týsdagur 25. mai 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Týsdagur 25. mai · Nr. 85
16
Sosialurin
Barbara Holm
Heðin Mortensen og Bogi
Andreassen eru ikki á einum
máli um, hvat nógv umrødda
Stóratjørnøkið í Hoyvík skal
nýtast til.
Leingi hevur verið tosað
um Stórutjørn verkætlanina,
men fíggjarkreppan og aðrir
faktorar gera, at ætlanin ikki
longur
tykist
serstakliga
veruleikakend – í øllum før
um ikki við upprunaligu
byggiharrunum.
Men
borgarstjórin
er
ikki til reiðar at lata ætl
anina fara fyri skeyti, með an
varaborgarstjórin vil gagn
nýta stóra økið til eitt nú
kirkju garð og frískúla.
Málið endaði á býráðsfundi
hjá Tórshavnar býráð í farnu
viku, eftir at ein samd byggi
og býarskipanarnevnd legði
uppskotið fyri býráðið at
samtykkja.
Men
soleiðis
skuldi ikki verða – Heðin
Mort ensen tók málið av
skránni, tí hann vildi hava
meira kunning í málinum.
– Hetta málið er ikki
ókent fyri Heðin Mortensen
ella aðrar býráðslimir, so eg
skilji rætt og slætt ikki, hvat
Heðin Mortensen meinar
við, tá hann sigur, at meira
kunning má fáast um málið,
sigur Bogi Andreassen.
Men Heðin Mortensen
heldur, at býráðslimir eiga
at fáa kunning, um teimum
tørvar tí.
– Áheitanir komu frá
býráðslimum, um at meira
kunning mátti fáast á mál
inum, áðrenn kirkju garð urin
endaliga kundi leggjast har,
og tað eiga vit eisini at fáa,
sigur Heðin Mortensen.
Heðin Mortensen vísir á,
at íbúgvar í økinum skulu
hoyrast, áðrenn býráðið kann
taka eina slíka avgerð.
Stóratjørn kann
broyta skap
Tað tykist hóast alt verða
semja um, at Stóratjørn verk
ætlanin, sum vit kenna hana,
ikki kann gerast veruleiki
við verandi byggiharrum.
Spurningurin tykist verða,
hvørt Stóratjørn er mest
egnaða staðið at leggja ein
kirkjugarð og frískúla.
– Umsitingin hjá býráð
num
hevur
nýtt
nógva
orku og pening upp á júst
hetta málið, staðfestir Bogi
Andreassen,
sum
heldur
hetta málið verða drigið ov
langt út.
Heðin Mortensen hev ur
eisini víst á, at hann fram
vegis hevur álit á, at Stóra
tjørn verkætlanin verður til
veru leika – helst við øðrum
byggiharrum – men hesum
er
varaborgarstjórin
ikki
samdur í.
– Eg eri samdur í, at ein
stórur miðdepil skal verða
í Hoyvík, men Stóru tjørn
verkætlanina trúgvi eg ikki
uppá, sigur Bogi Andreassen,
sum ikki skilir hugsanina hjá
borgarstjóranum á økinum.
Málið skal nú aftur í um
sitingina
hjá
býráð num
og í byggi og býar skip
anarnevndina, og enn er ikki
greitt nær málið verður lagt
fyri býráðnum.
barbara@sosialurin.fo
Borgarstjórar ósamdir
um Stórjutjørn
ÓSEMJA Borgarstjórin og varaborgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen og Bogi Andreasen
er ósamdir um byggisamtyktina fyri Stórutjørn. Heðin Mortensen vil halda fast um gomlu
miðdepilsætlanina, meðan varaborgarstjórin ikki sær orsøk til at leggja økið lamið longur
Heðin Mortensen og Bogi Andreasen