Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-25, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. mai 2010síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Týsdagur 25. mai · Nr. 85 Sosialurin Ítróttarblaðið 07 Vestur og TB framvegis á uppflytingarkós 1. deild menn Oddaliðini í 1. deild hjá monnum vunnu øll sínar dystir leygardagin Jonhard Hammer Tað var einki at rafla um, tá ið oddaliðið í næstbestu fót bólts­ deildini, 07 Vestur, seinnapartin leygardagin vitjaði botnliðið, B68 á Svangaskarði. 07 Vestur vann heili 7­1, og harvið eru vágamenn framvegis oddalið og harvið besta boðið upp á uppflyting. B68 helt tørn í ein hálvan tíma, men so gekk skjótt, tí 07 Vestur skor aði trý mál í átta minuttir. Málskjúttar vóru Jovan Panic, Holgar Djurhuus og Henning Joensen. Eitt lítið korter eftir hvíld­ ina skoraði 07 Vestur aftur, og níggju minuttir seinni var støðan 7­0! Málskjúttar hjá 07 Vestur í 2. hálvleiki vóru Jovan Panic, Jens Erik Rasmussen, Holgar Djurhuus og Henning Joensen. Tá ið tað restaðu tólv min­ uttir pyntaði Andrias Høj gaard um fyri B68 so úrslitið gjørdist 7­1 til 07 Vestur. TB vann á FC Hoyvík TB er framvegis á uppflytingar­ kós. Leygardagin vann aldurs­ forsetin í føroyskum fótbólti 2­1 á FC Hoyvík á niðara vølli í Gundadali. Hálvleiksstøðan var 1­0 til TB. Heimaliðið legði bragd liga fyri, men tað vóru gestirnir av Tvøroyri, sum eftir eitt korter legði seg á odda. Málskjútti var Bárður Dimon, sum var púra leysur undir málinum, eftir at hornaspark varð sent inn fyri. Tíggju minuttir eftir hvíldina økti TB um leiðsluna, og aftur hesa ferð var tað eftir horna spark. Málskjútti var Dan Morten­ sen, sum stýrdi innlegg inum í málið. Tíggju minuttir undan leik­ loki minkaði heimaliðið um mun in. Málskjútti var Sunnleif J. Midjord, sum eftir innlegg var leysur undir málinum. Síðstu løtuna trýsti heimaliðið nógv fyri at vinna í hvussu so er eitt stig, men tað eydnaðist ikki at skora, og harvið vann TB 2­1. KÍ aftur á slóðina Tað var akkurát fyri og ikki nógv meiri enn tað, tá ið KÍ seinna partin vitjaði við Løkin í Runavík. KÍ vann 2­0, eftir at hálv leiksstøðan hevði verið 1­0. Miðverjin Sørmund Kallsø stút aði eftir hornaspark fyrra málið í 1. hálvleiki, og tá ið tað restaði ein lítil løta stað festi álopsspælarin Bárður Heinesen sigurin við rimmar lang skoti. Í seinna hálvleiki hevði heima­ liðið hug at leggja trýst á. Teir gulu høvdu fleiri horna spørk, uttan at tað stóðust rætt uliga vandamiklar støður burturúr. Rættiligt kortrok var í góðveðr­ inum við Løkin. Per Langgaard hjá heimaliðnum sá reytt í 88. minutti, eftir at hann innanfyri ein minutt tvær ferðir hevði sæð gula kortið. Seks klaksvíkingar vórðu skrivaðir upp í bókina hjá dómaranum, og eisini Óli Hansen hjá NSÍ sá gult. HB er við enn Tað hevur gingið væl hjá næst­ besta HB liðnum, sum hevur verið á heiðursmerkjaplássi, og aftur í dag hilnaðist tað væl. HB vitj aði á Argjum, og havnarmenn fóru heim um aftur ánna við full ari úrtøku. Málini vórðu skor að eftir tíggju minuttum seint í fyrra hálvleiki. Málskjúttar vóru Bárður Mortansson í 28. minutti og Johan Ejvind Mouritsen í 39. min utti. Teir næstbestu hjá EB/ Streymi vunnu 2­1 á Víkingi á úti vølli. Øll málini fullu í fyrra hálvleiki. Jan Poulsen legði Vík­ ing á odda, men Teitur Joen sen syrgdi við tveimum málum fyri, at EB/Streymur fekk øll tey trý stigini. jonhard@sosialurin.fo Mynd: savnsmynd Ein treyt at vit vinna upptakt Seinasti dysturin í 9. umfari í Vodafone deildini verður leiktur í kvøld. Við Margáir tekur EB/ Streymur ímóti B68. Liðini liggja á ávikavist sætta og sjeynda plássi, men tað er ikki langt upp til oddin Tróndur Arge – Um vit skulu verða ein partur av betra endanum, so er tað ein treyt at vit vinna í kvøld. B68 er eitt gott lið, sum hevur svinga eitt sindur í ár, men tá tað gongur væl hjá teimum, so eru teir sera sterkir, sigur Heðin Askham, venjari hjá EB/Streymi. EB/Streymur spældi hósdagin í Gundadali ímóti B36 í fyrru hálv­ finaluni í kappingini um Løg mans­ steypið. – Eg trúgvi ikki at tað kemur at hava tann stóra týdningin. Vit hava havt ein dag longri at hvílt enn hini liðini sum spældu hálvfinalur og vit hava eisini hvílt nógv, sigur Heðin um ávirkanina, ið hálvfinalan kann fáa á dystin í kvøld. Tað hevur gingið illa hjá B68 sein astu tríggjar dystirnar. Tað hava tapt fyri HB og NSÍ og fingu bara javnt á heimavølli ímóti argja­ monnum. – Vit hava fingið fleiri skaðar í seinastuni. Eitt nú Ndende, sum ein tann týdningarmiklasti spælarin hjá okkum, men vit hava eisini havt tvey leikbann og smáskaðar. Tað spælir alt inn, sigur Bill M. Jacobsen, venjari hjá B68. B68 liggur á sjeynda plássi við 10 stigum, sum er eitt færri enn mót­ støðuliðið í dag, EB/Streymur. – Vit gera sum vit gjørdu ímóti eitt nú HB í Gundadali og ímóti Víkingi á Toftum. Tá valdu vit at spæla við tveimum framherjum og tveim um ágangandi vengrum. Vit skor aðu trý mál í Gundadali, men tað var tíverri ikki nokk. Tað plagar at verða spennandi tá vit spæla og tað verður tað aftur í kvøld, sigur Bill M. Jacobsen trondur@sosialurin.fo Heðin Askham: KÍ beina kós móti gullinum 1. deild kvinnur KÍ kvinnurnar eru ikki til at steðga í ár. Tað er niðurstøðan eftir at KÍ í gjár vann odda dystin á Argjum 3-1. Hóast AB hevði bóltin meir enn KÍ, so tóktist gestirnar at hava tamarhald á dystinum. Í Gøtu eydnaðist EB/Streymi at fáa eitt stig heim við, meðan Skála vann trygt á MB Tróndur Arge Tað skuldi verða dysturin har AB kvinnurnar meldaðu seg í FM stríð­ ið aftur, men endaði við at blíva ein staðfesting av at KÍ eru eina­ ráðandi í kvinnu fótbólti í ár. AB byrjaði dystin betri og høvdu bóltin nógv, men megnaðu ikki at skapa teir stout møguleikarnir. Í staðin gjørdi KÍ skjót av tá AB gjørdi eina verjuvillu. Rannvá B. Andreassen fór strúkandi avstað og legði KÍ á odda. Eftir málið hevði AB sítt besta tíðarskeið í dystinum. Tær skapu fleiri vandastøður og tað var uppi­ borið tá Lisa í Liða javnaði fyri vert ir nar. Í seinasta sparkinum í fyrra hálvleiki slóð KÍ til aftur. Una Joensen smekkaði bóltin í málið um vegis tvørstongina. Í seinna hálv leiki megnaði AB ongantíð at hótta KÍ, sum miðskeiðis í seinna hálv leiki økti um leiðsluna til 3­1. Tað kom eitt sindur av spenn­ ingi í dystin, tá dómarin í eini horna sparksstøðu valdi at geva KÍ mál verjanum, Randi Wardum, reytt kort og brotsspark til AB. Tví málskjúttin hjá KÍ, Rannvá B. Andreassen, tók handskarnar uppá og fór í mál. Tvíverri fyri AB brendi Olga Kristina Hansen brotssparkið, ið endaði á stongini. Løtu seinni bríkslaði dómarin av og KÍ hevur á triðja sinni vunnið á AB í ár og liggur seks stig framman fyri AB, ið hevur leikt ein dyst fleiri. trondur@sosialurin.fo sigurstreyt Tað er ein treyt hjá okkum at vinna dystin í kvøld, um vit ynskja at vera partur av betra endanum Mynd: Álvur Haraldsen, savnsmynd