Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-25, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. mai 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Týsdagur 25. mai · Nr. 85 22 Sosialurin Ítróttarblaðið slagið um havnina Soleiðis kenna vit vodafonedeildin Tað var góður álopskendur fótbóltur frá báðum pørtum, spenningur til tað seinasta, harðir tvídystir og ikki minst dramatikkur – soleiðis kenna vit slagið um havnina. Eina løtu í fyrra hálvleiki var tað bara ein spurningur um hvussu nógv HB fór at vinna. Tá saman um kom, vóru teir reyðu og svørtu hepnir at fáa eitt stig Tróndur Arge Fyri fimtu ferð í seks ár, er fyrsta slagið um havnina í lands­ kapp ingini enda við javnleiki. Í góðveðrinum í Gundadali vóru nógv fólk komin saman at hyggja eftir grannauppgerðini í gjár. HB byrjaði dystin væl betri og kom til fleiri møguleikar fyrsta halva tíman. Millum ann að Símun Samuelsen var ein støðu hóttan og ótrygga verjan hjá B36 hevði ilt við at fáa tamar hald á honum. Føroyski U21­lands liðs­ málmaðurin, Jóan Pauli Jakobsen, hevði úr at gera í B36 málinum, men hann kom væl uppgávuni sum avloysari fyri skadda Mein­ hardt Joensen. Tá 23. minuttir vóru leiktir kundi sjálvt ikki hann steðga HB meir, tá Símun Samuelsen varð spældur leysur. Sjey minuttir seinni hevði B36 sína fyrstu veru ligu roynd á HB málið og so raknaði B36 veruliga við. Fyrst javnaði Jákup á Borg og løtu seinni stútaði Odmar Færø teir hvítu á odda. Hesa løtuna setti B36 seg á dystin. Miðskeiðis í seinna hálvleiki javnaði Tórður Hreiðarsson fyri HB eftir horna. Tíverri fyri dystin, so fekk frá líka grannauppgerðin ein keð iligan enda, tá dómarin kom í brenni depilin. Fyrst vildu teir reyðu og svørtu verða við, at Fróði Clementsen nýtti neyðbremsuna, tá hann hálaði Símun Samuelsen um koll í skjótálopi. Tá bara nakrir fáir minuttir manglaðu av dyst­ inum, sendi B36 eitt fríspark inn­ fyri har Dimitrij Jankovic stútar bóltin í mál. Dómarin tóktist fyrst at bríksla fyri mál, men mest sum um bestemmaði seg í somu løtu. Tað fekk sinni í kók hjá B36 leikarunum og viðhaldsfólkunum. Løtu seinni fór innskifti B36 leik­ arin, Heini í Skorini, umkoll áraka brotssteigarmarkið, men dómarin valdi einki at døma. Hesa støðurnar komu tíverri at seta sín dám á eftirspælið av dyst inum, sum annars var ein frá líkur dystur við øllum tí sum ein grannauppgerð skal hava. HB hevur nú ikki vunnið á B36 síðani næstseinasta umfari í 2008. trondur@sosialurin.fo hB 2 B36 2 B36 liðskiparin, Klæmint Matras, kempaði sum altíð manniliga, men fekk móti dystarenda reyða kortið frá dómaranum Mynd: Álvur Haraldsen Bárður Olsen og B36 høvdu sum heild, gott tamarhald á Fróða Benjaminsen og HB á miðvøllinum Mynd: Álvur Haraldsen