týsdagur 25. mai 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Týsdagur 25. mai · Nr. 85
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Jákup á Borg:
Vit skuldu
fingið brotsspark
Eftir dystin í Gundadali bleiv nógv tosað um tær báðar umstríddu
støðurnar ímóti endanum, tá fyrst B36 fekk eitt mál kolldømt og
síðani ikki fekk eitt brotsspark. Jákup á Borg helt í øllum førum,
at B36 skuldi fingið brotssparkið, tá Hendrik Rubeksen setti
fótin fyri Heina í Skorini, so hann datt inni í HB-brotsteiginum.
– Nú beint eftir dystin eri eg sjálvandi enn ógvuliga heitur.
Sjálvandi kunnu dómarar gera feilir, men hetta vóru stórir feilir
hesa ferð. Brotssparkið ímóti Heina kann væl dømast, tí tað er
eingin grund til, at hann leggur seg soleiðis, sigur Jákup, ið tó ikki
vil geva dómaranum skyldina fyri, at tað endaði við javnleiki.
– Nei, eg fari ongantíð í tann básin, at eg skal skylda upp
á dómaran. Vit førdu 2-1 í fyrra hálvleiki og skuldu bara
koyra tað heim í seinna hálvleiki, men tað kláraðu vit so ikki.
Dysturin kundi farið báðar vegir, men hyggur tú at teimum
síðstu fimm minuttunum, so høvdu vit nokk uppiborið betri.
Eg rokni við, at vit eru teir, sum eru minni nøgdir við úrslitið.
heris@sosialurin.fo
Andrew harmast
Framherjin hjá HB heldur tað verða rættiliga harmiligt, at HB ikki
vann dystin. Andrew av Fløtum var ikki heilt nøgdur við sítt egna
avrik. – Tað skal ikki verða nøkur loyna, at tað gekk ikki heilt eftir
vild hjá mær, men eg vil kortini fegnast um, at teir sum komu inn
veruliga gjørdu mun. Eg haldi eisini, at tað var heilt uppiborið, at
vit komu uppá 2-2 í seinna hálvleiki. Andrew heldur, at teir høvdu
gott stýr á tingunum í fyrru hálvleiki, og tí var tað eitt sindur
skakandi, at 1-0 leiðslan vendi til 1-2 aftaná eina stutta løtu.
heris@sosialurin.fo
Dómarin tóktist
fyrst at bríksla fyri
mál, men síðan
mest sum um
bestemmaði seg
B36 hevði ikki stórvegis
trupulleikar av HB
framherjanum, Andrew
av Fløtum
Mynd: Álvur Haraldsen