Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-25, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. mai 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Týsdagur 25. mai · Nr. 85 Sosialurin Nicala Olsen var fødd á Royðutoft á Strondum tann 25. aug. 1949, og var hon næstyngst av 7 systkjum. Nicala, sum var fødd við Dowm Syndrom, hevur sum mong onnur búleikast á stovni í Danmark síðani hon var 5 ára gomul. Eftir at hava verið í Danmark í 30 ár, var hon ein av teimum sum flutti heim aftur til Føroyar at búgva á Eirargarði og síðani 1996 hevur hon havt sín bústað á Bústovninum í Runavík. Hennara dagliga yrki hevur verið á Verkhúsinum Stíggj og fyri at lýsa persónin Nicalu, var hon ein sum sat í koyristóli, hevði einki hár og einki verbalt mál, men tað sum sermerkti hana var at ein kundi ikki umgangast at vera góður við hana, tá hon við sínum eyðkendu prutliljóðum, sum var hennara einasta samskifti hon hevði, tá hon vildi fortelja okk um hvat hon vildi, og serliga tá kirkju­ sálmar tónaðu í útvarpi ella sjón­ varpi, royndi hon av øllum alvi at syngja við í sálmunum, so at allur koyri stól urin dandaði. Ta síðsta árið hevur Nicala ikki verið á Verkhúsinum Stíggj, av tí at heilsan var farin at bila, og hevur hon sostatt verið á Bústovninum og blivin røktað og passað og havt tað gott og hevur fylt nógv í dagligdegnum fyri okkum øll, sum hava verið um hana. Nicala hevur alla tíð havt eitt gott familjunetverk rundan um seg, og serliga nú tá hon hevur ligið á sjúkrahúsi og ligið so veik her á stovninum, hevur hennara familja verið nógv um hana og verið sera góð við hana. Nú er okkara kæra Nicala farin heim til hvíldarstaðin, har hon hevur tað allarbest, og har hon fær allan tann tørv dekkaðan, sum hon hevur brúk fyri. Vit her á Bústovninum vilja við hesi heilsan siga Nicalu tøkk fyri alt tað sum hon hevur lært okkum og ynskja Guðs frið yvir tey ríku minnir, vit hava um hana. Ynskja vit øll á Rúnarvegi í Runavík Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Heilsan til Nicalu Olsen 60 ára føðingardagur Mikudagin 4. august verð ur Heiðveig Tindskarð, Tórs­ havn, 60 ár. Føðingardagurin verður hildin í Róðrar neyst­ inum á Argjum leygardagin 17. juli kl. 18. Tey ið vilja gleða Heiðveig við at koma í føðingardag, verða vinarliga biðin um, at siga frá innan 20. juni á tlf.: 317326/264030 (Heiðveig), 277556 (Barbara), 227796 (Yvonna). Diamantbrúdleyp Grundlógardagin 5. juni hava Nanny og Franklin Hen­ rik sen, Klajksvík, dia mant­ brúdleyp. Dagurin verður hildin á Klaksvíkar Sjó mans­ heimi kl. 16 fyri innbodnum. Silvurbrúdleyp Tann 1. juni hava Elsba og Eivind Danielsen verið gift í 25 ár. Dagurin verður hildin 3. juli í B36 húsinum kl. 19. Tey sum vilja hátíðarhalda dagin saman við okkum, verða vinarligast biðin um at siga frá á tlf. 321932 ella 224802 í seinasta lagi 20. juni. Silvurbrúdleyp Týsdagin 25. mai hava Turid og Sofus Joensen, silv ur­ brúdleyp, dagurin verður hildin í Oasuni, Kirkjustræti 2, Hoyvík, tann 29. mai frá kl. 11 til 17. Øll ið vilja gleðast saman við okkum eru væl­ komin. Andlát Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at okkara elskaða systur Nicala Olsen, Runavík, andaðist á Bústovninum í Runavík, Hvítusunnuaftan 60 ára gomul. Kistan kemur í Sjóvar kirkju týskvøldið kl. 18.30. Jarðarferðin verður mikudagin kl. 13.00 úr Sjóvar kirkju Familjurnar vegna Jóhannus, Malmberg, Tomina og Hans Eiler. tey ið ynskja at minnast nicalu, kunnu lata eina gávu til Bústovnin. Konta í Føroya Banka. Andlát Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningun at kæri maður mín Árni Traber andaðist á Samsø 22. mai 63 ára gamal. Kórseting verður frá tranebjerg kirkju hósdagin 27. mai. Paula Merkisdagar sum hevur ein merkisdag, sum t.d. ein rundan føðingardag, brúdleypsdag, starvsdag ella onkran, ið hevur fingið nýtt starv e.a., so sig okkum frá hesum. Send nøkur orð og eina mynd til: Postsmoga 76 110 Tórshavn Tú ert eisini vælkomin inn á gólvið í Miðlahúsinum ella ringja tlf 341800. Eisini ber til at senda ein teldupost til: post@sosialurin.fo Veitst tu um onkran... Sosialurin · Postboks 76 · FO-110 Tórshavn