Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. mai 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Týsdagur 25. mai · Nr. 85 Sosialurin Leo Poulsen Vikuskiftið hevur verið stak friðar ligt hjá løgregluni kring land ið. Okkurt hendinga harð skaps mál, tvey føri av rús drekka koyring, og annars van liga sjabbið við at taka full fólk upp. Kortini var ein eitt sindur álvar som hending á Skála fríggja kvøldið, tá tríggir russar eftir øllum at døma gjørdu sær dælt av føroyska gesta blídninum. Skála hevði heimadyst móti ÍF, og á veg av vøllinum aft ur møtir fyrsti leikarin trim u m russum í hurðini. Tað var so skjótt, at leikararnir varn ast, at bæði pengar og far tele fonir mangla. Leikarar fara tí saman við øðrum beina leið oman á keiina, har ein russiskur trolari liggur, og eini russin verð ur kendur aftur sum ein av teimum trimum monn­ u num, sum leikarin møtti í hurð ini. Russin var sinnaður at tosa, men hann hevði ongar av stolnu lutunum uppi á sær, og tað er ikki bara sum at siga tað at fara umborð á eitt russiskt skip, sjálvt um tað liggur við bryggju í Før­ oyum. – Juridiskt er skipið at rokna sum russisk jørð, og tí kunnu vit ikki bara fara umborð at ransaka kamar­ ið hjá viðkomandi russa. Vit mugu fáa loyvi frá skipara­ num at gera hetta, og tað hava vit ikki fingið enn, sigur Hal grím Hansen, varaleiðari fyri Eysturøkið. Tað var um 21 tíðina fríggja kvøldið, at løgreglan fekk boðini, og tann eini maður in er nú skuldsettur í máli num. – Onnur vóru farin oman á keiina eisini, tí tey høvdu eisini verið útsett fyri stuldri, sig ur Halgrím Hansen. Einki nýtt um Heina Halgrím Hansen, varaleiðari fyri Eysturøkið, er eisini sam skipari og hevur staðið á odda fyri leitingini eftir Heina Olsen, ið hvarv fyri nøkr um vikum síðani. Og har er einki nýtt at frætta í máli num. – Teldan og fartelefonin eru nú hjá løgregluni í Havn, sum ger nærri kanningar av lutu num. Men enn er ikki ser liga nógv nýtt at frætta frá teimum kanningunum. Eg veit, at Heini Olsen hevði spælt tónleik á telduni, men annars ikki nógv annað, sig­ ur Halgrím Hansen. Hann vísir til, at teldu ser­ frøð ing arnir hjá løgregluni hava úr at gera í sambandi við nevningatingið, sum í hes um døgum er í Havn móti teim um báðum litavunum, ið eru ákærdir fyri at smugla rús evni. – Í síðstu viku komu tvey tips inn í málinum um Heina Ol sen, men síðani hevur einki verið. Ofta er tað so, at tey tips vit fáa er slíkt, sum vit framman undan hava kannað, sigur Halgrím Han­ sen. Tað er ikki heilt greitt, nær kanningarnar av teldu og fartelefon eru lidnar, men tað er kortini ivasamt, um tær kanningarnar fara at føra til nýggj spor í málinum. leo@sosialurin.fo Russar stolið úr skiftirúmi Stuldur Fríggjakvøldið fekk løgreglan í Runavík boð um stuldur úr skiftirúminum í Ítróttahøllini á Skála, har heimaliðið hevði vitjan av ÍF Leo Poulsen Kartni Jacobsen hev­ ur ikki hug at gera við­ merkingar til tað, sum Ingi Sørensen førdi fram í Sosialinum mikudagin í farnu viku. Ingi Sørensen fílist á, at lógir og reglugerðir ikki fylgja altjóða reglum á kavaraøkinum, og hann heldur tað vera ov vána­ ligt, at føroyskar út búg v­ ing ar eru á slíkum støði, at tær bert eru galdandi í føroysk um sjóøki. Brandmeistarin hevur tó onga hug at fara út í eitt kjak um hetta og vísir til, at teir bert vóru áhug­ að ir í at fáa útbúgvi nakr­ ar bajrgingarkavarar. – Okkara áhugi er at fáa nakrar kavarar, sum eina myrka nátt kunnu kava niður við molanum til antin at bjarga ein­ um menniskjalívi ella í ringasta føri at taka eitt lík upp. Vit hava ongan áhuga í at fremja vinnu­ kaving á nakran hátt, sig­ ur Kartni Jacobsen. Hann heldur, at tað hóast alt nú eru komar regl ur á økinum, og at skuldi eitt kjak stungið seg upp, skuldi tað verið fyri trimum árum síðani. – Men eg havi ikki hug at luttaka í tí kjakinum nú, sigur Kartni Jacobsen, brand meistari. leo@sosialurin.fo Ongan hug til við­ merk ingar KAVArAÚtBÚGVING Vit hava bara handlað út frá tí, sum Arbeiðseftirlitið hevur rátt okkum til, og longri er tann søgan ikki, sigur Kartni Jacobsen, brandmeistari Skuldi eitt kjak verið um kavaraútbúgvingina, skuldi tað verið fyri trimum árum síðani, sigur Kartni Jacobsen ONGA VIÐMErKING Umframt pengar høvdu russararnir eisini fartelefonir í skiftirúminum hjá Skála Stuldur