Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-25, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. mai 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Týsdagur 25. mai · Nr. 85 14 Sosialurin Vilmund Jacobsen At Jákup Sólstein hevur neglt sítt navn í føroyska fiskivinnusøgu, var stór­ fingn að móttøkan í Klaksvík í kantinuni á Kósavirkinum seinasta fríggjadag eitt týðiligt prógv um. Hann er nú farin um tey sjeyti og mynstrar av sum skriv­ stovumaður hjá JFK­Troli, har hann hevur verið í starvi í meiri enn eina hálva øld. Nógv fólk úr ymiskum heraðshornum innan før­ oyska fiskivinnu, vinnulív og eisini innan politisku skipanina heilsaðu Jákupi Sólstein, og fleiri nýttu eisini høvi at bera fram heilsan. Maðurin, sum hevur ver­ ið í starvi hjá JFK­Troli øll hesi ár, er serliga kendur um landið fyri tey árini, hann var formaður í Føroya Reið arafelag og soleiðis stóð í andglettinum, sum fremsta umboð fyri føroysku reiðararnar. Óli Jacobsen, sum var formaður í Fiskimanna­ fe lagnum øll árini, meðan Jákup Sólstein var formaður í Reiðarafelagnum, helt eina skemtiliga røðu og vísti á, at hóast teir báðir høvdu verið í mongum hørðum leiki, kenn­ ast teir í dag sum vinir. Sjálvur segði Jákup Sól­ stein eisini nøkur orð við móttøkuna og helt fyri, at hann altíð hevði fingið góðan uppbakning frá konu síni í tí, hann hevði fingist við. Men hóast allan hendan stuðul, hon hevði veitt manni sínum, noyddist hann sjálvur einaferð at langa nevan í borðið, sum hann tók til. – Tað var, tá konan kom og fortaldi mær, at hon nú var vorðin nevndarlimur í arbeiðskvinnufelagnum. Tá mátti eg langa nevan í borðið, segði Jákup Sólstein. Men Jákup hevur ikki bara fingist við skriv stovu­ hald og verið aktivur í fak­ felagsvirksemi. Í mong ár hevur hann eisini verið virkin í Klaks­ víkar Hornorkestri. Tá móttøkan fyri Jákupi Sólstein í kantinuni á Kósavirkinum leið móti endanum, kom Klaksvíkar Hornorkestur og setti sín serstaka dám á endan av hesi løtu, sum bæði var væl møtt og í allar mátar væl eydnað. Nøvn Seinnapartin fríggjadagin var móttøka í Norðoya Spari kassa í Klaksvík. Høvið var, at nýggjur stjóri varð settur í sparikassanum í mars mánað, tá ið Eyðfinn Reyðberg fór úr starvi, og Marner Mortensen fyrst varð settur sum fyribilsstjóri og síðani varð settur sum stjóri. Tá ið hann beyð væl­ kom ið, segði formaðurin í nevnd ini, John Danielsen, at ætlanin hevði verið at havt móttøkuna fyrri enn so, men orsaka av stóra ar­ beiðstrýstinum, sum hevur verið í sparikassanum í sam­ bandi við at føroysku pen­ ingastovnarnir hava fingið nýggjan KT veitara, so hevði tað ikki borið til at skipa fyri móttøkuni fyrrenn nú. Jákup Ziskason stóð fyri tí kulinariska, og hýr­ ur in var góður á teimum mongu, sum í góðveðrinum fríggja dagin vóru inni á gólvinum í Norðoya Spari­ kassa – klaksvíkingar og norð oyingar, fólk aðra staðni frá í landinum, nevnd og umboðsráð, um ­ boð fyri fakfeløg, vinnu ­ feløg og politiska mynd­ ug leikan á staðnum og lands myndugleikan, privat­ kund ar og vinnukundar og familja og vinir. Umframt John Danielsen, nevndarformann, so bóru eisini Jógvan Skorheim, vara borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, Jóannes Hansen, næstformaður í nevndini í Norðoya Sparikassa, og Karl Birgir Isaksen, stjóri í KBI, heilsanir fram, og Marner Mortensen, stjóri, takkaði fyri. Marner Mortensen, sum er ættaður úr Sørvági, hevur búð í Klaksvík í 24 ár, og hann hevur arbeitt í Norðoya Sparikassa í 14 ár. Gunnar Nolsøe hevði mikrofonina undir hond, Magni Husgaard spældi hugna ligar tónar, og haraftrat vóru tvær framførslur. Limir í Klaks víkar Hornorkestri spældu tveir sálmar, og Hallur Joensen, countrykongurin, spældi og sang. Stór fjøld heilsaði nýggja stjóranum Gevst eftir trúgva tænastu Nógv fólk vóru til móttøku leygardagin, tá Jákup Sólstein, skrivstovumaður og fyrrverandi formaður í Føroya Reiðarafelag gavst í starvinum hjá JFK-Troli í Klaksvík Fríggjadagin var móttøka fyri Jákupi Sólstein, sum hevur verið skrivstovumaður hjá JFK-Troli í eina hálva øld – og sum annars er kendur sum formaður í Føroya Reiðarafelag