Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-25, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. mai 2010síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Týsdagur 25. mai · Nr. 85 42 Sosialurin Myndir: Álvur Haraldsen KingoroKKur HoyvíKar KirKj SÁLMAR Gomlu, klassisku sálmarnir koma aftur til heiðurs, nú Heini Lützen gevur fløguna »Sálmar« út. Í hesum sambandi hevði hann útgávukonsert í Hoyvíkar kirkju 2. hvítusunnukvøld Inna Tørnroos Heini ávarar longu áðrenn hann byrjar, at tað kann vera, at fólki nýtist oyraproppar. Kanska ikki tað vanligasta at hoyra í einum kirkju rúmi, men so er henda tulking av gomlu sálmunum heldur ikki heilt vanlig. Heini innleiður konsertina við sálmi 67: »Eg vil mínum Harra prísa«. Flestu av sálmu num, ið Heini hevur valt út, eru av teim­ um elstu í sálmabókini. – Sálmarnir hjá Kingo og Inge mann, ið eru skrivaðir í 16­1700­talinum, eru klassikarar. Tað, at teir hava yvirlivað so leingi prógvar teirra virði, sigur Heini millum tveir sálmar. Honum dámar væl gomlu løgini, men helst eru tað orðini, ið tiltala. Sum dømi nevnur hann sálm nr 1 í sálmabókini »Harra Guð, títt dýra navn og æra«, sum skaldið Petter Dass yrkti 1698. Væl dempað Eini 320 fólk høvdu leitað sær til kirkjuna í Hoyvík. Grundin til, at Heini valdi at hava útgávukonsertina har, er at nýggja kirkjan er ein av teimum best dempaðu kirkjurúmum í Føroyum. Nógvir av gomlu sálmunum eru langir, eini 13 ørindi, men Heini hevur stytt teir niður í eina helvt. Allir sálmirnir uttan tann eini eru úr sálmabókini. »Eg livi og veit«, ið Victor Danielsen hevur týtt, er úr Guds fólks sangbók. Tónleikaligi heilin aftan fyri fløguna og útgávukonsertina er klaverspælarin Gunnar Guttesen. Saman við hinum tónleikarunum, Rúna Eysturlíð, á elguitar, Svend Åge Drewsen á bassið og Jósva Debes á trummum vóru teir perfekta ramman um røddina hjá Heina. inna@sosialurin.fo