týsdagur 25. mai 2010síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Týsdagur 25. mai · Nr. 85
32
Sosialurin
Ótrúligt hugflog og seiggj í fyri
reikingarnevndini við stuðli frá
stovnum og fyritøkum, og ivaleyst
liggur væl meira arbeiði og stuðul
aftan fyri tiltakið, enn vit vanligu
vitjandi og bara njótandi kunnu
ímynda okkum.
Forkvinnan í løgtingsins fiski
vinnunevnd metti beinrakið til tak
ið at vera framúr fólksligt. Og tað
var tað við lít. Gamaní er dagurin
ætlaður sjófólki og teirra, men er
ikki minni forkunnugur fyri onnur
og øll, sum kenna seg sum Føroya
fólk.
Ein so góð og alment viðkom
andi siðvenja sum Føroya sjó
manna dagur kann við lutfalsliga
fá um eld sálum aftanfyri seg hava
trupult við at endur nýggja seg ár
frá ári, men, men so tykist als ikki
at bila fyri bils 5. árið á rað.
Sjómannnadagurin er al samt
vorðin meira Føroya sjó manna
dagur heldur enn bara norð oyinga,
men sum omanfyri nevnda for
kvinna so beinrakið segði, so eig ur
sjómannadagurin fram yvir sjálv
sagt at verða hildin í Klaks vík, har
tiltakið spretti, og fyri skip an in er
ment ár undan ári eins og fólksliga
undirtøkan við. Fyri skipanin er fyri
myndar lig og avrikið somuleiðis.
Umframt fastar afturvendandi
kappingar vóru í ár nýggjar lagdar
afturat.
Har var uppaftur meira fyri
børn ini, og fyri okkum vaksnu var
nógv nýtt og forvitnisligt bæði
fyri eygu og oyru. Framsýningin
av søguligum skipsmodellum í Eik
mundi afturvið viðkomandi fyri
lestrum vera tað mest tignarliga.
Opið var í Samsonarsmiðju, har
tú kundi síggja elligomul amboð,
smíðað amboð til sjóvinnuna.
Somu leiðis var bátamotorsavnið hjá
sundamonnum heilt einastandandi,
har óførar eldsálir greiddu frá.
At fáa havrannsóknarskip okk
ara at bróta túr av og sýna teirra
gerandisarbeiði umborð alment
fram í verki var ikki minni eitt bragd
og eyðvitað til fyrimuns fyri øll, tá
hugsað verður um, at mangan er
ávísur tvídráttur millum vinnu og
havvísund.
Samband við og kunning til
vitjandi almenningin týðir nógv, og
allastaðni vóru viðkomandi fakkøn
fús at greiða frá og svara forvitnum
spurningum. Allastaðni kendi ein
seg sum fullvirdan og vælkomnan
vitjandi.
Sjómanskapur hevur vanliga
verið ein mannfólkaverð, og sum
eg nevndi í eini heilsan aftaná
fyrsta sjómannadagin, so saknaði
eg ta ferðina sjóvinnukvinnurnar
í teirra ofta minni sjónliga leikluti,
men hesaferð tóku fleiri kvinnur
sjálvsagdan lut í kappingum, eins
og kvinnuligi borgarstjórin setti
hátíðar dagin og forkvinnan í Løg
ting sins fiskivinnunevnd endaði
dagin við vælvaldum orðum, áðrenn
hon handaði heiðurstekin til flot
an fyri góðan fong, harímillum ung
kvinna taldist millum veiði menn
irnar. Eisini høvdu sjomannakonur
lista framsýningar bæði í egn ing ar
skúri og á skipsdekki.
Sjómannadagurin er yvirhøvur
eitt uttanduratiltak, og havi eg
í tí sambandi mangan stúrt fyri
veðrinum, sum tó hesuferð og ofta
áður hevur verið hendinga gott.
Men tí er tað umhugsið av fyri
reikingarnevndini eisini at taka
hædd fyri tí og eisini hava tiltøk
undir taki ella dekki.
Listaframsýningar í egningar
skúri ella um borð á skipi rigga
óføra væl eisini tað at koma inn
á vanlig rokalig arbeiðspláss, sum
eru reinskað og hampað so væl.
Tað vísir seg at bera væl til at fara
væl um, har matvøruframleiðsla fer
fram.
Havi nevnt tað áður, at sjó
mannadagin hittir tú fólk og gamlar
kenningar og tey mest sum bara
har. Tí eigur sjómannadagurin at
halda fram árliga.
Norðoyingar
funnu
uppá,
høvdu áræðið, løgdu rygg til og
eiga framhaldandi at varðveita og
fyriskipa sjómannadegnum sum
Føroya sjómannadagur fyri alt
Føroya fólk og samsvarandi at verða
stuðlaðir av almennum og privatum
fyritøkum, sum onkusvegna vara av
sjóvinnu kring alt Føroya land.
Sjómannadagurin er svalandi
ókeypis fyri fólkið, í sjálvum
sær eitt bragd, sum onnur síðani
vísa seg at hava tikið við eftir
sjómannadegnum.
Tó kundi eitt fólksligt íkast kring
alt Føroya land hóskandi verið
framyvir at latið sjóvinnuna og
sjómannadagin átt henda eina dagin
á árinum burturav, so at ikki “aðrir
festivalar” vóru júst tá, og soleiðis
kundu enn fleiri fólk kring landið
vitja í fiskivinnuumhvørvinum á
Stongunum í minsta lagi hendan
dagin, síðani har er nakað fyri øll,
siglandi sum landkrabbar, svintu
og kragafólk, ung sum gom ul,
kvinnur og menn – øll sum kenna
ein fólksligan samleika og vilja
kennast við røtur, nútíð og fram
tíðarvánir.
Signaður dagur: Var veðrið
frammanundan og aftaná óstøðugt,
so makaði hann sjómannadagin
eystanættina, stakk suður og
vesturum upp í norðan við dyrd
arveðri fyri síðani aftaná loknan
hátíðardag at mala (við sólini)
uppaftur í eysturætt við vindi.
Tað tóktist sum úr erva tillutað
einum góðum, tignarligum, væl
fyriskipaðum og væl vitjaðum
fólksligum tiltaki.
Takk fyri tit mongu eldsálir og
stuðlar.
Vinarlig heilsan
Eyðun Joensen
– gamal klaksvíkingur
uppilagstur í Havn.
Føroya sjómannadagur 2009
Ummæli Norðoyingar framdu aftur bragdið at halda ein rimmar
sjómannadag fyri øllum Føroya fólki, hesuferð á fimta sinni.
Mynd: Hilbert Eliasson