týsdagur 25. mai 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Týsdagur 25. mai · Nr. 85
Sosialurin
Leo Poulsen
Fríggjadagurin
var
ein
stórur dagur hjá teimum
um
400
limunum
hjá
Dansifrøi. Tá var snotiliga
nýggja dansihøllin alment
tikin í nýtslu við móttøku,
borðhaldi og dansi langt út
á náttina.
Søgan er í stuttum hon, at
longu árið eftir, at Dansifrøi
varð stovnað í 1972, vórðu
fyrstu ætlanirnar um egna
dansihøll lagdar á borðið.
Strilti gekk tó, men so í
2002 varð nýggj bygginevnd
vald, og síðani hevur verið
arbeitt miðvíst við at fáa høll
ina upp at standa. Í nevndina
komu Høgni Mikkelsen, sum
gjørd ist formaður, Andreas
M. Andreasen og Erling
Jørgensen.
Vit fóru beinavegin til
verka og 28. november 2002
bleiv fyrsta umsøkn send
inn til TK, har vit søktu um
leiguøki og stuðul, segði
Høgni
Mikkelsen
millum
ann að í røðu síni í sambandi
við móttøkuna.
Heilt frá byrjan av var
økið, har høllin nú stendur,
eitt
av
støðunum,
sum
komm unan ávísti felagnum.
At byrja við var meiningin, at
fimleikafelagið Ljósið skuldi
vera saman við Dansifrøi
um høllina, men hendan
ætlanin varð slept, tá nýggj
stór fimleikahøll, FIMI, varð
stungin út í kortið.
Vit fingu játtað økið sum
leiguøki frá TK og byggiloyvi
14 desember 2007. Við einari
lítlari samkomu, sum var
ein
vakran
mánadag
4.
februar 2008, at táverandi
varaborgarstjóri,
Jógvan
Arge, setti spakan í, og vóru
fleiri eldri limir tilstaðar eins
og býráðið og fjølmiðlarnir,
segði Høgni Mikkelsen.
Høllin er 840 fermetrar
stór og er góðkend til 700
fólk, og dekkast kann upp til
400450 persónar.
Kostnaðurin liggur um 12
milliónir krónur.
Reisigildið bleiv hildið
27. mai 2009, har Jógvan
Arge,
býráðslimur,
helt
eina góða røðu og eggjaði
okkum limum til, at standa
saman um høllina. Og ikki
kann sigast annað enn, at
hetta hevur hjálpt, tí serliga
eru tað teir eldru limirnir,
sum hava tikið hetta til
sín, tí hesir hava brúkt yvir
4000 arbeiðistímar, fyri at
koma so langt, Segði Høgni
Mikkelsen.
Høllin er gjørd soleiðis,
at hon lýkur ymisk krøv,
eitt nú til gólv, og hon er
eisini
vinarlig
mótvegis
rørslutarnaðum.
Dansifrøi
hevði
boðið
fimm dansifeløgum til há
tíðar haldið, og dekkað var
upp til 270 fólk.
leo@sosialurin.fo
4000
sjálv
bodnir
tímar
FÓLKADANSUR Fríggjadagin var almenn móttøka í sambandi við, ast nýggja dansihøllin hjá
Dansifrøi varð tikin í nýtslu. Limirnir hava lagt yvir 4000 sjálvbodnar tímar í høllina
Formaðurin í Dansi frøi, Petur Petersen, saman við
Andreas M. Andreasen, nevnd ar limi í byggi nevnd
ini, og Høgna Mikkel sen, formanni í bygginevndini
NEVNDARLIMIR
Fyrrverandi formaðurin í Mentanarnevndini og
varaborgarstjóri, Jógvan Arge, hevur veirð við allan vegin
Fitt av fólki, bæði ung og gomul, vóru til móttøkuna hjá Dansifrøi fríggjadagin