Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-25, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. mai 2010síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 Týsdagur 25. mai · Nr. 85 Sosialurin Kjak Hóast Johan Petersen sein astu tíðina í grein um í bløðunum um fólkaat kvøð una í 1946 hev­ ur gagnnýtt eina bók hjá mær til nakað, sum hon ikki kann bera, so ætlaði eg ikki at leggja meg út í kjak við ein mann, sum í ramasta álvara heldur uppá, at ógildugar atkvøður eru gildugar. Tí tað er sum at kjakast við ein persón, ið heldur seg hava funnið nakrar gamlar dreingir, sum eru giftir. Neyvan kann nak að gott spyrj­ ast burtur úr tí. Men nú er Johan Petersen við beinleiðis spurningum/ skuldsetingum til mín per­ sónliga farin at sáa iva um ta somu bókina, ­ jú tit lósu rætt ­ sum hann hevur nýtt sum høvuðsgrundgeving fyri, at føroyingar ikki valdu loysing frá Danmark í 1946. Her er tor­ ført at síggja, hvat vendur niður og hvat vendir upp. So er bara at bíða eftir, at Johan Petersen fer at koma við eini nýggjari og endurskoðaðari tulking av fólkaatkvøðuni í 1946. Jóannes Patursson og Andras Samuelsen Johan Petersen heldur tað vera propaganda, at Jóannes Pat­ ursson er nógv oftari nevndur í løgtingssøguni enn Andras S0amuelsen – sum um tað er sjálvfylgja, at allir ting menn skulu nevnast líka ofta í bók um løgtingið. Hevði Johan Petersen gjørt sær tann ómak at hugt í leitiorðini eftir øðr um kend­ um føroyskum politik arum ella løgmonnum, t.d. Oliveri Effersøe, Peturi Mohr Dam, Atla Dam, Hákuni Djurhuus, Erlendi Paturssyni, Finnboga Ísakssyni o.s.fr, so hevði hann lagt merki til, at teir flestu vera eins nógv ella – alt eftir sjónarhorninum ­ lítið nevndir sum Andras Samuelsen. Er nøkur saklig grund hjá Johan Petersen til bara at samanbera Andras Samuelsen við Jó ann­ es Patursson. Ella eru sak­ ligar grundir til, at Jó ann es Patursson kemur oft ari fyri enn flest allir aðrir politikarar? Ella er tað bara tí, at sjálvstýris­ og loys ingarfólk hava skrivað polit isku søgu Føroya? Ella eru tað kanska mest sjálvstýrisfólk, ið hava skapt politisku søgu Føroya? Kundi svarið verið, at ávísir persónar ­ uppá gott og ringt – úr ávísum sjónarhornum hava størri týdning enn aðrir? Kann tað t.d. vera, at tá Jóannes Patursson fyll ir so nógv í føroyskari polit iskari søguskriving, posi tivt sum negativt, so er grund in, at hann er tann politik arin í 20. øld, sum hevur havt mest ávirkan á polit isku søgu Føroya? Tað er í øllum førum greitt, at søgu frøð ingar noyðast at seta tílíkar spurningar, heldur enn bara at deila vind og regn líka mill um allar politikarar. Søgu­ frøð ingar noyðast, t.e. teir sleppa ikki undan, at velja, hvat teir taka við í eina bók, men valið skal sjálvandi ikki vera tilvildarligt. Tað er tað heldur ikki í løgtingssøguni, har summir politikarar, m.a. Niels Winth er og Jóannes Patursson, fylla nógv meir enn aðrir. Tað eru góðar grundir til, at Jóannes Patursson fyll ir nógv í løgtingssøguni. Jóann­ es Patursson skrivaði í 1903 eina bók, Færøsk Politik, har hann søguliga grundgav fyri serstøðu Føroya í Dan mark og legði upp til eitt slag av heimastýrisskipan fyri Før­ oyar. Heimastýrislógin stend­ ur í veruleikanum á prenti í Tinga krossi 11. apríl 1906. Bókin fekk sostatt nær um para digmatiskan týdn ing fyri føroyskan poli tikk í 20. øld. Føroyska sendi nevndin, sum fór til Dan mark ar í 1946, eftir at før oy ingar á fólka atkvøðu høvdu valt loys ing, ­ eg endur­ taki høvdu valt loysing ­ hevði t.d. hesi sjónar mið Jóannes­ ar Paturssonar við niður í skjáttuni. Sam bands menn, t.d. Oliver Effer søe, stríddust av øllum alvi móti heimastýris­ hug sjón unum hjá Jóannesi Pat urssyni í Færøsk Politik – líka til tær í 1948 eisini sigr aðu á sambandsmonnum. Tá vóru nógv føroysk sjálv stýris fólk farin longri út á sjálv stýr is­ vongin enn so, meðan Sam­ bands flokkurin av neyð góðtók tey gomlu sjónarmiðini hjá Jóann esi Paturssyni. Andras Sam uel sen, fyrsti føroyski løg mað urin síðan 1816, virkaði ironiskt nokk undir eini skipan, sum í veruleikanum hevði sín hug sjónarliga upp runa í Fær­ øsk Politik frá 1903, sum eisini varð ávirkað av gongdini í Ís­ landi aftaná 1851. Hvør av teim­ um, Jóannes Patursson ella Andras Sam uelsen, hevur havt størri politiskan týdning fyri Før oyar í søgunnar ljósi? Svarið gevur seg sjálvt. Danin Johan Christian Helms, sum var sorinskrivari í Før oy um í 1903­1911, segði í 1919 so greitt frá hesum mun­ inum á sjálvstýris­ og sam­ bandsmonnum: Selvstyrepartiet er ef ter sin Natur det aktive Parti deroppe, det, som har nye Planer, nye Ting at gennemføre, medens Sam­ bands partiet efter mit Skøn for meget holder sig til Forsvaret. Der kommer først rigtig Fart og Liv i Sambandspartiets Kamp, naar det angriber det yder lig gaaende Selvstyre partis Personer eller dets Presse. ... Sambandspartiets ... Politik er for lidt positiv, for meget negativ. Det drejer sig alt for meget om at styre Modpartiets Førere, angribe dets Presse, og Partiet gør for lidt for at fremme Sam bandet, det vil sige For bind elsen, Samkvemmet mell em Danmark og Færøerne, det gør for lidt ad praktisk Vej. Helms saknaði týðiliga nakrar sambandsmenn, sum vildu nakað annað enn bara vera ímóti teim um broytingum, sum Sjálv stýrisflokkurin ynskti at fremja og ofta fekk framt. Tað kann vera, at m.a. Andras Samuelsen átti at fingið størri rúmd í bókini um løgtingið, men tað er ein sannroynd, at Jóannes Patursson hevur havt nógv størri ávirkan á politisku søgu Føroya enn Andras Samuelsen. Tað hevur Jóannes Patursson uttan mun til, hvat man annars held ur um hann. Tað hevur hann uttan mun til, um man er sambands­ ella sjálv stýrisfólk. Tað er ikki eitt val, sum eg havi gjørt; tað er eitt søguligt faktum, at Jóannes Patursson hevur havt størri ávirkan á føroyskan politikk enn Andras Samuelsen. Tað tykist eisini týðiligt, at tá Johan Petersen heldur, at bumbuatsóknin móti løg ting ­ inum í 1945 átti at staðið í ting­ søguni, so er tað tí, at hann er úti eftir loysingar fólki. Tað eru ikki avrik Sam bands flok sins, sum hann vil hava í søg una, men misgerðir hjá loys ingar­ fólki – men um hann veit hvør legði bumbuna, so veit hann meira enn eg. Tað er møguligt, at hendan søgan átti at staðið í løg tings søguni, men tað hevði verið propa ganda, um eg hevði lagt nakran polit isk an flokk undir at standa aftan fyri. Eg valdi held ur at leggja dent á poli tikkin, serliga á polit iska stríð ið fyri at vinna løg ting ­ inum størri heimildir – tað er jú høvuðs søgan hjá løg ting inum síðan 1852. Tað er møgu ligt, at politiska stríð Sambands­ floksins dettur eitt sindur niður ímillum úr hesum sjónarhorni, sum er avgerandi fyri søgu løg­ tingsins, men eg havi roynt at lýst bæði sjónar hornini. Tað verður ofta sagt, at tað eru vinnarar, sum skriva søg una, men orsøkin er ofta tann, at tað eru vinnarar, sum skapa søguna. Hevði Sam­ bands flokkurin framvegis havt tað vald, sum hann hevði í tíðini fyri seinna kríggj, so hevði danskt helst framvegis verið frálærumál í føroysku skúl un um, Danne brog einasta flaggið og løgtingið hevði helst framvegis verið eitt amtsráð, sum danskir myndugleikar kundu taka við upp á ráð – tá ella um teir ynsktu tað. Men sjálvstýrissjónarmiðini hjá Jóannesi Paturssyni í Fær­ øsk Politikk hava sigr að so fullkomiliga, at summi sam­ bandsfólk heilt tykj ast hava gloymt, at tey í veruleikanum virka inn an fyri eitt paturs­ sonskt paradigmi, sum sam­ bands maðurin Oliver Effersøe í 1906 legði undir at vera rein seperatisma. Er tað yvirhøvur neyðugt at spyrja, hví Jóannes Pat urs­ son fyllir nógv meira í politisku søgu Føroya enn Oliver Effersøe, Andras Sam uelsen og fleiri aðrir politikarar, sum als ikki eru nevndir í løgtingssøguni? Eg haldi ikki. Fólkaatkvøðan í 1946 Johan Petersen velur so sanni­ liga eisini út, tá hann nýtir mína bók sum grundgeving fyri, at føro yingar ikki valdu loys ing í 1946, men hann velur ikki serliga heppið. Hann velur enntá soleiðis, at hann bara endurgevur kjakið og gloymir grundstøðið, sum kjakið er grundað á. Grundstøðið stendur á síðu 274: » ... av teim­ um 63,7% av veljara fjøldini, sum gildugt nýttu sín rætt til at atkvøða í 1946, atkvøddi ein meiriluti uppá 50,7% fyri loysing, með an 49,3% atkvøddu fyri stjórnaruppskotinum. Form liga høvdu føroyingar valt loysing, spurningurin varð, hvat nú skuldi henda«. Síðan kemur viðgerðin av polit iska kjak­ inum í Før oyum um úrslitið av fólka at kvøðuni, har summir før oyskir politikarar mæla til kvalifiseraðan meiriluta, með­ an aðrir mæla til, at ógildugar atkvøður skulu telja við – alt eftir, hvørji áhugamálini eru. Staðfest verður á síðu 279, at: »Trupulleikin við hes um sjónarmiðinum er tann, at einki stóð um, at kvali fiser­ aður meiriluti var neyð ugur í sjálvari løg tings sam tykt ini um fólkaatkvøðu, sum Sam bands­ flokkurin og Javn aðarflokkurin sjálvir høvdu samtykt ... Hóast lítið var at ivast í, at formliga vóru »Nei« atkvøðurnar ógild­ ugar, sjálvt um Thor stein Petersen undan fólka atkvøðuni hevði sagt nakað annað, og formliga var vanligur meiriluti galdandi til fólkaatkvøðuna, tá einki annað var viðmerkt, so var støðan ógreið, tí í polit iska virki sínum høvdu før oysku politikararnir við Thor steini Petersen á odda skapt so nógva óvissu um fólka atkvøðuna ...«. Politiski veru leikin var tí soleiðis, at: »Hóast tey reint løgfrøðiligu viðurskiftini søgdu, at loys ingin varð samtykt, so vóru politisku realitetirnir so ógreið ir, at fólkaatkvøðan í veru leik anum kundi út leggj­ ast uppá fleiri ymiskar mátar«. Formliga – t. e. løg frøði liga/ rættarliga – er tað sjálv andi óviðkomandi, hvat Thor stein Peter sen o.a. politi karar høvdu lovað sínum veljarum fyri ella eftir fólkaatkvøðuna. Eftir umrøðu av stórpolitisku við­ urskiftunum verður enda liga niðurstøðan í bókini »at uttan breiða semju í Føroyum vóru tað stórpolitiskir veru leikar uttan fyri foroysku land oddarnar, sum komu at verða avgerandi fyri politisku viðurskiftini í oyggjunum og ikki formligu úrslitini av atkvøðugreiðslum í Før oyum ella í Løgtinginum« (síðu 289). Einki av tí »sitat­ mosaikkinum«, sum Johan Petersen hevur borðreitt við, broytir nakað petti upp á hesa niðurstøðuna. Niðurstøða Einki mannaverk er full fíggjað og løgtingssøgan er sjálvandi ikki nakað und antak. Tá man verður biðin um at skriva saman eitt 400 síður stórt yvirlitsverk yvir 1000 ára tingsøgu – uttan at fáa stundir og høvi til at kanna upprunaheimildir – koma onkur viðurskifti skeivt fyri, lítið pláss verður sjálvandi til tey einstøku tingfólkini, teir flestu politik arar verða als ikki nevndir, men tað broytir einki upp á ta sannroynd, at summi sjónarmið hava størri politiskan týdning enn onnur, og at ógildugar at­ kvøð ur eru ógildugar. Í løg­ tingssøguni royndi eg at lýsa fólkaatkvøðuna í 1946 úr fleiri sjónarhornum, men persónliga haldi eg ikki, at tað hevði verið av nógv at kravt av m.a. sam bandstingmonnunum, at teir hildu seg til tað fólka­ atkvøðuorðing, sum teir sjálv­ ir samtyktu á løgtingið 9. mai 1946. Men nei, enntá ikki í dag vilja sambandsfólk sum Johan Petersen halda seg til egnu løgtingssamtyktir Sam bandsfloksins frá 1946, men verja seg við høpis leys­ um sjónarmiðum hjá full­ veldismonnum, m. a. Thor­ steini Petersen, og geva søgu frøðingum skyldina fyri, at Sam bands flokkurin ikki eigur nakran politikara, sum hevur havt líka stóra ávirkan á politisku søgu Føroya sum Jóannes Patursson. Ongantíð havi eg hoyrt tjóðveldisfólk kæra sína neyð um, at Er lendur Patursson bara er nevndur 3 ferðir. Orðini hjá Helms um sambandsfólk ­ í øllum førum um summi ­ tykjast líka sonn í dag, sum tey vóru í 1919. Sjálvt tá Johan Petersen roynir at verja sítt nei til loysing, leitar hann sær hjálp hjá einum fullveldismanni. Tað verður neyvan soleiðis, at sambandsfólk tryggja sær størri pláss í teimum før oysku søgubókunum. Johan Petersen, sambandsfólk og søgubøkur Hans Andrias Sølvará