Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-21, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. mai 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 21. mai 2010 · Nr. 84 Sosialurin føroyskum vinnulívi og okk­ ara oljuleitiøki. Eisini hvørjar tankar vit hava um framtíðar leiting her og í hvønn mun eitt nú eitt felag sum Gaz­ prom kann hava áhuga í at vera partur av leitingini. Antin til eina komandi olju­ útbjóðing ella nú, tá vit fara at marknaðarføra ein »open door« møguleika, har feløg kunnu koma inn og hyggja at ávísum økjum, sum longu hava verið útboðin og kanska hava áhuga fyri at kanna og bora í teimum økjunum. Heri Ziska við – Kann hetta merkja, at vit kanska fara at síggja russ­ iska Gazprom vera part av framtíðar olju­ og gass leit­ ingini við Føroyar? – Tað er ilt at meta um enn, men at koma so langt sum at kunna um føroyska økið á høvuðsborgini hjá Gazprom er eitt stórt stig á leiðini. Jarðfeingi verður við á fundinum. Heri Ziska fer at greiða frá føroyskari olju­ søgu, tí, sum er farið fram á landgrunnsøkinum og tí, sum liggur fyri framman. Eg síggi hetta sum ein gyltan møguleika at skapa áhuga hjá Gazprom og kanska øðr­ um feløgum í Ruslandi at bjóða uppá leitiøki í Føroyum í framtíðini, og tað kann bara vera positivt fyri føroyska vinnulív og føroyska sam­ felagið sum heild. – Nú síggja vit, at norska Statoil og Gazprom eru farin í sam starv. Vitandi at Statoil er rættil iga virkið í Føroyum kann tað tá hugsast, at hesi bæði feløgini eisini fara at finna fram til okkurt slag av sam ­ starvi á føroyska land grun n­ inum, møgu liga eisini saman við DONG og saman við før­ oyskum mynd ug leik um? – Tað eru vit sum mynd­ ug leiki, ið skulu skapa karm­ arnar fyri vinnuna, og tað er eisini tí vit hava samtykt eina lóg, sum sigur, at feløg kunnu søkja um leitiloyvi til ávís øki uttan, at ein nýggj útbjóðing skal gjøgnum løgtingið. Tað eru sjálvandi feløgini, sum mugu finna fram til samstarv. Bæði Statoil og DONG, sum hevur eitt samstarv við Gazprom í sambandi við eina gassleiðing úr Eystrasalti, kunnu sjálvandi hugsast at finna fram til okkurt sam­ arbeiði her eisini. Johan Dahl vísir á, at tað samstarv, sum longu er millum DONG og Damark og Rusland er so at meta sum eitt goodwill vit fáa lut í. Og so vil tíðin vísa, um hurðar latast upp fyri okkum eisini og har vit kunnu vísa flaggið og vísa okkara økið fram, sum vónandi verður eitt spennandi øki fyri bæði olju og gass í framtíðini. Keypa bíligari olju úr Ruslandi Vinnumálaráðharrin heldur sjálvur, at eitt samstarv við Gazprom kann eisini gerast katalysatorurin til aðrar samstarvsmøguleikar. – Tað er sjálvandi ilt at siga her og nú, hvat tað kundi verið. Men tað vit vita er, at Gazprom arbeiðir inn an mong vinnulig øki og ikki bara innan olju og gass. Hyggja vit at Føroyum, so eru vit í dag sera bundin at bæði tungolju og vanligari gass olju, og tað kann gott vera, at henda vitjan kann lata upp hurðar fyri onnur føroysk virki so sum EFFO og MAGN og SEV og aðrar, sum kundu hugsað sær at fingið olju til vega frá slíkum sum Gazprom. Eg fari sjálvandi at kunna um alt hetta á fundinum, eitt nú hvussu okk ara forbrúk er. Hetta er jú sera lítið í teirra høpi. Vit brúka kanska fyri eina milliard um árið, sum er sera lítið í Gazprom høpi. Kanska vitjanin tí eisini kundi verið ein duraopnari fyri, at vit kundu keypt bíligari olju enn í dag. – Sær tú nakrar trupul­ leik ar og vandar í tí at víðka um okkara samstarv við russar eitt nú á oljuøkinum her í Norðuratlantshavi? – Tað dugi eg øgiliga illa at síggja nakran vanda í. Olja er ein altjóða vøra. Og feløgini í hesi vinnuni eru altjóða feløg. Gazprom er jú eitt felag eins og onnur. Gaz prom letur 70­80% av øll um gassinum til Europa. Vit 50.000 menniskju úti í Atlants havi koma neyvan at hava nakran týdning í so máta. Vit mugu síggja hetta í einum vinnuligum høpi og sum ein fyrimun at sleppa at kunna um Føroyar sum ein møguleika hjá stórum feløgum at arbeiða í. jan@sosialurin.fo ppar dyrnar Vit mugu síggja hesa vitjan í einum vinnu­ ligum høpi og sum ein fyri mun at sleppa at kunna um Føroyar sum ein møgu leika hjá stórum feløgum at arbeiða í. Johan dahl hittast Johan Dahl skal hitta tann máttmikla Medvedev í Moskva