Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-25, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. mai 2010síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Týsdagur 25. mai · Nr. 85 Sosialurin 31 ikki nýtist at fara heilt frá nýggjum. Tað varð gjørt, tí tað vórðu ymsar meiningar um, hvussu áhugavert tað var ella ikki. So møguleikin er har. jan@sosialurin.fo Jan Müller Nú nýggj oljufeløg so sum bretska Dana Petroleum og japanska Cieco eru vorð­ in partur av føroysku olju­ leitingini hava vit sæð, at hesi feløg júst á sama hátt sum onnur feløg eru vorðin skrásett í Føroyum og hava fingið føroyskar advokatar at umboða seg. Vit hava spurt stjóran á Jarðfeingi, Petur Joensen, um tað er rætt at lata advokatskrivstovur umboða oljufeløgini heldur enn at lata hetta upp til føroyingar, sum ynskja at førleikamenna seg innan vinnuna og vera virkandi partur av framtíðar oljuvinnuni? – Hatta er ein spurningur, sum hevur verið uppi at venda av og á ­ hvat man skal krevja av oljufeløgunum um, hvussu tey skulu verða um boðað í Føroyum. Tá oljufeløgini koma til Før­ oya at arbeiða eru tey skip­ að í samtøkum, og har er tað vanliga soleiðis, at hvørt samtak hevur eitt fyri støðu­ felag. Tað stendur so fyri øllum tí praktiska ar beið ­ inum, meðan hini eru partn­ arnar og eru meira ella minni aktiv. Á Jarðfeingi fyrihalda vit okkum til fyristøðufeløgini, sum gera tað stóra arbeiðið sigur stjórin og heldur fram: – Tey eru væl og virðiliga umboðað her av virknum fólki, og um so partnararnir eisini skuldu verið um boðaðir av øðrum enn av advokatum – og hví teir ikki eru líka góðir sum onnur veit eg ikki ­ hava vit so ikki kent nakran tørv at sera krøv um. Tey feløgini hava ikki so nógv virksemi. Orsøkin til at tú yvirhøvur hevur tað kravið, at tey í minsta lagi skulu hava eina deild í Føroyum, er tann, minn ist meg rætt, at tað vóru skattamyndugleikarnir her, sum kravdu, at tey skuldu vera fysiskt um­ boðað her í landinum. Sum olju myndugleiki hava vit ikki so nógv samband við tey feløgini, sum ikki eru fyri støðufeløg. Velja »med omhu« – Men átti tað ikki at verið eitt krav frá føroyskum myndugleikum til tey feløg, sum ynskja at gera íløgur her, at tey vórðu meira sjónlig eitt nú við eini skrivstovu, soleiðis at føroyingar høvdu møguleika at seta seg í samband við hesi feløgini. Nú hevur nærum eingin nakran kunnleika til feløg, sum fegin vilja gera íløgur í Føroyum. – Eg rokni við, at vit kundu valt frítt slag at sett øll tey krøv, sum vit høvdu hug til, so tað er væl møguligt, at vit áttu at hugsað tann vegin. Men vit mugu nú einaferð minnast til, at vit eru ikki í tí støðu, at vit kunnu seta krøv, sum okkum lystir. Tí haldi eg vit eiga at velja tey “med omhu”, hvat vilja vit. Tað vit hava gjørt higartil er at fáa feløgini at brúka sum mest orku uppá sjálva leitingina, tí tað er hon, sum skal føra okkum víðari, so leitingin verður gjørd væl og virðiliga. Heldur fáar treytir Petur Joensen sigur seg minn ast, at ein ráðgevi eina­ ferð gav teimum tey ráð, tá skattatreytirnar skuldu skrúvast saman, at tað er ikki bara spurningurin um, hvussu nógvan skatt vit taka, men eisini hvussu mong amboð vit brúka so sum skatt, royalty ol. Fleiri treytir ørkymla fe løgini og verða altíð mettar sum ein byrða, og onkun staðni kopp­ ar tað yvir. – Skal tað skiljast sum at tað er munur at seta treytir, áðrenn oljan er funnin og so aftaná? – Ja tað er tað so heilt víst. Tí, eru vit í tí støðu, at olja er funnin, og feløgini sera fegin vilja sleppa til Føroya at arbeiða, so eru støðan ein heilt onnur. Tað sóu vit eisini í Noregi, at tá oljan var funnin og feløgini vórðu gramm at koma inn, tá kann man sum seljari veruliga hava fatur á tí langa endanum og selja. jan@sosialurin.fo Lættari at seta krøv tá oljan er funnin Umboðan Eru vit í tí støðu, at olja er funnin, og feløgini sera fegin vilja sleppa til Føroya at arbeiða, er nógv lættari at seta størri krøv sigur Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi. Tað ræður um at lofta olju feløg­ unum, meðan áhugin er har. Tí um hann er í dag, er ikki vist, at hann er har í morgin. Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi stjóri Tað vit hava gjørt higartil er at fáa feløgini at brúka sum mest orku uppá sjálva leitingina, tí tað er tað, sum skal føra okkum víðari ­ at leitingin verður gjørd væl og virðiliga.