týsdagur 25. mai 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Týsdagur 25. mai · Nr. 85
Sosialurin
Tað er heilt vanligt, at
tingmál vera góðkend við
einari avgerandi atkvøðu,
har ein ella tvær blankar
atkvøður eisini eru við í
uppteljingini
Eitt dømi, ið minnir um
1946:
Fyrst skal sigast, at
hetta dømi bert minnir
um fólkaatkvøðuna í ‘46 í
prosent býtinum, men tað
er jú eisini tað, ið tykist
at viga mest hjá Jóhan
Petersen.
Um eitt tingmál fær 16
atkvøður fyri, 15 ímóti og
tvær eru blankar, so svarar
tað til 48,5% fyri, 45,5% ímóti
og 6% ógyldugar (blankar)
atkvøður. Hetta úrslit hevði
verið (og hevur eisini áð ur
verið) góðtikið uttan himpr.
Hvat verður sagt á tingsins
røðarapalli ella úti í gongini
er fullkomiliga líka mikið,
og hevur onga ávirkan á
úrslitið av atkvøðu greiðsl
uni á tingi.
At skilja demokratiskar
mannagongdir:
Tað er sum um Jóhan
Petersen ikki skilur sið venj
urnar innan altjóða demo
kratiskar
manna gongd ir
– tað kann sjálvandi eisini
vera tað, sum er keppurin
í hansara hjóli. Tað mál, ið
fær flest atkvøður, verð
ur samtykt. Tað nýtist
ikki at vera hægri enn eitt
ávíst prosent tal av velj ara
skaranum ella av atkvøð
unum. Tað er einfalt soleiðis
demokratiska val skipanin
virkar.
Hvussu
rættvíst
hetta er, er eitt heilt annað
mál og kjakevni.
Ein politisk finta, ið sló
bakk:
Fólkaatkvøðan var ein
dana og sambandsfinta.
Teir væntaðu, at ein slík
fólkaatkvøða við so greið
um, avgerandi og stirvnum
valmøguleikum,
og
so
álvar samum og endaligum
avleið ingum, fór at fáa mong
loysingarfólk til at missa
pippi og dirvi, og sostatt
atkvøða ímóti loysingini,
tí loysingarvongurin var
slettis
ikki
fyrireikaður
til hesa megnar broyting.
Tískil vóru loysingarfólk
hvørki politiskt ella men
talt klár til hesa stóru og
týdningarmiklu
avgerð.
Hetta vistu danir eins væl
og
sambandsvongurin;
men til teirra vónbrot og
ótta varð hóast alt ein lítil
meiriluti fyri loysing. Fintan
riggaði ikki, og so kom
óruddiliga og demokrati
háðandi
uppruddingin.
Um henda fólkaatkvøða
var betur skipað og við
longri skotbráði, og við
brævaatkvøðunum úr Ís
landi, so hevði meirilutin
fyri loysingaruppskotinum
óivað
verið
upp
aftur
størri – men tað fáa vit jú
ongantíð at vita.
Mín síðsta
viðmerking
til Jóhan
Petersen
Dávid Isfeld, Hósvík
Hóast formaðurin í Uttan
landsnevndini í Degi & Viku
mánakvøldið segði seg úttala
seg vegna Javnaðarflokkin,
átti hann ikki at verið so
opinskáraður
um
hvørja
støðu, hann helt, at Føroyar
áttu at hava í samráðingunum
um makrelin.
Vanliga er nógv samskifti
millum landsstýrismannin í
fiskivinnumálum og Uttan
landsnevndina, tá sam ráð
ingar, sum tær um makrelin,
standa fyri framman.
Stór virði standa upp
á spæl. Tí sannlíkt er, at
galdandi avtala um makrelin
endaliga fer fyri bakka.
Neyðugt er tí at finna breiða
politiska semju um, hvussu
farast skal fram í strembanini
eftir at finna semju um nýtt
býti, har meir verður í okkara
part. Somuleiðis er neyðugt
at leggja ætlanir um, hvussu
farast skal fram, um tað ikki
eydnast at finna semju.
Uttanlandsnevndin, sum
er mannað við umboðum
úr øllum politiskum flokk
um, hevur í hesum sam
bandi sentralan leiklut. Hon
hevur eisini latið lands
stýrismanninum til mæli um,
hvørji krøv, føroyingar eiga at
leggja fyri hinar partarnar, í
eini roynd at fáa sum mest í
okkara part.
Tilmæli av slíkum slag frá
Uttanlandsnevndini
verða
av
samráðingartaktiskum
orsøk um,
altíð
latin
í
trúnaði.
Undan samráðingunum
hevur tað oftast stóran
týdning, at kortini verða
hildin tætt at kroppinum
fyri ikki at órógva sam ráð
ingargongdina. Best er eisini
um mótpartarnir ikki til
fulnar kenna, hvørja sam
ráðingarkós vit ætla at leggja,
fyri at røkka okkara máli.
Formaðurin í Uttanlands
nevndini er ikki hvør sum helst
í hesum arbeiði. Tað heldur tí
ikki, tá John Jo hannes sen
í Degi & Viku mána kvøldið
skeyt seg undir at úttala
seg vegna Javn að ar flokkin.
Hansara orð vilja altíð verða
sett í samband við støðuna
hjá Uttan landsnevndini. Tí
var »makrelstuntið« í sjón
varps stov uni
mána kvøldið
eftir míni bestu sannføring
betur ógjørt.
Dýrt agn
Formaðurin í Uttan lands
nevndini eigur at vita, at tað
er ikki í sjónvarpsstovuni, at
góðu úrslitini í fiski veiðu
samráðingum verða rokkin
– heldur tvørturímóti.
Tað var tí neyvan fyri at
vinna okkum størri part av
makrelkvotuni, at formaðurin
valdi at egna makrelin so
dúgliga mánakvøldið.
Heldur man ætlanin hava
verið at vinna sær sjálvum
og Javnaðarflokkinum nøkur
høglig politisk stig undan
samráðingunum.
Í toska og hýsufiskiskapi
er makrelurin vanliga gott
agn. Hvussu hann roynist í
politiskum fiskiskapi er ilt at
meta um, men verður hann
ov dúgliga engdur nú, kann
agnið fara at gerast okkum
dýrt.
Bjørn Kalsø
løgtingsmaður
Makrelurin agn í
politiskari profilering
Í
grein
í
Dimmalætting
mikudagin 19. mai verður
staðfest, at tað kostar dupult
so nógv at gera búpláss fyri
eldri á ellisheimi í Vági, enn
Yviri við Strond í Havn.
Fyrst er at siga, at verk
ætlanin í Vági og tann í
Havn
ikki
kunnu
sam
an berast uttan so, at vit
fyrst gera okkum greitt,
um fortreytirnar eru tær
somu. Eru tær ikki tað, má
samanberingin ger ast við
hesum í huga. Markn aðar
umstøðurnar eru broyttar,
síðani ætlanin í Vági varð
boðin út. Tá var meira gongd
á byggivirkseminum, og tí var
áhugin millum arbeiðstakarar
fyri hesi verkætlanini ikki
so stórur, sum hann uttan
iva hevði verið í dag. Í løtuni
er kappingin so hørð, at
vit síggja prísir, ið eru so
lágir, sum sjáldan – kanska
ongantíð – fyrr. Í so máta
hevur Tórshavnar kommuna
bjóðað út í tí røttu løtuni.
Í Vági bjóðaði Landsverk
út í almenna lisitatión, og
tað merkir, at verkætlanin er
liðugt projekterað í tøttum
samstarvi
við
eigaran
(komm unurnar), starvsfólk
og onnur serkøn, áðrenn
arbeiðs takarar koma inn í
myndina og geva tilboð. Í
hesi tilgongdini er ásett eitt
góðsku støði, ið samsvarar
við
góðskuna
á
øðrum
ellis og røktar heim um, ið
eru bygd tey seinastu árini.
Hesin útbjóðingarhátturin
skuldi alt annað líka givið ta
størstu kappingina og harvið
teir lægstu prísirnar.
Tórshavnar
kommuna
hevur boðið heimið yviri við
Strond út í totalentreprisu, og
tað er einki skeivt í tí. Hetta
merkir, at ásettur verður
ein hámarksprísur, og teir
bjóðandi skulu upplýsa, hvat
teir megna at veita innan fyri
henda fíggjarkarmin. Vansin
við hesum útbjóðingarhátti
er, at tann komandi eigarin
ikki í sama mun kann gera
sína ávirkan galdandi, eitt
nú í sambandi við ásetan
av góðskustøði, innrætting,
tilfarsvali, stødd á búrúmum,
hentleikum
o.s.fr.
Hesi
viðurskifti hava avgerandi
ávirkan á prísin.
Bústaðareindirnar í Vági
eru alment kendar, men
enn kenna vit ikki, hvussu
tær verða yviri við Strond.
Áðrenn tað kemur so langt,
skal
kommunan
ival eyst
ígjøgnum
eitt
ella
fleiri
sam ráðingar umfør við til
boðsgevaran, og síðani skal
verkætlanin prosjekterast.
Og fyrr enn tann verkætlanin
kem ur av tekniborðinum,
ber als ikki til at samanbera
byggi kostnaðin fyri hesar
báðar
verkætlaninar.
So
einfalt er tað.
Kristian Rasmussen
varastjóri og leiðari á
verkleiðsludeildini
Landsverk
Eitt ellisheim er ikki
bert eitt ellisheim
Tað er sum um Jóhan
Petersen ikki skilur sið
venj urnar innan altjóða
demo kratiskar manna
gongd ir