Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. mai 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Týsdagur 25. mai · Nr. 85 10 Sosialurin Vilmund Jacobsen Í vikuskiftinum varð bygdar­ stevna hildin á Skála, og tað var Kári P. Høj gaard, løgtingsmaður, sum fekk heiðurin at halda røðu á stevnuni. Kári kann vera bæði álvarsamur og skemti­ ligur, og hendan dagin á Skála upplivdu áhoyrarar eitt sindur av hvørjum frá løg tings manninum. ­ Eg havi fingið fleiri afturmeldingar um, at fólk dámdu røðu mína, sum bæði var til gamans og álvara, sigur ein væl upplagdur Kári P. Højgaard. Drúgvir í kappróðri ­ Vit fegnast í hesum døgum um, at náttúran aftur vaknar úr dvala, og vit skoða við spenningi og væntan fram móti ljósari tíðum, har sól og summar, lomb og ljóðkátir fugla flokkar fara at ríka okkara gerandisdag. Hóast hvør árstíð hevur sína egnu sermerktu ”sjarmu”, er tað hugaligt at møta vár­og summarhálvuni. Løgtingsmaðurin vísti á, at við summarinum koma stevnurnar, og skálastevnan er fyrsta summarstevnan á árinum. Hann rósti fólkinum í økinum fyri at duga væl at skipa fyri, tó at kapp róður­ in, sum eisini var á bygd ar­ stevnuni hendan dagin, ikki telir við í FM­róðrinum. ­ Hóast fólkatalið í bygdu­ num, Skála og Skálafirði, bert telur stívliga 700 fólk, so hava tit ítróttarliga megn að at nátt sera góðum úrslit um, bæði í kappróðri, hond­og fótbólti. Eg minnist, tá kappróðurin tók seg upp, og vit á eystara armi á Skálafjørðinum høvdu fing­ ið fingið Sølmund. Eitt longri tíðarskeið gekst ikki so væl í hond, og úrslitini vóru vánalig hóast dúgliga varð vant. Til endans varð niður­ støðan, at báturin var skeiv­ ur og kundi ikki vinna. Hann bleiv so læntur út til Skála, og nú bar betur til. Minnist eg rætt, vunnu skálamenn fleiri róðrar við Sølmundi. Kári P. Højgaard vísti á, at kapp róðrarbáturin Svanur eisini hevur megnað at vunn ið FM­heitið, einaferð við kvinnum og fimm ferðir við dreingjum. ­ Øll tilkomin fólk, sum hava fylgt við kappróðri, minnast til góðu úrslitini hjá Skálabátinum, ið varð føroya meistari trý ár á rað og hevur bestu tíð nakrantíð hjá 10 mannaførum á ólavsøku, legði hann aftrat. Ung elska luksus Løgtingsmaðurin vísti á, at tað at seta hvørjum stevnu hev ur verið vanligt í fólki okkara. Fyrr rørdu fólk seg meiri, enn gjørt verður í dag og hentleikarnir, ið vit rokna sum eina sjálvfylgju, vóru ókend ir. Gerandisdagurin var merktur av nógvum og tung um likamligum arbeiði allar seks gerandisdagarnar í vikuni, men sunnudagurin varð hildin heilagur. ­ Tí var tað mest til tær stóru hátíðirnar, at fólk savnað ust til hugna og til at halda sær at gaman. Hóast lívið var strævið, so høvdu fólk tíð til hvønn annan, vitjaðu inn á gólvið hjá hvørj um øðrum, og eisini var neyðugt í størri mun enn í dag at samstarva. Hann vísti á, at vit verða ávirkað av teimum um­ støðu m, vit liva undir og teim um fólkum, vit dagliga liva saman við. ­ Burtursæð frá teim um broyttu sjónligu matrial ist­ isku ágóðunum, eri eg vísur í, at eitt nú ungdómurin ikki var so nógv øðrvísi fyrr, enn hann er nú. ”Tey ungu í dag elska luks us. Tey hava óvanar. Virða ikki eldri fólk. Tosa, tá tey skulu arbeiða. Tey svara for eldrum aftur. Larma til veitslur. Duga ikki borðsið, og tey eru óláta við sínar lærarar...” Eftir at hava sagt hetta, spurdi Kári P. Højgaard út í fjøldina, um fólk kenna nakrar av hesum út sag n um aftur. ­ Onkur heldur møgu liga, at eg nú havi tosað við Hans Jákup Andreassen, skúla­ stjóra – ella, at tað er Jógvan E. Ósá, sum hevur sagt hetta í seinastu sendingini av Álvaratos. Men nei, so er ikki. Veruleikin er, at hesa út søgn um ungdóm sá eg á eini powerpoint­framløgu hjá elstu dóttur míni, ið ar­ beið ir sum sálarfrøðingur, tá hon seinastu viku helt ein fyri lestur í Løkshøll. Tað var eingin annar enn góði gamli So kra tes, sum segði hesi orð­ ini fyri umleið 2500 árum síðani. Síðan reisti Kári spurn­ ingin, hvussu fólk kláraðu seg áðrenn internet, far tele­ fon og facebook? ­ Teldubrøv eru hjá mót­ takara num í somu løtu, tey verða send. Jú, sanniliga er munur á nútímans e­mail og tí vanliga gamla sam skifti­ num við frímerki og stempli. Tí hevur Posta eisini stórar trupu l eikar við at klára seg í kap p ingini. Hann vísti á, at á facebook fæst alt at vita, og úrvalið er fjølbroytt ­ alt frá tí einki­ sigandi, at nú hevur onkur drukk ið kaffi og ætlar sær til songar, til stórtíðindi, at nú er hann ella hon er vorðin ”single”. Óli P og Sosialurin ­ Í loftmiðlunum er kapp­ ingin innan politisku bran­ chu na hørð. Kvinnur og menn einsæris ella í flokki kapp ast um at koma við onkr ari kontroversiellari út­ søgn fyri at sleppa á skíggj­ an ella í lurti. Somu leiðis eru bløðini fylt við lesara brøvum og meiningum, tí hesin bólkur hevur ein ser stakan tørv í skrift og talu at minna fólk á, at vit eru til. Kári P. Højgaard helt fyri, at tað tó er ein persónur, sum við sínum fáu strikum og orðum megnar tað, sum eingin annar megnar. ­ Hetta er Óli Peter sen, sum á serstaka skemti lig­ an hátt dugir at seta fokus á samfelagsspurningar og dugir at livandigera persónar, sum á ein ella annan hátt hava skilt seg burtur úr mongd ini. At Sosialurin hevur klárað seg so væl í før oyska blaðheiminum, er ikki minst tekningunum á baksíðini hjá Óla P. fyri at takka. Kári P. Højgaard vísti í hes um sambandi á, at allir ment aðir býir við virðing fyri sær sjálvum og søguni, reisa minnisvarðar í samband við hend ingar ­ ella til at heiðra og minnast ein av sínum borgarum sum onkursvegna hava skarað framúr og av rik­ að nakað serstakt. ­ Klaksvík hevur nógv ar standmyndir og minnis merk­ ir, og upp aftur fleiri síggja vit í Tórshavn. Serliga vøkur er bronsustandmyndin av traðarmanninum, sum Hans Pauli Olsen hevur gjørt. Hon er reist til minnis um teir menn, sum við hørðum sliti dyrkaðu traðirnar og røktu jørðina. Sum ein av borgarunum í Runavíkar kommunu, sum eisini fevnir um gomlu Skála kommunu, minti Kári á, at hetta er triðstørsta kommuna í landinum. ­ Er tað tí ikki eitt framúr gott hugskot til okkara fólka­ valda kommunala býráð, at ein minnisvarði stoyptur úr bronsju og í fullari stødd verð ur reistur á Skála av okkara besta og virknasta skemtiteknara nakrantíð ­ Óla Petersen? Skemtiligur, sum løg­ tings maðurin kann vera, helt hann í sama viðfangi fyri, at í hes um hesum sparitíðum og við dýrari bronsju kundi eitt munandi bíligari alternativ ver ið, um standmyndin í staðin avmyndaði Kára Johanne sen, seinasta borgar­ stjóra í fyrrverandi Skála kommunu. Arbeiðsgrev av manni Í røðu síni hugleiddi Kári P. Høj gaard víðari og segði, at van liga gjørdu tey eldru lítið hóvasták burturúr, tá tey høvdu avrikað nakað útyvir tað vanliga, men tey vóru kortini eins fegin tá, sum vit eru tað í dag um eitthvørt, sum varð sagt ella gjørt, fekk viður kenning. ­ Og tó; okkurt undantak er, legði hann aftrat. Løgtingsmaðuri segði seg minnast eina stak áhuga­ verda “Meg minnist­sending” í Útvarpinum, tá Niels Juul Arge, útvarpsstjóri, fyri nógvum árum síðani vitjaði inni á gólvinum hjá abbabeiggja Símuni Højgaard, sum vaks upp í Ritu vík og seinri búsettist á Skála. ­ Símun dugdi meistarliga væl og livandi at siga frá lívs­ søgu síni, og eg gleddist um at verða so nær skyldur við hendan mann, sum megn­ aði at arbeiða seg upp til at verða skipari, reiðari og sein ni størsti óðalsmaður í Føroyum. Hann var eitt grev at arbeiða og tað, sum eg serliga minnist úr hesi sending var, tá hann greid di útvarpsmanninum frá fyrstu ferðini, hann fór í bøin á Skála at sláa. Jú, segði hann, at ”tað vóru allir skála menn samdir um, at slíkan slóttu­ mann høvdu teir ikki sæð fyrr...” Kári P. Højgaard vísti á, at øll menniskju hava fingið sína talent, men tíbetur hava ikki øll fingið ta somu, og ymiskt er, hvussu talentin verð ur viðfarin. ­ Myndlist og skapandi hand verk hava altíð berg­ tikið, tá hugflog og evni ganga upp í eina hægri eind, tá tað sum eyga listamansins sær, og andin nemur, kann skap ast ella festast á løriftið og gerast til eina varandi mynd, sum menniskju hug­ tikin líta at og undrast yvir, Virðini liggja í orginalum og ikki í kopium BYGDASTEVNA - Fyrimyndirnar kunnu vera nógvar, men tað týdningarmiklasta at leggja sær í geyma er, at virðini liggja ikki í kopiunum, men í orginalunum - og Føroyar hava fostrað nógvar orginalar, segði Kári P. Højgaard, tá hann helt røðu á bygdastevnuni á Skála leygardagin - Møguleikarnir eru framhaldandi góðir, og vónandi verður onkur av teimum stóru ætlanunum um skipabygging fyri fleiri 100-tals miljónir veruleiki á Skála í nærmastu framtíð, segði løgtingsmaðurin, Kári P. Højgaard, í røðu síni BEDiNG