Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-21, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. mai 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 84 · 21. mai 2010 19 VIKUSKIFTI Mamma mín var yvirtalað at taka hesa myndina saman við mær og beiggja mínum. Myndin vann faktiskt eina virðisløn í onkrari foto­ kapping, men sjálvur havi eg mangan verið flovur av henni, skrivar hann, sum sendi hesa myndina inn. Mín besta uppskrift er teigur í Vikuskiftis Sosialinum, har lesarin kann senda okkum sína bestu uppskrift, saman við mynd av rættinum og navni á kokkinum. Øll sløg av uppskriftum eru vælkomnar, bæði bakstur, matur og drekka, men tær skulu ikki hava verið almannakunngjørdar áður. Send tína bestu uppskrift til: Sosialurin Postboks 76 FO-110 Tórshavn mrk. uppskrift Ella til post@sosialurin.fo. lagt tIl rættIs: Inna Törnroos lagt tIl rættIs: Inna Törnroos Framferðarháttur: Legg makrónur í botnin á fatinum. Set rómabollarnar omaná, og trýst teir niður, ikki heilt flatar. Píska róman stívan, og rør súrróman uppí róman Sker perurnar smátt, og blandað við róman- og súrróman. Legg hesa blandingina omaná rómabollarnar. Pynta síðani kakuna við tí frukt tú eigur inni. Fyri at køkan skal síggja enn leskiligari út, kanst tú leggja 2-3 sløg av frukt á skrá í fatinum og stroya sjokulátabitar millum fruktrøðirnar. Nýt títt egna huglflog! Dessert-køka við frukt Uppskriftin, sum verður prentað í blaðnum, fær gávukort á kr. 300,- frá Thomas Dam búnýti tórshavn Niels Finsensgøta 18 tel. 36 30 00 saltangará Heiðavegur 56 tel. 44 76 04 At nýta: Eldfast fat 1½ pk av róma 1½ pk av súrróma (18%) 1 blikk av peru Umleið ein pakka av makrónum 12­15 rómabollar við ella uttan kokos, alt eftir hvat einum dámar Frukt, tað ein eigur inni, t.d. kiwi, banan, víndrúur ella súrepli UppsKrIft: Thordis Reynstind familjumyndirnar vit helst vilja gloyma Awkward Family Photos byrjaði sum ein blogga við stuttligum familjumyndum. Nú er bók givin út, og endaði hon beinavegin á topplistanum hjá New York Times yvir mest seldu bøkur. Her eru nøkur dømi frá heimasíðuni. So smílandi og fitt familja ... men hevur nakar sæð ommu? Segði nakar 1980'ini? Øll fingu líka náttklæði uttan pápi ... Kelda: http://awkwardfamilyphotos.com/ Er tað eitt fuglareiður? Ella bara omma, sum hevur fønað sær hárið til veitsluna? Er tað í lagi, at eg behaldi ringin, og tú fær eitt súrepli?