týsdagur 25. mai 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Týsdagur 25. mai · Nr. 85
12
Sosialurin
Kjak
Orsøkin er, at Felagið Nóta
skip hevur hildið, at tað
ikki er skilagott, at tey
ymsu
sjónarmiðini,
sum
eru í hesum máli, verða við
gjørd alment og kunnu geva
hinum londunum óneyðug
kort í hondina í samráðingar
støðuni.
Tað halda vit framvegis.
Hinvegin heldur felagið, at
neyðugt er at gera við merk
ingar til nøkur av teimum
viðurskiftum, sum í sein
astuni eru løgd alment fram
í fjølmiðlunum.
Semja um at vit
eiga meira
Øll eru vit samd um, at
Føroyar eiga rætt til ein størri
part av makrelinum, og at vit
eiga at stríðast á øllum økjum
fyri at røkka hesum máli.
Felagið Nótaskip hevur,
síðan makrelmálið tók seg
upp fyri einum ári síðan,
alla tíðina havt ta støðu,
at Føroyar eiga at royna
samráð ingarleiðina í hósk
andi mun, áðrenn vit slíta
makrelsamstarvið við hini
londini.
Fyrstu ferð Føroyar løgdu
eitt tal á borðið var á síðsta
samráðingarfundinum fyri
tveimum mánaðum síðan,
og tú kanst ikki rokna við,
at millumlanda samráðingar
um býti av fiskirættindum
verða avgjørdar á einum
fundi. Tílíkar samráðingar
eru torførar og taka tíð.
At tað hevur slíkan skund
at slíta makrelsamstarvið,
áðrenn tíðin er búgvin til
tað, tykist eisini botna í,
at
botnfiskaflotin
undir
Føroyum vil hava ein part av
pelagisku vinnuni.
Við eini einvíst ásettari
føroyskari
makrelkvotu
verður lagt upp til, at allir
skipabólkar, sum bjóða seg
fram, skulu fara at fiska
makrel í føroyskum sjógvi
summarmánaðirnar.
Fiskiskipanin
dettur sundur
Higartil hevur í føroysku
fiski skipanini
verið
eitt
søguligt uppbýti av fiski
rætt indum millum teir ymsu
skipa bólkarnar
millum
rækju skip,
flakatrolarar,
nóta skip,
ídnaðarskip
og
skipa bólk ar nar undir Føroy
um.
Føroyska makrelkvotan
hevur verið brúkt til at
"keypa" tosk frá Russlandi
í Barentshavinum til flaka
trolararnar, og nótaskipini
hava átt restina av kvotuni.
Brýtur tú hetta býtið, so
síggja vit fyri okkum, at hetta
er byrjanin til, at føroyska
fiskiskipanin dettur sundur,
tí at ongin kann kenna seg
vísan í sínum rættindum og
gera íløgur á hesum grund
ar lagi.
Tað hevði verið ónátúr
ligt, um reiðaríini hjá nóta
skipunum skuldu fáa fiski
rætt indi undir Føroyum, tá
pelag isku stovnarnir í síni
tíð vóru illa fyri, og reiðaríini
stríddust fyri at yvirliva.
Líka so ónátúrligt er tað, at
partrolarar nú skulu fara at
fiska makrel, tí upsaveiðan
er vánalig í løtuni.
Nótaflotin hevur verið
noyddur at tillaga seg, nú
svartkjaftakvotan er minkað
niður í lítið og onki. Tí eru
tvey skip tikin úr flotanum,
og eitt afturat er møguliga
á veg sama veg. Við verandi
loyvum klára nótaskipini
sum onki at fiska eina mun
andi størri føroyska kvotu av
makreli.
Ein onnur grundgeving
fyri at ganga egnar leiðir í
makrelmálinum er, at vit
burtur av eini stórari einvíst
ásettari kvotu kunnu bjóða
øðrum londum makrel í býti
við annan fisk, ið heimaflotin
kann fiska í teirra sjógvi.
Hetta er eftir okkara met
ing óveruligt. Hini londini,
sum hugsað verður um at
handla við, hava í sam starv
in um millum stranda londini
sambært altjóða rætti átikið
sær eina skyldu til at sam
starva um umsitingina av
felags pelagisku stovnunum.
Tí kunnu tey ikki eisini gera
avtalur við lond, sum einvíst
áseta sær kvotur uttan fyri
hetta samstarv.
Eru ikki til reiðar
Um so er, at tað er ein polit
iskur
meiriluti
fyri
eini
avgerð um at áseta egna
makrel kvotu í summar, so
má sum heild sigast, at vit
eru ikki til reiðar.
Skipini kunnu ikki rigga
til henda fiskiskap og fara
út at kanna um makrelur
er í føroyskum sjógvi, fyrr
enn avgerðin er endalig, og
nú verður komandi stranda
landafundurin ikki fyrr enn
í fyrsta lagið um mánaðar
skiftið.
Higartil hava nótaskipini
fiskað makrelin í norskum
og ESsjógvi síðst á árinum.
Tá er hann best egnaður til
matnað, og alt er landað til
frystivirkini fyri 89 kr. kg.
Hesa tíðina er hann bíligur
at fiska, tí tú brúkar sera lítið
av olju í hesum fiskiskapi.
Ein føroysk kvota skal
fiskast í føroyskum sjógvi
um summarið. Tá hevur
makrelurin stórt fitiinnihald
og hevur nógva æti í sær.
Hann er ringur at fáast við
til matnað, og móttøkuorkan
í Føroyum er sera avmarkað.
Tí
má
meginparturin
land ast til ídnað. Tað hevur
við sær, at fiskast mugu
sera stórar nøgdir, fyri at
fáa sama brutto úrslitið ella
somu
virðis øking
burtur
úr. Lutvíst tí at prísurin er
ein heilt annar og lutvíst tí,
at tað er munandi dýrari at
fiska makrelin á henda hátt.
Vit hava næstan ongar
royndir við at fiska makrel
í føroyskum sjógvi, og tí
vita vit ikki, um tað ber til
at skipa ein fiskiskap, har so
stórar nøgdir kunnu fáast til
høldar.
Men vit vita, at tað ikki
ber til at fiska markel uttan
norðhavssild sum hjáveiðu.
Tað vísa tær royndir, sum
higartil eru gjørdar, og bæði
í 2008 og 2009 var lutfallið í
íslendsku veiðuni 60% av sild
og 40% av makreli.
Bert
nótaskipini
hava
kvotu av norðhavssild, og
skulu onnur skip í hesa
vinnu, so verður neyðugt
eisini at bróta sildaavtaluna.
Fyri nóta skipini kann avleið
ingin eisini verða, at tey ikki
hava sildakvotu eftir til
vanliga silda fiski skapin um
heystið, og so fara skipini at
liggja restina av árinum.
Harumframt vita vit lítið
um, hvar summarmakrelurin
kann seljast, tí so at siga øll
makrelkvotan verður fiskað
í vetrarhálvuni.
Fyri nótaskipini er av
leiðingin eisini, at MSC
góðkenningin av makrel fiski
skapinum sum burðardygg
veiða, fer fyri bakka.
Eiga at fara eftir
eini avtalu í 2010
Tí hevur tilmælið hjá Felag
num Nótaskip verið, at vit
eiga at miða eftir at halda
fram í makrelsamstarvinum
í 2010 og at fara eftir eini so
góðari avtalu sum gjør ligt.
Sanstundir eiga vit at skapa
útvegir fyri, at vit kunnu
halda fram við royndar
fiskiskapinum og annars
nøkta tørvin hjá teimum,
sum hava hug til eitt nú at
gera royndir við at dyrgja
eftir makreli.
Tað er neyðugt, at vit fáa
til vega meira vísindaligt
tilfar, sum kann byggja upp
undir okkara krav um ein
størri part av kvotuni.
Kanningar
av
makrel
stovninum verða bert gjørdar
triðja hvørt ár. Í ár verður
gjørd ein stór stovnskanning
og fyri fyrstu ferð eisini í
føroyskum sjógvi. Úrslitið
av hesum kann undirbyggja
okkara páhald um, at nógvur
makrelur er í føroyskum
sjógvi.
Tað er sjálvsagt neyðugt,
at føroysku krøvini eru í
samljóð við tað, sum okkara
egnu fiskifrøðingar kunnu
verja. Uttan hetta neyðuga
samanspæl verður trupult
at koma víðari.
Tað er lætt at fara burtur
úr
makrelsamstarvinum.
Verður
spurningurin
um
íslendska makrelfiskiskapin
ikki loystur í samráðingunum
millum strandalondini, so
kann hann verða loystur í
íslendsku samráðingunum
um limaskap í ES. Tá standa
vit einsamallir uttanfyri, og
so tú kanst spyrja: Hvussu
koma vit upp í aftur millum
landa samstarvið?
Pelagiska veiðan hevur
havt stóran týdning fyri
føroyska búskapin. Fyri at
skapa henda møguleika, hev
ur verið neyðugt við stór um
íløgum í dýr skip. Tvey nýggj
pelagisk skip fyri tilsam ans
5600 mió. kr. eru komin í
flotan hetta seinasta árið,
og tað triðja reiðaríið hevur
gjørt stórar íløgur fyri at
tillaga sína fiskiorku. Tað
ber bara til at gera tílíkar
íløgur, um vinnan og láni
stovn ar hava vissu fyri, at
viðurskiftini liggja føst fleiri
ár fram í tíðina.
Jógvan Jespersen, stjóri
Felagið Nótaskip
Nakrar viðmerkingar til makrelmálið
Tað eru tey, sum hava undrað seg yvir, at Felagið Nótaskip hevur havt
ein óvirknan leiklut í kjakinum í fjølmiðlunum um makrelmálið