týsdagur 25. mai 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Týsdagur 25. mai · Nr. 85
6
Sosialurin
Áki Bertholdsen
At nakrir smáir skúlar kring
landið nú eru niðurlagdir,
hevur ikki ført til, at aðrir
skúlar í økinum hava fingið
hægri játtan.
Sostatt
er
peningurin
spardur burtur.
Olaus Jespersen sigur, at
børnini, ið skúlum, sum verða
niðurlagdir, fara í flokkar,
sum longu eru á skúlunum,
tey flyta til og tað førir ikki
hægri játtan við sær.
- Er talan um ein flokk
fyri færri enn 27 børnum,
verður
ongin
nýggjur
flokkur stovnaður og so
veksur játtanin heldur ikki
til fleiri tímar skúlan.
Skal fylgja barninum
Tó
leggur
Olaus
Jespersen, at næsta ár er
ætlanin at játtanin skal
fylgja næmingunum. Tað
merkir, at játtanin til teir
einstøku skúlarnar skal ikki
longur verða eftir, hvussu
nógvir flokkar eru, men eftir,
hvussu nógvir næmingarnir
eru.
Tað er rættiliga ymiskt,
hvussu nógvir læraratímar
eru til hvønn næming. Á
onkrum heilt lítlum skúla er
talan um 30 tímar, har talan
bara er um ein næming. Á
onkrum stórum skúla er
1,75 læraratími til hvønn
næming.
Enn
er
ongin
avgerð
tikin um, hvussu nógvir
læraratímar tað skulu vera
fyri hvønn næming eftir
teirri nýggju skipanini.
- Men fyri at taka eitt
dømi, kunnu vit siga, at tað
vera tveir læraratímar fyri
hvønn næming.
Í
løtuni
eru
1,97
læraratímar
fyri
hvønn
næming í miðal.
Ein lærari skal hava 27
tímar fyri at hava fult starv.
Tað merkir so í heilt
rundum tølum, at skúlar við
færri enn 13 næmingum fáa
ein vinning av hesum.
Og skúlarnir við meiri
enn
13
næmingum
fáa
so
tímar
játtaðar
eftir
næmingatalinum.
Hetta merkir so hinvegin
eisini, at nýggja skipanin
verður
ein
vinningur
fyri
onkrar
av
teimum
stóru skúlunum, sum eru
rationelt riknir og hava 1,75
læraratímar fyri næming.
Men fyri at fáa tað
útreiðsluneutralt, skal tað,
sum nakrir skúlar vinna,
takast frá onkrum øðrum
skúlum.
Og tað verða so teir stóru
skúlarnir, sum hava meiri
enn tveir læraratímar fyri
hvønn næming, at missa
tímar.
Olaus Jespersen sigur, at
hetta fer neyvan heldur ikki
at verða ein fyrimunur fyri
skúlar við árgangum, sum
eru akkurát ov stórir til at
allur árgangurin kann vera í
sama flokki.
- Sum støðan er nú, fáa
teir játtan eftir tveimum
flokkum,
men
næsta
ár
fáa
teir
játtan
eftir
næmingatalinum og tað fer
helst at føra til at skúlin fær
færri tímar.
aki@sosialurin.fo
Áki Bertholdsen
Tá ið børnini fara í skúla
aft ur í summar, verða sjey
smá ir bygdarskúlar færri í
Før oyum, enn tað vóru fyri
ein um ári síðani.
Tað er greitt, nú inn skriv-
ing in til allar skúlarnar er
liðug.
Olaus Jespersen, deildar-
stjóri á fólkaskúladeildini í
menta málaráðnum, sigur, at
or søk in til at skúlarnir verða
niður lagdur er bara partvís
tann, at ongi skúlabørn eru
eftir í bygdini longur.
- Men ein orsøk til at
skúl ar lata aftur, er eisini, at
foreld ur vilja ikki hava børn
síni at ganga í teimum heilt
smáu skúlunum.
Hann ivast ikki í, at hetta
er ein gongd, sum fer at
vinda upp á seg næstu árini.
- Serliga har foreldur á
smá bygd, arbeiða á størri
pláss um, fer tað helst at
vinda upp á seg, at tey taka
bara børnini við sær í bilin í
tað størru bygdina at ganga
í skúla.
Sjálvboðið
Olaus Jespersen sigur, at tað
hevur eisini gjørt seg gald-
andi, at børn á smábygd hava
verið í dagrøktarskipan í eini
størri bygd og so halda tey
bara fram í skúla har, tí har
kenna tey onnur børn og um-
støðurnar.
Hetta vilja bæði foreldrini
og børnni heldur enn at tey
aft u r verða tikin burtur úr
aft ur felagsskapinum tey
ken na og og frá vinfólkunum
og flutt aftur í skúlan í smá-
bygd ini, har einsemið er
størri.
Tíðin farin frá
Olaus Jespersen væntar tí-
skil, at hesi næstu árini verða
tað væl fleiri bygdarskúlar,
sum fara at hvørva, tí tíðin er
við at renna undan teimum,
bæði tí, at ongi børn eru og tí
at foreldrini vilja hava børn-
ini at ganga í størri skúlum.
- Eg haldi, at tann sosiala
sam veran við onnur børn er
høvuðsorsøkin til, at for eldr-
ini vilja hava børini at ganga
í størri skúlum. Eitt barn í
størri skúlum hevur sam-
band við fleiri børn og fleiri
lær arar enn tey hava í einum
lítl um skúla. Harafturat kem-
ur so eisini tað, at børn læra
av hvørjum øðrum. Tí ásanna
fleiri og fleiri foreldur, at tað
er ein fakligur fyrimunur
fyri børnini, at ganga á størri
skúlum, heldur enn at vera
í einum lítlum skúla saman
við heilt fáum øðrum børn-
um.
Men tað verður sjálvandi
eisini av nátúrligum or søk-
Niðurleggingar føra til sparingar
FÓLKASKÚLIN At smáir bygdarskúlar verða
niðurlagdir, hevur ikki fingið tað at dryppa á hinar
skúlarnar, tí peningurin verður spardur burtur
Sjey smáir bygdarskúl
FÓLKASKÚLIN Hetta seinasta árið eru heilir sjey
føroyskir bygdarskúlar niðurlagdir – men harafturímóti
verður so ein útoyggjaskúli endurstovnaður
um, at fleiri skúlar fara at
verða niðurlagdir, tí ongi
skúla børn eru eftir í bygdini.
Vit
hoyra
oftani,
at
bygdar fólk vilja ikki av
við skúlan, tí ”fer skúlin úr
bygd ini, fer bygdin eisini”
Hesum er Olaus Jesper-
sen ikki samdur í. Hann
vísir
á,
at
Morskra nes,
Selatræ og aðrar bygd ir,
sum mistu skúlan í fimm ti
og sekstiárunum, eru fram-
vegis til sum bygdir.
Hann heldur, at hetta er
nógv meiri tengt at arbeiðs-
møgu leikunum hjá for eldru-
num.
- Nú er nógv lættari at
koma til og frá og tey flestu
hava bil og tí verða fólk
búgv andi á smábygd, tó at
tey ar beiða aðrastaðni.
aki@sosialurin.fo