týsdagur 25. mai 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Týsdagur 25. mai · Nr. 85
18
Sosialurin
Jan Müller
Herfyri samtukti løgtingið
endaliga eitt uppskot frá
Johan Dahl, oljumálaráðharra
um at geva betri rúmd fyri
oljuleiting á landgrunninum.
Eitt sokallað “open door”
tiltak. Petur Joensen, stjóri á
Jarðfeingi, heldur uppskotið
kann fáa stóran týdning fyri
oljuleitingina við Føroyar.
– Tann praktiski týdn ing
urin er tann, at nú kunnu
feløg søkja um loyvi, uttan
at tað hevur verið eitt út
bjóðingarumfar
beint
framm anundan.
Higartil
hevur tað verið soleiðis, at
man kann bara søkja eftir,
at tað er alment lýst, og ein
løg tings lóg er gjørd. Men
hetta fer at merkja, at tey
øki, sum higartil eru boðin
út, har kunnu oljufeløg tann
dag í morgin koma og banka
á dyrnar og siga, at tey fegin
ynskja eitt loyvi í hesum ella
hasum økinum. So tað verður
meira liðiligt.
Lofta áhuga
– Men at vit fáa hesa lógina
nú, er tað tí tit vita, at tað
eru feløg, sum hava áhuga í
at leita í ávísum økjum, sum
fyrr eru boðin út?
– Vit vita tað ikki her
og nú, men vit hava fyrr
upplivað, at tað hava verið
feløg, sum hava spurt um eitt
og annað og hava víst áhuga,
men tá tey so hava fingið at
vita, hvussu mannagongdin
er, so hava tey ikki gjørt
meira. Og so eru tey vekk. Tað
ræður um at lofta teimum,
meðan áhugin er har. Tí um
hann er í dag er ikki vist,
at hann er har í morgin. So
uppá tann mátan hevur
hetta ein ávísan týdning.
Haraftrat hava vit nú ætlanir
um at marknaðarføra tað
føroyska økið meira aktivt
enn vit kanska hava gjørt
millum útbjóðingarumførini.
Skal tað geva nakra serliga
meining má man eisini kunna
vísa á, at tað eru øki, sum eru
tøk og sum tey kunnu fáa.
Hetta er tó ikki nakað,
sum fer at gera nakað heilt
stórt hol í sjógvin. Men um
tað bara er eitt loyvi, sum
verður latið á henda hátt, so
er tað gott.
– Men hví skulu oljufeløg
vera áhuga at koma inn og
bjóða uppá øki, sum aðrir
hava borað og kastað frá
sær?
– Tað sær man meira
enn so. Tað kann bæði vera
talan um øki, sum aðrir hava
kastað frá sær og øki, har
man als ikki hevur borað.
Tað er nokk so ymiskt,
hvussu feløgini síggja uppá
somu øki men tað kunnu
so eisini verða heilt onnur
øki, sum als ikki hava verið
loyvisløgd fyrr. Talan er her
um øll øki, sum eru boðin
út fyrr og ikki bert tey, sum
hava verið loyvisløgd. So tað
kann saktans hugsast.
– Nú vita vit at Marjun
brunnurin, sum Hess fann,
varð eitt fund men meira
bleiv ikki gjørt við tað økið,
tí tað lá og djúpt. Er tað eitt
stað, sum feløgini kunnu fara
at vísa nýggjan áhuga?
BP
– Tað hevur helst nakað við
tøkni at gera, at man ikki sá
seg føran at gera meira við
tað fundið. Oljan var har
men tað vísti seg at vera
eitt rættiliga kompliserað
felt. Og tað er ikki so, at vit
hava merkt nakran beinleiðis
áhuga at fara har aftur, so
um nakar kortini ynskir tað
dugi eg ikki at siga.
– Tá BP boraði Willi am
brunnin varð brunnurin sum
so ikki endaliga sleptur, men
proppur varð settur í heldur
enn at fylla alt við betongið.
Merkir tað nógv fyri, at lonur
oljufeløg kunnu koma inn og
bora har aftur?
– Tað økið bleiv latið inn
aftur, og tað er trygt fráfarið.
Men tað varð gjørt soleiðis,
at tað er lætt at koma til
tað aftur, soleiðis at man
Lættari og skjótari
at fáa boriloyvi
Open dOOr Løgtingið hevur samtykt lóg, sum ger, at oljufeløg nú kunnu søkja um leitiloyvi,
uttan at tað hevur verið eitt útbjóðingarumfar beint frammanundan. Higartil hevur tað verið
soleiðis, at man kann bara søkja eftir, at tað er alment lýst, og ein løgtingslóg er gjørd.
Løgtingið júst samtykt nýggja lóg um loyvisgeving.