týsdagur 25. mai 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Týsdagur 25. mai · Nr. 85
24
Sosialurin
Ítróttarblaðið
FuglFirði
á ovastu
vodafonedeildin Fuglfirðingar eru nýtt oddalið í Vodafonedeildini, eftir at teir vunnu
grannauppgerðina móti Víkingi í Sarpugerði. Endaliga støðan gjørdist 3-1, men tað var ikki fyrr
enn Niclas Niclasen var vístur av vøllinum seint í dystinum, at fuglfirðingar avgjørdu dystin
Ólavur Øre Hansen
Fótbóltslagið í Fuglafirði mann
vera í topp eftir sigurin á grann
unum úr Víkingi, sum hev ur við
sær at ÍF liggur á odda í Voda
fonedeildini, og teir fingu hevnd
fyri tapið síðsta hóskvøld.
Tað eru óivað mong, sum ikki
høvdu væntað at fuglfirðingar
fóru at standa seg so væl tá ein
triðingur av kappingin var farini.
Men sigrar á HB og Víkingi í
seinastu
lands kapp ingar dyst
unum, geva ábend ingar um eitt
ÍF lið, sum skal takast í størsta
álvara.
Samanumtikið vóru fuglfirð
ingar betra liðið í Sarpugerði í
gjár, tí er tað eisini uppiborið at
teir vunnu dystin, meðan Vík
ingur hevði trupult við at fáa
gongd á egið spæl. Og so gjørdi
tað ikki støðuna betri, at Niclas
Niclasen varð vístur av vøll
inum fyri hevnisøku, 10 min uttir
áðrenn dystarlok.
ÍF vildi meira
Eftir eina heldur slaka byrjan uppá
dystin, tóku fuglfirðingar yvir, og
vóru spælstýrandi. Gestirnir vóru
grammari og stríddust væl fyri
hvørjum øðrum, meðan Víkingur
hevði stórar trupulleikar at fáa
glið á egið spæl. Av tí sama høvdu
gestirnir ikki stórvegis trupul
leikar at steðga einum sera tom
um Víkinga liði.
At ÍF vóru spælstýrandi sást
aftur í kjansunum. Dánjal á
Lakjuni og Øssur Dalbúð høvdu
hvør sín kjans tíðliga í fyrra
hálv leiki, tó uttan úrslit. Men tá
ein góður hálvur tími varð farin
bragd aði hjá fuglfirðingum, tá
teir fingu brotspark, sum Andy
Olsen umsetti til mál.
Í seinra hálvleiki kom Víkingur
betur við í dystin, og fingu útjavn
andi málið sjey minuttir eftir
steðgin. Verjan og málverjin hjá
ÍF kundu ikki einast um hvør
skuldi taka sær av einum innleggi
í ÍF brotsteigin, og so kundi Sølvi
Vatn hamar stúta bóltin í málið.
Reytt kort avgerðandi
Eftir at Víkingur hevði skorað,
javn aði spælið út og tað byrjaði at
líkjast eini rættari grannauppgerð.
Liðini stríddust fyri hvørjum
bólti, og dysturin kundi fara
báð ar vegir. Men tá tað restaðu
um leið 10 minuttir av dystinum,
varð Niclas Niclasen vístur av
vøll inum, og hevði tað við sær
at fugl firðingar aftur fingu tak á
dyst inum.
Fuglfirðingar gagnnýttu at teir
vóru ein maður meiri á vøllinum,
og royndu at trýsta fyri at fáa
sigursmálið,
meðan
Víkingur
vóru noyddir at gera rokeringar á
lið num. Tað sást at umrokeringin
í Víkingaverjuni var ikki komin
heilt uppá pláss, tá Nenad Saric í
89. minutti legði ÍF á odda, áðrenn
Frank Poulsen løtu seinri kundi
staðfesta sigurin, við málinum
til 31.
Sostatt endaði dysturin við
einum uppibornum 31 sigri til
fugl firðingar, sum fingu hevnd
fyri tapið hósdagin, meðan Vik
ingur als ikki vóru sær sjávum
líkir. Og so bøtti tað ikki um støð
una, at teir fingu ein mann út
vístan.
víkingur
1
ÍF
3
Teir reyðu vóru grammari enn
heldur tamu víkingarnir, og
var sigurin eisini uppiborin
Mynd: Hilmar Jan Hansen