týsdagur 25. mai 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Týsdagur 25. mai · Nr. 85
20
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Ítróttartoymið á Sosialinum:
Heri
Simonsen
heris@sosialurin.fo
Álvur
Haraldsen
alvur@sosialurin.fo
Hilmar Jan
Hansen
einslistir@email.fo
Uni Holm
Johannesen
uni@sosialurin.fo
Tróndur
Arge
trondur@sosialurin.fo
Landsliðsleikarar sleppa ikki upp í part
Hóast tað gongur illa hjá Frem, so sleppa hvørki Bogi Løkin ella Jónas Þór Næs upp í part
fyri tíðina. Aftur í gjár byrjaðu teir báðir á beinkinum og har vóru teir sitandi allan dystin,
hóast liðið var aftur úr við fýra málum og ikki skoraði fyrr enn tað restaðu sjey minuttir.
Frem skoraði eisini einaferð í yvirtíðini, so endaliga úrslitið gjørdist at uppflytararnir FC
Vestsjælland vunnu 2-4. Bogi Løkin ella Jónas Þór Næs hava annars júst fingið landsliðsboð
til venjingardystin móti Luksemburg 4. juni, men tað er eftir øllum at døma ikki nóg mikið
fyri at koma upp í part í Frem, sum tykist at hava spilt sínar kjansir fyri at varðveita sætið
í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Fimm dystir eru eftir at spæla og liðið hevur sjey stig
upp til næsta liðið omanfyri niðurflytingarmarkið.
Næsta HB-bókin skal eita:
»Tá abbi vann á B36«
Niclas Niclasen veit væl, at
tað er ÚTI-vika hesa vikuna
Lars! Eg haldi man kann læna
dómarabókina á býarbókasavninum
Víkingar spældu sum skurar við
maganum fullum av rosinum
Høvdu teir gomlu vita –
Hargabrøðurnir stríðast ímóti
hvørjum øðrum (Mortan og Súni)
Næsta sesong av »Emergency Room«
verður tikin upp í Gundadali. Marcin
Dawid skal hava høvuðsleiklutin
Nú er heitari í Runavík enn í Gøtu
Útvarparin hjá ÚF fann ein ÍF-ara í
dag, tað var vist nokk eitt Gøtu-fund!!
Nú tað er Útivika,
ja so vann AB úti í Vika
Næsta bókin hjá B36 eitur:
»Táið langabbi gjørdist
føroyameistari«
10
stuttligastu sms'ini
frá 3. hálvleiki
Rúni Seloy var trý
sekund ov stuttur
renning Rúni Seloy gjørdist samanlagt nummar
20 av 36 rennarum á 1.000 metra teiginum á
European Youth Olympics Trials í Moskva
Heri Simonsen
Rúni Seloy hevur í vikuskiftinum
roynt seg á European Youth
Olympics Trials á á tí kenda ítrótt-
ar økinum, Luzniki Sport City í
russ iska høvuðsstaðnum, Moskva.
Úrslit ið Rúni Seloy rakk í Moskva
má sigast at verða stak heiðurligt!
Rúni og 35 aðrar rennarar vórðu
býttur undur í tveir riðlar, so at
heilir 18 dreingir runnu 1.000 m
sam stundis. Báðir riðlarnir vóru
sera javnir, og tá serliga hin seinni
riðilin, har Rúni var við. Bert
sjey sekund vóru millum 14 teir
fremstu í einum ógvuliga tøttum
felti, tað sum summir rennarar
nevna at verða í einum sonnum
»grindaróðri«.
Bert trý sekund
frá finaluplássi
Tíðin hjá Rúna Seloy fyri teir 1.000
metrarnar hann rann á Luzniki
Sport City gjørdist 2 minuttir og
32,86 sekund – og var Rúni soleiðis
bert trý sekund frá einum finalu-
plássi. Heimasíðan www.renn.fo
við Halli Holm skrivar, at lítið er
at ivast í, at Rúni við optimalari
fyri reiking hevði havt sera góðan
møgu leika at komið í finaluna, og
eisini hevði kunnað blandað seg í
absolutta evropeiska toppin. Men
tíverri hava knæskaðar darvað
venjingini hjá honum bæði í vetur
og vár. Hesaferð gjørdist Rúni
Seloy so samanlagt nummar 20 av
teim um 36 rennarunum á teimum
1.000 metrunum á European Youth
Olympics Trials, men ein eigur at
hava í huga, at bara tveir av teimum
20, sum runnu í hesi kappingini eru
javn gamlir við Rúna. Hinir eru allir
eitt ár eldri enn Rúni.
heris@sosialurin.fo
Rúni Seloy sæst millum tann írska og kroatiska rennaran