Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-25, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. mai 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Týsdagur 25. mai · Nr. 85 Sosialurin Ítróttarblaðið ngar rók Øssur Dalbúð: Vit skuldu vinna – Vit vóru uppsettir at vinna dystin, segði ein fegin Øssur Dalbúð eftir dystin, tá Sosialurin fekk orðið á hann. – Grannauppgerðir eru altíð truplir dystir, men eg haldi at vit spældu ein sera góðan dyst, har vit stóðu væl á vøllinum, og komu fram til fleiri kjansir. Tískil meti eg at tað er uppiborið at vit vunnu dystin, og fingu hevnd fyri tapið hóskvøldið, segði Øssur. Spurdur um hvat sigurin hevur at týða fyri fuglfirðingar, metir Øssur, at tað hevur alstóran týdning. Tað gevur sjálvsálit at vinna tílíkar dystir, og tað vísir at fuglfirðingar gott kunnu vera við í oddinum. Komandi vikuskifti hava fuglfirðingar enn ein truplan dyst, tá forsterku runavíkingarnir koma á vitjan á Fløtugerði. At ÍF var spælstýrandi sást aftur í kjansunum