týsdagur 25. mai 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Týsdagur 25. mai · Nr. 85
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Klæmint á blettinum
vodafonedeildin Kjansir vóru til nógv mál, tá NSÍ tók ímóti B71 við Løkin í gjár. Men
bjargingar frá báðum málmonnunum, umframt óneyvar álopsroyndir, forðaðu hesum.
Undantakið var Klæmint A. Olsen, ið skoraði bæði málini í fimta sigrinum á rað hjá NSÍ
Hilmar Jan Hansen
Formkurvan hjá teimum gulu í
Runa vík sær ikki út til at vikna. Í
gjár vann NSÍ fyri fimtu ferð á rað,
og hóast seinni hálvleikur kanska
ikki var tað stóra at reypa av, so vísti
liðið í fyrra hálvleiki fleiri ferðir tað
góða spælið, ið hevur eyðkent teir
fýra undanfarnu dystirnar.
Men hóast avrikið síðstu trý kor
terini ikki var meira enn næstbest,
var uppgávan loyst upp á tann mát
an, tey flestu helst høvdu væntað
frammanundan, tí NSÍ vann dystin
og fekk trý stig aftrat upp í leypin.
Eingin ivi var um, hvat av liðunum
var tað betra, men fyri tað smæddist
B71 nú heldur ikki burtur.
Eitt nú hevði Andras Gango
bæði tvær og tríggjar ferðir brúk
fyri at vísa síni bestu kynstur í
NSÍmálinum, eins og starvs fel agin
í hinum endanum, Bárður Johanne
sen, eisini við fleiri bjargingum
gjørdi sítt til, at B71 ikki fekk eitt
størri tap ímóti sær.
Teirra partur lá ikki eftir, men
kanska fleiri av teimum, ið fingu
kjansirnar, aftaná mundu iðra seg
um vantandi neyvleika í avgerandi
løtunum. Báðir partar raktu mál
karmarnar, og fleiri royndir blivu
so illa hagreiddar á vegnum, at tær
ongantíð bóru boð í bý, men endaðu
við ongum.
Tvær ferðir Klæmint
Stóra undantakið í dystinum, tá tað
snúði seg um at fáa nakað burtur úr
sínum møguleikum, var 19 ára gamli
rituvíkingurin, Klæmint A. Olsen,
ið eina ferð í hvørjum hálvleiki var
á rætta staðnum til røttu tíð, so
hann fekk skorað bæði málini í 20
sigrinum.
Christian Høgni Jacobsen var
upphavsmaðurin til fyrra málið,
ið kom ein góðan hálvan tíma inni
í fyrra hálvleiki. Samanspæl fram
eftir í høgdu síðu endaði við, at
Christian Høgni misti bóltin, men
treisk ur taklaði hann vinstra B71
bakk in, Tummas Clementsen, og
fekk lagt bóltin hart og flatt innfyri,
har Klæmint fekk smoygt sær fram
um mið verjarnar hjá gestunum og
við fremru stong kundi skora trygt
úr stutt ari fjarstøðu.
Seinna málið var uppaftur meira
eitt dømi um týpiskt spæl hjá ein
um árvaknum framherja. Einar T.
Hansen, ið fleiri ferð í dystinum
hevði hug at bjóða av langt frammi
á vøllinum, sendi bóltin høgt inn
fyri úr vinstru síðu. Inni í B71brots
teig inum royndi annar av mið verj
unum at toyggja seg, men gjørdist
ov stuttur. Tá var Klæmint longu
byrj aður at renna og slapp púra
leysur innan fyri allar, so hann
kundi senda bóltin millum beinini á
Bárði Johannesen, ið kom leypandi
út ímóti.
Ymsar avbjóðingar
Hesi bæði málini avgjørdu dystin,
ið eftir hetta bleiv spældur alsamt
meira eftir dagsskránni hjá B71, ið
royndi at fáa minkað um munin.
Fyri tað nógva hevði NSÍ gott tam
ar hald á, men nakrar ferðir vóru
boð eftir teimum gulu. Ikki minst
var einmansherurin hjá B71, Símun
Hansen, ein støðug hóttan har
frammi, og millum annað sendi
hann eitt fríspark á tvørtræið og
syrgdi annars fyri at halda Andras
Gangi í málinum heitan.
Sum sagt, var hetta fimti sig
ur in á rað hjá NSÍ, sum nú hevur
bart seg upp á triðja plássið. Í teim
um fýra undanfarnu hevur NSÍ
hvørja ferð vunnið á liðum, ið vóru
omanfyri á stigatalvuni – og hevur
yvirhálað tey. Hetta síðsta bar
av góðum grundum ikki til í gjár,
men spennandi verður at síggja,
um runavíkingar taka tátt in upp
aftur fríggjakvøldið, tá teir skulu
til Fuglafjarðar at spæla ímóti ÍF,
sum er nýggja oddaliðið í Voda
fonedeildini.
B71 er framvegis niðan fyri
strik una, men datt eisini niður á
aft asta plássið, nú AB vann á FC
Suðuroy. Sostatt hava øll trý lið
ini seks stig, og nógv bendir á, at
stríð ið um áttanda plássið, ið er
evsti yvirlivingarmøguleikin, fer
at standa millum hesi. Gamaní,
tapti B71 hesa ferð, men liðið gjørdi
sær á ongan hátt fyri skommum í
Runa vík, so spennandi verður eisini
at fylgja sandoyingum í komandi
dyst unum.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hart
arbeiði,
so kemur
tað
Tá tvífaldi málskjúttin hjá NSÍ
í gjár, Klæmint A. Olsen, átta
minuttir fyri tíð var skiftur
út við Károly Potemkin,
kundi hann fara av vøllinum
við góð ari samvitsku, tí hann
hevði – sum tann einasti –
rakt málið í 20 sigrinum á
B71.
– Fyrra málið kom eftir for
arbeiði hjá Christian Høgna
Jacobsen, so har var bara at
seta hann inn. Tað seinna
kom eftir eitt innlegg, sum
fór upp um verjuna hjá teim
um, og so fekk eg akkurát
prik að bóltin fram við teirra
mál verja, staðfesti Klæmint,
ið helt stóran mun vera á
hálv leikunum báðum.
– Fyrri hálvleikur var rætt
iliga góður og tá spældu vit
væl. Har vóru eisini nógvir
kjansir. Men tað dovnaði eitt
sindur eftir steðgin, og serliga
eftir at vit fingu tað seinna
málið.
Spurdur, hvat hann held ur
vera orsøkina til, at NSÍ mið
víst hevur strítt seg av aft
asta plássi upp á triðja pláss
síðstu fimm dystirnar, heldur
Klæmint tað vera torført at
nevna nakra ávísa orsøk.
– Eg veit ikki, hvat eg skal
siga til tað, tí vit hava arbeitt
hart allar dystirnar, og tá vit
gera tað, so kemur tað nokk
fyrr ella seinni. Persónliga
eri eg nøgdur við, hvussu tað
hev ur gingist, og serliga eri eg
fegin um, at eg havi fingið so
nógva spælitíð, segði Klæmint
A. Olsen eftir dystin.
hilmarjan@sosialurin.fo
NSÍ
2
B71
0
Tveymálskjúttin Klæmint Olsen
og NSÍ fegnast, meðan Bárður
Johannesen og B71 irða seg
Mynd: Hilmar Jan Hansen
tvímálsskjútti
Gamal NSÍ’ari søkti Roskilde
Ulrik Balling, sum áður hevur spælt við NSÍ, spælir framvegis fótbólt á
hampiliga høgum støði, hóast tað eru fleiri ár síðani hann fór úr Føroyum.
Um vikuskiftið var hann høvuðsarkitekturin handan sigurin hjá Næstved
á FC Roskilde, har Atli Danielsen spælir. Ulring Balling legði upp til fyrsta
málið og skoraði tað næsta, áðrenn hann var skiftur út í dystinum, sum
Næstved vann 30. Balling, sum verður 35 ár í næstum, hevur skorað átta
mál í næstbestu donsku deildini. Hinvegin knýpir tað við at skora mál hjá
Atla Danielsen og teimum, sum nú einans eru trý stig frá Kolding FC, sum
er liðið, ið liggur næst undir niðurflytingarmarkinum.
LFA spældi við Erling
Fyri einaferð skyld bar til hjá mótstøðuliðnum at spæla við Erling Jacosben, skrivar
heimasíðan hjá Vanløse, eftir sigurin á LFA um vikuskiftið. Teir eru tó skjótir at leggja
aftrat, at Erling Jacobsen hevur verið skaddur í eina tíð og nústaðni er við at koma seg
so nøkunlunda. Gøtumaðurin var tó ikki verri fyri enn so, at hann spældi allan dystin
á tamb í verjuni, har einki mál kom í gjøgnum. Í hinum endanum á vøllinum stríddist
Páll Klettskarð til tað restaðu tíggju minuttir og hann varð skiftur út. Vanløse liggur
nummar níggju í deildini, men hevur einans trý stig upp til sætta plássið, nú tað resta
fýra umfør í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.