ikki tað, mást tú fara í verkfall. Lat hansarar skitnu klæði liggja og gevst at gera honum døgurðá. Lat hann koyra børnini til frítíðarítriv, vera heima, tá tey eru sjúk og skipa fyri føðingardøgum. Og har er onki putt í sovikamarinum, tí hvør vil liggja við einum nadigum beisti? So kann hann føla, hvussu dýrabart títt íkast í veruleikanum er. Sig, at tú fert til arbeiðis aftur, tá hann hevur lært at viðurkenna og virðismeta títt íkast til hansara priviligeraðu tilveru. Vónandi fer tað at eydnast hjá tykkum. v. rigmor Starvsfelagin flirtar Góða Rigmor Nú fara vit báðar at vita, hvat tú heldur um eitt mál, sum vit ofta tosa um her á kontórinum. Vit eru á einum arbeiðsplássi við konum og monnum. Ein, sum arbeiðir her, hevur altíð okkurt koyrandi við onkran av monnunum, og so tosar hon við okkum um tað. Hon er gift og eigur børn. Sjálv sigur hon, at hon er ikki ótrúgv men bara flirtar, tí hon heldur tað er stuttligt. Hon sær gott út av aldrinum og veit tað væl eisini. Men vit halda tað er ringt at skilja og acceptera, at hon soleiðis gongur runt og flirtar, tá hon er gift. Hvat heldur tú um tað? Heilsan tvær kontórdamur Góðu kontórdamur Ja, hatta er eitt øgiligt skil. Har kemur ein lekkur steik og ger mannfólkini púra í ørviti. Og viðgongur tað enntá. Nú kenni eg ikki nærmaru umstøðurnar í málinum, so eg veit ikki, hvussu umfatandi hatta er. Tí sjálvandi kunnu amorinur nar blíva so aktivar, at ongin fær arbeitt fyri berum fjasi. Lat tað vera sagt. Hinvegin skulu vit heldur ikki vera so bonért, at vit ongantíð unna okkum, og øðrum, eitt lítið flirt her og har, av og á. Flirtið hevur onki við hjúnafelagan at gera, men er eitt positivt, persónligt upplivilsi, sum snýr seg um at blíva bekreftað. Tað hava øll brúk fyri, tí tað ger okkum vakrari, bæði í sinn og skinn. Okkara mentan roynir at læra okkum, at bara tað, at vit hugsa og fantasera, er syndafult. So kunnu vit eisini skamma okkum um tað. Men tað er nakað tvætl, tí øll fólk hava fleiri spennandi løg í sær. Ta vøkru yvirflatuna, moralin og sam­ vitsk una, og so eina persónliga og dulda síðu við lystum, girnd og fantasium, sum ongin annar hevur atgond til – tíbetur! Rigmor heldur, at tit báðar skuldu heldur roynt at funnið tykkum hvør sítt flirt. Blakið steinarnar á blámann, putrið kjálkarnar og vætið varrarnar, tí har er heilt sikkurt eisini onkur til tykkara. So kunnu tit tosa saman um tað í staðin fyri hasa damuna. Tá verður lívið so nógv stuttligari og tit báðar í allar mátar glaðari og penari. v. rigmor Tríbarnamamma, kona, lærari, journalistur og redaktørur á lívsstílsblaðnum Rákið svarar spurningum til brævkassan SpyrSt So livSt Redaktiónin loyvir sær at velja og vraka millum innsendu spurningarnar Hevur tú brúk fyri einum góðum ráði, so send spurningin til: Sosialurin SpyrSt So livSt postboks 76 Fo-100 tórshavn ella teldupost til rigmor@sosialurin.fo RigmoR Dam Samansett sagnorð verða komm føroysk ð punktum Málstrikan MÁLFELAGIÐ ð Sum onnur mál hevur føroyskt samansett sagnorð (fyrigeva, umskriva, avtaka). Summi eru fast samansett og fara ikki sundur (formana, avlaga, behalda). Summi hava trýst á fyrra parti (átekna, avlasta, tillaga, avskriva, uppgeva); onnur hava herðing á seinna parti (betala, fordríva, forganga, forláta, forsvinna). Og so eru aftur onnur, sum vit kunnu kalla leyst samansett, tí tey hava eitt hjáorð aftur at sær og verða ikki samanskrivað (taka í, fara við, koma aftur, geva út, taka inn, skriva av, geva fyri, geva upp). Tað, sum er felags fyri øll hesi orð, er tað, at tey verða næstan ikki umtalað í teimum grammatikkunum, sum higartil eru komnar. Tað einasta, sum »verður gjørt við« hetta viktiga máløkið, er, at summir málbrúkarar royna at gera nøkur fast samansett til leyst samansett. Til dømis verður orðið ‘yvirtaka’ gjørt til ‘taka yvir’. Men hvussu beint er nú hetta? Burtursæð frá, at ‘yvirtaka’ hevur hevd og livirætt, er eisini týdningsmunur. Vit kunnu yvirtaka fólkakirkjuna, yvirtaka leiðsluna í einum felag, yvirtaka vanar og óvanar hjá øðrum osfr. Men ‘taka yvir’ er nakað annað. Tað kann betýða ‘loysa av’: Á midnátt kom fyrsti stýrimaður á brúnna og tók yvir. Onkur, sum býr í Amerika og hevur foreldrini í Europa, kann ynskja at “taka tey yvir”. Vit hava eisini orðafellið ‘taka út yvir’ í týdninginum ‘bera yvir við’. Eitt annað samansett sagnorð, sum í hesi tíð verður skeiklað í blaðmannamáli, er burturføra. Tað verður nú gjørt til ‘at flyta burtur’. Men her er stór fløkja. At føra og at flyta eru hvørt sítt. Mann kann flyta til Norra (av fríum vilja), og mann kann blíva førdur til fongsul ella gálga av ómildum monnum. Tað er tí skilaleyst, tá ið fólk í kringvarpinum siga, at neyðars gíðslar í Irak eru burturfluttir. Hevði tað verið so væl! So komu tey kanska til eitt betri land. Nei, tey blivu burturførd, tí tey høvdu latið seg forføra til at fara til eitt so farligt land. (MT)