týsdagur 25. mai 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Týsdagur 25. mai · Nr. 85
26
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Aristide er hetjan á Argjum
vodafonedeildin Fílabeinsstrandingurin í miðverjuni
hjá AB, Tehe Aristide, gjørdist stóra hetjan í botnuppgerðini
á Argjum ímóti Fc Suðuroy. Hann spældi ein framúr góðan
dyst í miðverjuni saman við Gunnari Haraldsen og skoraði
hann eisini einsamalla málið í dystinum. Í 9. royndini
eydnaðist tað argjamonnum at fáa ein sigur til høldar
Tróndur Arge
Í fjør var 23-ára gamli fíla beins-
strandingurin, Tehe Aristide, álit ið
í stinnu verjuni hjá argja monn um.
Higartil í ár hevur Aristide saman
við fleiri av hin um leikarunum
ikki funnið sama støðið, sum í fjør
tryggjaði AB eitt sætta pláss, tíggju
stig oman fyri niður flytingar strik-
una. Í vikuni hava bæði argjamenn
og suðuroyingar sagt við Sosialin,
at teir hava spælt ov álopskent og
nú fara aftur til at verja fyrst og
fremst.
– Vit spældu verjukent í dag og
tað var ikki pent at hyggja eftir,
men tað vísur seg, at tað er soleiðis
vit skulu spæla fyri at fáa skavað
stig saman, sigur John Hansen, ið
stríðist á miðjuni hjá argjamonnum
allan dystin.
Tjúgu minuttir fyri tíð kom
avgerandi løtan í dystinum. Nikolaj
Eriksen fór umkoll í høgru síðu og
so var fríspark til AB. 18-ára gamli
Alex Mellemgaard sendir tað væl
innfyri og har er Tehe Aristide
fyrstu á bóltin og stútaðar hann í
mál.
– Tehe Aristide og Gunnar
Haraldsen spæla væl í miðverjuni í
dag og við teimum kenna vit okk-
um tryggar. Vit standa eisini væl á
vøllinum. Hesin sigur hevur nógv
meiri at siga enn trý stig. Um vit
taptu í dag, so hevði FC Suðuroy
komi uppá níggju stig og so hevði
ver ið ringt at fingið teir aftur, sigur
John Hansen
Á Argjum hevur leiðslan í FC
Argir, sum rekur besta mansliðið,
sæð seg noydda at koyra leikararnar
niður í løn fyri at felagið ikki skal
koma í fíggjaligt óføri. Tað tóktist
ikki ávirka stríðshugan hjá teim-
um.
–
Mennirnir
hava
góðtikið
nýggju treytirnar og so er bara fót-
bólts spælið eftir. Grundin til at vit
spæla fótbólt er at vit elska ítróttin
og ikki tað fíggjarliga. Tað fíggjar-
liga er sjálvandi eitt bonus, sigur
John Hansen at enda.
Tað sást týðuliga at hetta var
ein botnuppgerð har nógv stóð
uppá spæl. Meðan menn góvu seg
fult út í hvørjum einasta tvídysti, so
manglaði tekniski førleiki í alops-
spælinum. Dysturin bleiv ongantíð
eitt fótbóltsupplivilsi hóast fót-
bólts lík indini vóru av teimum
bestu. Hvørki av liðnum megnaði at
skapa nakað serligt av møguleikum
og tí var tað heldur ikki óvæntað at
tað einsa malla málið kom uppá ein
deyð bólt.
trondur@sosialurin.fo
Jón Pauli Olsen:
Ongin
óbødiligur skaði
Venjarin hjá FC Suðuroy, Jón
Pauli Olsen, var sjálvandi vón-
brotin eftir dystin, men metur
ikki skaða verða verri enn tað
sama.
– Tað er sjálvandi harmiligt
at tapa og serliga ímóti hinum
botnliðnum, men tað er ongin
óbødiligur skaði. Vit stóðu væl
á vøllinum og eg haldi ikki at
teir høvdu so nógv meira enn
handan deyðbóltin teir skora
uppá. Deyðbóltar hava verið ein
trupulleiki í ár. Tað hevur víst
seg, at vit eru ikki góðir nokk
til at verja fyri teimum og tað
hevur kostað, sigur Jón Pauli.
Dysturin á Argjum í gjár var
javnur og hvørki av liðnum vildi
satsa ov nógv.
– Sum eg síggi fyrra hálvleik
so høvdu teir ein møguleika.
Burtur sæð frá tí, so haldi eg
faktist at vit vóru betri enn
teir. Vit eru vandamiklari enn
teir uppá skjótálop og vit komu
uppá pláss hvørja ferð vit mistu
bóltin, sigur Jón Pauli
FC Suðuroy byrjaði kapp-
ing ina við at spæla javnt, 4-4,
í Gunda dali ímóti HB. Síðani
fingu teir nøkur góð úrslit, men
í sein astuni er pílurin farin at
peika niður eftir. Í upptaktini til
dystin søgdu umboð fyri bæði
FC Suðuroy og AB, at tey trív-
ast best í einari verjukendari
út gávu.
– Eg trúgvi at bæði liðini hava
innsæð, at vit noyðast at spæla
við fimm monnum á miðjuni og
spæla uppá skjótálop, sigur Jón
Pauli at enda.
trondur@sosialurin.fo
AB
1
FC Suðuroy
0
Fílabeinssstrandingarnir, Evrard Blé og Tehé Aristide
Myndir: Álvur Haraldsen
Ungi argjamaðurin Heðin Stenberg er aftur í AB málinum
Mynd: Álvur Haraldsen