týsdagur 25. mai 2010síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Týsdagur 25. mai · Nr. 85
Sosialurin
Tá ið næsta skúlaár byrjar einaferð mitt í august, verða tað
tilsamans 6826 børn í fólkaskúlanum.
Tað vísir eitt fyribils yvirlit, sum mentamálaráðið hevur
gjørt.
Talan er um 3539 dreingir og 3287 gentur.
Sum tað sær út í løtuni, verða hesir næmingarnir býttir
sundur á 48 skúlar. Av hesum skúlunum hava 20 skúlar
fleiri enn 100 børn og 10 skúlar hava færri enn 20 børn.
Í Suðuroy verða tríggir skúlar við færri enn 20 børnum
og tað eru skúlin í Sumba, í Hovi og í Fámjin. Í Sandoy
er talan um skúlan í Skálavík, í Streymoy er tað skúlin
í Haldórsvík, í Eysturoy eru tað skúlin í Oyndafirði og
tann í Funningsfirði og í Norðoyggjum er talan um Húsa/
Syðradals Skúla og skúlan í Haraldssundi.
Og so er tað eisini skúlin í Stóru Dímun, sum verður
endurstovnaður nú.
Av øllum skúlunum í Før
oyum er Eysturskúlin nógv
tann størsti.
Har verða 503 næmingar
eft ir summarferiuna.
Annars eru tað eyðvitað
skúlar nir í Havn, sum eru
nógv teir størstu.
Men skúli, ið stingur seg
upp í millum, er Runavíkar
Skúli, sum er næststørsti
skúli í landinum, har vera
426 næmingar eftir summar
feriuna.
Í
venjingarskúlanum
verða 404 næmingar eftir
sum m ar feriuna og í Tórs
havn ar
Kommunuskúla
verð ur næmingatalið 398,
í Hoyvíkar skúla verða 377
næm ing ar og í skúlanum við
Løg man nabreyt verða 305
næm ingar. Í Klaksvík eru
eisini tveir stórir skúlar. Í
skúla num á Ziskatrøð verða
397 næmingar og í spildur
nýgg ja skúlanum við Ósánna
verðru
næmingatalið
327
næsta skúlaár.
Um alt
landið
Áki Bertholdsen
Tá ið børnini fara í skúla aftur í august, verða seks
skúlar færri í føroysku fólkaskúlaskipanini, enn tað
vóru fyri einum ári síðani.
Í hesum sambandi verða seks smáir bygdarskúlar
niður lagdir nú í summar. Harafturat varð ein skúli
niður lagdur í jólum, so tilsamans eru sjey skúlar
niður lagdir hetta síðsta árið.
Tað er um alt landið at skúlarnir eru farnir at
fækk ast í tali.
Men harafturímóti verður ein lítil skúli, sum
annars hevur verið niðurlagdur, endurstovnaður
nú í summar. Tað er skúlin í Stóru Dímun, har eitt
skúla barn verður eftir summarferiuna.
Teir seks skúlarnir, sum verða niðurlagdir eftur
summarferiuna í ár, eru:
• Húsavík/Dalur
• Sandvík
• Skúvoy
• Hestur
• Funningur
• Koltur
Annars varð skúlin við Gjógv niðurlagdur á jólum,
tí tey trý børnini vildu heldur sleppa í Norðskála/
Oyra Skúla at ganga.
Børnini í Húsavíkar/ Dals skúla vilja heldur sleppa
til Sands at ganga í skúla og børnini í Sandvík vilja
held ur til Hvalbiar. Men í Skúvoy, Hesti og í Funningi
eru skúlarnir niðurlagdir tí at ongi skúlabørn eru.
Í Koltri hevur skúli bara verið hetta síðsta árið,
men tey bæði børnini flyta nú inn aftur á megin
landið at halda fram við skúlagondini har.
Gongur strilti
Annars gongur heldur strilti at manna lærara
størvini í teimum heilt smáu skúlunum, serliga við
útbúnum lærarum. Starvið í Dímun varð lýst leyst
og har vóru tveir umsøkjarar, men báðir tóku um
sóknina aftur, so tað starvið er lýst leyst einaferð
aftur at. Har er so ein umsókn komin, men freistin
er ikki farin enn.
Annars er lýst eftir lærara í Mykinesi og í Fugloy
og har eru eisini umsóknir. Eitt sindur óvæntað er
tað, at fýra umsóknir eru komnir til starvið í Myki
nesi og tað hevur ikki verið vanligt og tað er eisini
tvær umsóknir til starvið í Fugloy.
Annars varð eisini søkt eftir lærara til Tjørnu
víkar og til Kunoyar og tey størvini eru bæði sett.
Seinastu árini er tað blivið verri at fáa útbúnar
lærarar at manna teir smáu skúlarnar, sigur Jenny
Lyder sen á Mentamálaráðnum. Hon dugir ikki at
siga, hví tað var frægari fyri nøkrum fáum árum
síða ni, men hon heldur, at ein orsøk kann vera, at
tað er tórført at fáa heil húski at flyta á útoyggj.
aki@sosialurin.fo
Umleið tvær milliónir!
Tað er upphæddin, sum
verð ur spard burtur, nú
nakrir av teimum smáu
bygdar skúlunum halda
upp at í summar.
Olaus Jespersen sigur, at
tal an verða um eini fimm
full tíðar lærarastørv, sum
verða niðurløgd av tí, at
skúlar nir halda uppat.
At næmingarnir flyta
fer ikki at føra til hægri
játtan til skúlarnar, sum
næm ing ar nar fara í, tí teir
fara í flokkar, sum longu
eru, so har hendir ongin
broyting.
2 milliónir
Eysturskúlin
nógv størstur
ar niðurlagdur
6826
Næsta ár verður skipanin broytt, so at játtanin til
fólkaskúlan ikki longur skal fylgja skúlanum, men
barninum og at tað fer at verða ein fyrimunur fyri
summar skúlar og ein vansi fyri aðrar, sigur Olaus
Jespersen, deildarstjóri í mentamálaráðnum
Savnsmynd av skúlanum á Húsum, sum framvegis er opin
SKÚLI Í BROYTING