Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-25, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. mai 2010síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Týsdagur 25. mai · Nr. 85 34 Sosialurin Hósdagur, 20. mai 2010 var dag­ urin, ið USA kjósaði sum al­ heims mohammeds-tekn ingar- dag, hetta fyri at undir strika, at vit hava skrivi­ tekni­ og alt annað frælsi, sum hugsast kann. Útvarpssendingin Álvaratos Vit bæði konan síggja eins og flest allir føroyingar hvørja viku fram til áhuga verdu og skemtiligu útvarps sendingina Álvaratos, ið við gerð ymiskt úr vikuni, sum fór. Í seinastu sending vórðu vit ikki sørt skelkað av at frætta, at okkara góði vinur, Ole Vick (seinna navnið er kanska ikki stavað rætt), veru liga var fallin í heims populistiska frælsis- uttan-ábyrgdar-flórin. Vit hava altið hildið Ole vera ein av okkara mongu, góðu tilflytarum, ið, sum und an­ gongufólk, tordi at geva okkum siðvenjuforstokkaðu innføddu eitt lítið skump afturat út í ein víðari sjónar ring. At hann nú er farin bara at fylgja, sum fyri er slóðað og apa eftir øðrum, duga vit ikki at skilja, tí vit halda hann hava ferðast so mikið, at hann hevur fingið hóming av, hvussu leikur er farin, og hvussu heimurin hongur sam an. Vónandi er henda eftir okk­ ara meting sera óhepna luttøka bara eitt slight slip of mind! Burturi í Londum Nei, vit skulu heldur ikki gera okkum klók upp á hasar tekn­ ingarnar, og tað er greitt, at eingin skal uttanifrá koma og siga, hvat vit kunnu gera ella ikki; men eg siti júst og skrivi burtur úr dagbókum, brøvum og notatum frá okk ara 18 árstølum ella gott og væl 12 heilum ár um mill um Mohammeds menn – og kvinnur – hetta í tíðar ­ skeið inum 1956 til 1996 í ávika­ vist Iran, Afghanistan, Nigeria, Zanzi bar og Tanza nia, og skal eg úr hesum royna at draga sam an okk urt, sum uttan at taka dag ar ímil l um, hvørki við senti men tal ari sam kenslu ella stutt skygd ari støðutakan kanska kann lýsa støðuna, so­ leiðis sum vit minnast hana frá veruleikanum tá. Tíverri dugdu ikki allir ein­ ræðisharrar í nevndu lond um so væl at byggja land ið upp, sum Mahmad Reza Shah í Iran, tá hann alt ov seint var vorð in greiður yvir, at hann sjálvur væl kundi klára seg uttan útlendskar politiskar ráðgevar; men tíð hansara gjørdist ov stutt; áðrenn alt varð sorað aftur í miðøldina. Stættarmunur Tað, sum mest hevur fest seg í minnið, er stættarmunurin í nevndu londum, har tey, sum arvað hava ómetaligt ríki dømi og siðvand rættindi, við teirra halgubók, Koranini, í hond, nú í einar 13 øldir hava trælbundið dastið av landsins íbúgvum við skriftini, sum eingin av tegnum teirra sjálv ir dugdu lesa, aðrir enn ávísir skriftlærdir, har summir teirra – men ikki allir – alt ov ofta hava havt lyndi at forkynna úr bókini, sum hin grái lesir Bíbliuna. Harumframt hava vit kristnu í vesturheiminum gjørt okkum dælt við svarta ríki døm ­ inu m úr somu lond um. Fyrst í fleiri øldir av træl um úr Afrika og nú av oljuni úr Miðeystri. Í Afrika við at selja vápn til hægstbjóðandi høvdingan – goldið við trælum og í Mið­ eystri við vápnamegi, so títt og knapt sum oljuflóðin stóð í vanda – alt undir káva læti um frælsi til fólk land sins. Hesar hundraðtals milli ónir av fátækrafólki hava í roynd og veru næstan onga aðra vón um frægari tilveru enn hana, sum úr minaretunum kalla verður saman til at hoyra um, hvussu gott verður, tá sloppið er burtur úr hesum heimi og inn í næsta. Ósømiligt at særa At særa hesi fólk við at gera gjøldur burtur úr trúgv og profeti teirra er ikki sømiligt fyri okkum, sum við Nýggja Testamenti hava fingið bein­ leiðis boð um at leggja á annan bógv mót vegis hevnd a rlæru Asa gudanna og eyga­fyri­eyga og tonn­fyri­tonn­hugmynd í einar 6­7 øldir yngru Koranini, sum fyri stóran part er avskrift av okk ara Gamla Testamenti. Hini boðini um, hvussu vit skulu liva, eru annars á leið tey somu, sum okkara. Muslimska gesta­ blídnið og vitan Tey 12 árini starvaðust vit næstan bara millum lægsta stættarfólkið, har gestablídni lá teimum fyrst í huga, sama hvussu lítið var at taka av. Hóast tey hvørki dugdu lesa ella skriva, vóru tey ofta frá náttúrunnar hond sonn flogvit og vistu ótrúliga nógv um mangt at siga, hetta lika úr fornøld til dags dato. Tað gamla, eins og heima hjá okk­ um sjálvum, munnliga flutt frá ættarliði til ættarlið og tað nýggjara gjøgnum til vild ar­ ligan ferðandi frá søgumann. Tað gav at bíta, tá eg hevði at einum luristana, sum fór í so illa við asni sínum, tá tað var um at hokna undir byrðu. »Nógv fyri at hoyra« helt hann, »tit kristnu, sum undir krígnum fyrst gasseitraðu og síðan steiktu 6 milliónir av jødum«. Tá var ikki lætt at svara aftur. Krossferðir og aðrir ræðuleikar Kristnu krossfaraatgerðirnar, har dripið varð frá hond í hundraðtúsundatali bara tað vóru muslimar, sum lógu eftir á, liggur teimum ikki í minni, sum var tað fyri 9 til 7 øldum síðani, men so klárt sum var tað her fyri stuttum. Kristnu krossferðirnar úr vestri vera í ræðuleika sam metar við herj­ ingar og hóp dráp Genghis Khan’s, ið úr eystri fóru fram um sama mundið. Í miðøldini tók kristna, funda mentalistiska In kvisi ­ sjónin seg upp við við kætter- jagstran og heksa bálum, sum bar av øllum – alt í misnýtslu av navni Harrans. Í Afrika lutaðu vit kristnu við hermegi allan heims partin at kalla millum okkum utt an at spyrja nakran eftir, sum í ára túsund fra morgni menniskjans høvdu búð har. Belgiski Leopold kongur gav virðisløn fyri hvørja av ­ kappaðu høgru hond, hvítu, kristnu veiðumenn hans ara komu við, eins og vit í sínari tíð fingu nøkur oyru frá sýslu­ manninum fyri kráku nev. Somu mannagongd fluttu vit við okkum vestur um hav, har mannjagstran í frum skóg­ um enn sigst koma fyri, soleiðis at vit kristnu kunnu for vinna nøkur oyru afturat úr tilfeingi teirra lítið fram komnu. Nei, Kristi læra og boð skap­ ur man helst vera tað besta, sum okkum er givið; men enn hava vit so ikki lært okkum røttu mannagongdina til fulnar. Sjey átrúnaðir í Lurestan Í vegagerð okkara í Lurestan vóru sjey ymiskar átrúnaðir, líka frá trýtúsund ára gomlu hyggiráðum Zaratustrasar til Luther, sum skelkaður fekk steðgað okurshandli um synd­ anna fyrigeving. Øll vóru vit samd um, at Skaparin bara kundi vera hin eini, og at ymisku munirnir í átrunaði mestur mundu stava frá okkum sjálvum, mis skiljing og smásæris klandri. Í so máta skuldi borið væl til at livað saman í friði og náðum. Ampin var sjálvandi bara tann, at tey flestu tvíhildu um sína trúgv, og tey eru sera løtt at øsa upp, tí hjá teimum skal bara lítil neisti til at kynda stóran brand, og tað er júst tað, ið av summum verður gjørt til egnan vinning, hetta lika frá vápnasølu til politiska valdsgyrnd – innlendska sum útlendska. Ruholla Khomeyni Ayatolla og aðrir Ruholla Khomeyni Ayatolla fær oftast skyldina fyri upp­ runan til teir ræðuleikar, sum nú valda um allan heimin, og sum vit í okkara tíð burturi í londum tíbetur lítið og einki sóu til. Khomeyni hevði eftir gaml­ ari sið venju blóðhevnd í huga, sum tíverri eydnaðist honum betur enn væl, rætt er tað; men sorgarleikurin er hópin meira fløkttur enn so og kann enda í átrunaðarligum heimsbardaga, um ikki part arnir onkursvegna finna saman – um ikki annað, so í duldum – tí við vápnamegi ber als ikki til at halda fram við at leita eftir fígginda, sum eingin veit ella torir siga, hvør er, eingin – útbugvin ella ikki – longur torir mótmæla og eingin dugir at finna, men sum knappliga kann virka um allan heimin í senn. Sum áður nevnt hava teir flogvitini í hópatali, ið væl duga leggja til rættis og onn­ ur, sum øll eru til reiðar at lata heilavaskað lív fyri tað, tey halda vera teirra søk. Gongda leiðin er onkurs­ vegna at útvega taliban­ og al­keidastuðlum annan møgu­ leika til lívsins uppihald, tí matur í munn til konu og børn er, eins og hjá okkum sjálvum, tað mest átrokandi, og skulu teir sjálvir tá velja, sæst fáur talibani aftur. Puck í Pakistan Danski reportarin, Puck Dams­ gaard, fekk í Vasiristan økinum í Pakistan fyri stutt um eitt prát við ein av tali ban leiðarunum um orsøkina til verandi virki teirra, og varð hon umgangandi send av landinum sum perona non grata, tá hon segði frá úr­ slitinum av samrøðuni við Tale ban, ið hvítusunnudag varð send á donsku útvarps­ rásini P1. Fyri kortini at kunna loysa verandi, eftir øllum at døma, óloy s andi gordiska knútin, kundi Puck Dams gaard’sa pro­ fessi o nella for vitni kanska ver ið líka góð byrjan, sum nak að ann­ að á sonevndum »hægri stigi«. Men kanska skulu vit í okk­ ara framkomnu kristi lig heit gloyma, at bæði demo krati og vunnið frælsi ikki skulu takast sum ein sjálvfylgja, men at tey krevja ábyrgd frá hvørj um einstakum og heldur bara halda áfram at leggja afturat taliban­ og al­keida bálinum við meira ella minni listarligum »meistar­ verk um« í teirri óavmarkaðu fræl sis trongd, sum vit longu í fult mát hava fingið ella kanska í ólukku mát hava rænt okk um til og soleiðis hjálpa teim um á mál við teirra terror­ befongdu, heimsumfatandi loyniherferðum. Onkur vil vera við, at um Jyllandsposten hevði verið at sær komin og strikað Kurt, hevði framhaldandi út flutn­ ingur Danmarkar til mus ­ limsku londini bjargað land in­ um undan fíggjarligu krepp uni; men tær mongu milli ardirnar eru í hesum høpi bert ein við­ merking og púra óvið kom andi. Hesin stubbin ljóðar kanska heldur ágangandi, og so leiðis er hann av sonnum ætl að ur; men eg skal at enda skoyta eina eitt sindur lætt ari frásøgn upp í: Pussfiskar í Peshawar Vit vóru í 1974 farin eina ferð úr Kabul gjøgnum Khyber skarðið eystur í býin Pesha war skamt sunnan fyri Vasiri stan, og sótu við børnum okkara inni á mat stovu og fingu ein bita, tá hurðin brast upp og einir 6­8 alvápnaðir menn komu rópandi inn og peikaðu á eitt borð í stovuhorninum næst úthurðini. Tey, ið har sótu, skund aðu sær til viks, og krígs menninir sessaðust, løgdu maskinpistólir og onnur skot vápn frá sær og ein stakk av pappírum mið­ skeið is á borið millum øll vápn­ ini. Patrónbeltini høvdu teir hangandi um herðarnar, og tey smærru handvápnini vórðu sitandi í beltum teirra um miðjuna. Allir høvdu teir seg inn yvir borðið, og tøktust fara undir lestur úr pappírsdunganum; men har stóðst eitt levint og málageip av teimum, so lít ið mundi koma burtur úr les­ ingini, hildu vit. Tey fýra børn okkara – úr 4 upp í 14 ára aldur – hildu hetta vera mest spennandi upp livilsi, tey í lívinum høvdu havt, og droymdu um, hvat hesir bandittar at síggja til nú mundu sita og planleggja. Leiðin út á »profetens san daler«, sum hittinorðaðu danir nevndu nátthúsið, gekk beint fram við hersetta plan­ leggingarborðinum, og konan, ið bæði var djarvast og for­ vitnast, helt, sum um einki var á vási, leiðina uttar. Vit sóu, at hon kveitti niður í nakkan á monnunum og kvakk við, men steðgaði ikki á. Teir varnaðust einki, og tá hon kom aftur, vildu vit sjálv­ andi vita, hvat hon hevði sæð; men hon segði tað vera so loynd ar fult, at hon einki tordi siga, um vit nú kanska vórðu tik in og pínd til at siga frá øllum. Tað tóku børnini fyri meira enn fult og uppaftur meira spennandi. Seinni tes k aði konan mær í oyra, at pappírs­ dungin á borð inu m varð stakk­ ur av porno bløðum! Hetta var langt áðrenn ófriðurin tók seg upp, og okk­ urt skuldu tiltiknu stríðs menn Vasiristans undir ar beiðis­ loysinum takast við. Á Hvítusunnu 2010 Mohammed, Kurt Vestergaard, Ole Vick o.a. Kjak Heini Olsen