Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-25, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. mai 2010síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

41 Týsdagur 25. mai · Nr. 85 Sosialurin Hava vit nakrantíð havt eitt politiskt skapilsi meiri láturvert enn Dalai Lama? Hetta er hin »eyðmjúki munk urin«, Hansara hátt­ virdi Lítilleiki, avatarurin av Avalokiteshvara, sum há tíðar­ liga avnoktar verðsligar lutir til fyrimunar fyri at liva eitt simpult lív ílatin lendaklæði og japansandalum. Og tó. Tí í 1992 var hann við til at blaðstjórna móta­ blaðið Vogue, bíbli an hjá tí ovurfínkaða há snák­ andi klassanum, kjokk að við myndum av nær um avmergjaðum aðal manna­ døtrum, sum tær vísa fram niðurdeilar og skjúrtur, flest okkara ongantíð fáa ráð til. Hann sigur seg vera hin núverandi inkarnatiónin av Tulkus­ættini; buddistiskir harrar, ið ætlandi sleppa undan sovorðnum sum deyða og endurføðing. Kortini er hann best kendur fyri at hanga út við illgrunaleysum kendum vesturlendingum sosum Richard Gere og Sharon Stone (sum enn er mest kend fyri at hava víst vaginaina á hvíta lørift in­ um). Til eitt av hesum her glitrandi ballunum, hvørs endamál er at útvega pening til ávíst tiltak, presenteraði hon hatta sjálvklistrandi beistið sum “Mr Please, Please, Please Let Me Back into China!”. Hon helt tað vera nokkso stuttligt, tað helt eg eisini... men tað helt Lamain ikki. Hvør veit, kanska fer Lamain niður í celebrity­ røðini, frá A­listanum til, ikki so nógv C, men wannabe­ listan, og soleiðis vísa seg við Hans Fróða Hansen, aka KayKay. Harrin viti, hvussu Stone hevði presenterað Han sen; men alt fyri peng­ vinirnar, ikki so, Hans Fróði? Eg veit, tað er nú ókult at seta fólk í gapistokk. Men hey, ein og hvør, ið sleppur at føra seg fram sum hr. Hansen, ein persónur eins grunnur sum play­listin hjá Rás 2, hevur ikki øðrvísi uppiborið. Hann er eitt oppurtunistiskt neythøvd. Tó ikki størri enn at hann eisini hevði kunnað lumpað Dalai Lama, ella øvut – báðir eru jú so forbiið Frændir. Men aftaná hansara ný uppfunnu empati við pengvinirnar á Suður pól­ in um, og hvussu “alheims­ upphitingin” ger av við tær, býður ikki bøtur. Eg bíðaði bara... fór han at hanga út við Dalai Lama, taka eina mynd av teimum báðum saman, senda hana til Sosialin, ella, eisini hann, koma sær upp í alheimsupphitingar­fylgið? Nei, Hans Fróði Hansen veit ikki, hvussu pengvinir hava tað, ella fara at hava tað, ella hvussu vorðnar tær eru, ella staðfesta teirra habitat. Men hann veit, eisini hann, at “veðurlagsbroytingar” enn er ein stórfingin moralsk søk, og var hetta, um ikki hin seinasta desperata roynd in at gera vart við seg aftur, tá ein brúkilig ein. Vissuliga, hetta var Kay­ Kaysa óundansleppandi Adam og Eva­løta, og hann beit í súreplið. Hvussu er og ikki við hvør hjálpir hvønn við hvørjum, tá hevdar celebrity­munkurin, at hann vil hava tibetskt sjálvstýri og politiskt frælsi. Men sjálvur letur hann seg brúka av vesturlendska yvirvaldinum algoyst eftir at eyðmýkja Kina. Frá í endanum av 1950unum til 1974 hevur hann móttikið eina knappa miljón um árið, frá CIA. Nei, upphæddin er ikki endaliga kunngjørd, men samsýningin kann væl flokkast sum eitt almennt dulsmál. Tað er heldur ikki nakað dulsmál, at hann hev­ ur verið ómetaliga nepot ist­ iskur, eitt nú við at útnevna beiggjar og teirra konur til sera umráðandi størv í hansara útlagna greiva dømi í Dharamsala, Norður india. Hann poserar sum hasin heldur kiksuti, gnisandi, moder naði munkurin, sum á uppboði seldi sín Land Rover á eBay fyri góða hálva miljón krónur og verið við í eini reklamu fyri Apple (akkurát hvat klænar, hvítar teldur hava at gera við buddatrúgv, ja, títt git er líka gott sum mítt). Men tess meiri tú nær­ kannar, finnur tú skjótt útav, at umframt at vera ein fuppari, ein superklók útgáva av Hans Fróða Hansen og hansara forpulaðu peng­ vinum, er Dalai Lama eitt pro dukt av tí knúsandi lens stjórnarlagnum í for­ modernaða Tibet, har ein elita av buddamunkum fór við fjøldini sum var hon teirra lívogn. Ein elita av despotiskum “andligum leiðarum”, ið eirindaleyst revs aði vanliga borgaran, traðkaði hann við síðuna av. Dalai Lama krevur átrún­ aðarligt frælsi. Friður veri við tí! Men samtíðis jagstrar hann eina buddistiska sekt, ið dyrkar Dorje Shugden. Spyr ikki... onkur hissini gudur, men poengið er jú tað, at hvussu skítbýtt ein trúgv og tess guddómur nú mátti verið, eisini hann hjá Lamainum, kom kravið um trúarfrælsi jú nettupp frá hesum orakkuli, sum vit vesturlendingar mestsum frammanundan tóku avgerð um aldri at kritisera, men altíð respektera. Í 1996 bannaði Dalai Lama við lóg at biðja til Dorje Shugden. Og hasi, ið vóru forboðnum ólýðin, mistu starv, hús og heim; at byrja við, fyri síðani at verða háðaður á almennari gøtu. Tey, sum í fyrstu atløgu megnaðu at halda uppá húsið, fingu skjótt vitjan av myndugleikum tilhoyrandi hansara stjórn í útlegd. Tá ið tilbiðjarir klagaðu um teirra viðferð, fingu teir at vita frá Dalai Lamasa umboðsfólki, at “hugtøk sum fólkaveldi og trúarfrælsi eru tóm sett upp ímóti vælveruni hjá Dalai Lama”. Tí er tað, tá ið hann er á ein av hasum har sjálv­ gleð andi rundferðunum í Evropa, at eitt hav av Lama­ sympatiserandi tofuetarum spyrja: “Hví vilja ikki allir landsovastar møta honum?” Eg meini, um løgmaður tað eina kvøldið, og ein for­ sætismálaráðharri og jarð­ bundna Sólrun eitt annað, tíma at møta Eyðun og steikirnar í Hvonn, hví tá ikki eisini Dalai Lama? Jú, tí hvussu idéfátækir og ópolitiskir Kaj Leo og Lars kanska eru, tá vita teir full­ væl, at har býr ein innari sjakalur í hasum gigguta friðar dýrinum. Eg havi ein annan spurn ing: “Hví skal ovasti maður í Føroyum, hóast sítt mentanarloysi, møta einum einvaldum, celebrity­eltandi, Apple­elskandi munki?” Dalai Lama er blivin ein annar teknifilmskroppur, ein av teimum góðu. Í Amer­ ika og vesturevropu, har toll utar anti­modernaðar áskoð anir eru vanligar mill­ um sjálv pínandi partar av kultur radikalismuni og aðal kjarn uni annars, verður “sál ar ferðandi” kloddin klemm aður sum eitt livandi anda dráttarumboð fyri ódálk að an tokka. So, hann lýsir fyri Apple, er medblaðstjóri í Vogue og koyrir í einum bensinslúkandi Land Rover, og fisar aftur og fram í jett arum at prædika sítt ótolandi samhugahumbukk fyri Obama og kompaní vavt saman við onkrum filosofiskum gullkornum, ið eins væl kundi komið úr “Sofies verden”, sosum “If you want others to be happy, practice compassion; if you want to be happy, practice compassion”. Klassiskt Lama. Kortini verður hann nýtt ur sum prógv fyri, at tað, at liva eitt simpult eyst­ urlendskt lív, er betri enn handa innantóma tráanin eftir materiellum fulnaði. Júst sum fyrrverandi ættar­ lið av vónsviknum ari sto­ krat um forelskaðu seg í eina fiktiva útgávu av Tibet (Shangri­La), prísar nú­ livandi stokkkonservativi vinstrivongurin eina fiktiva mynd av Dalai Lama. Mest eftirtektarvert er tó, at Dalai Lama letur seg brúka sum ein rambukkur av vesturlendskum stjórnum í teirra mentanarbardaga við Kina. Grundin til, at hann kennir seg so smikraðan av heimsleiðarum, er ikki tí, at hesir brýggja seg um Tibet, men heldur tí teir vilja oysa altjóða trýst omaná sínar nýggju kappingarneytar í heimspolitikki: kinesarnir. Tað er ikki neyðugt at vera verji hjá autokratiska stýrinum í Peking at síggja, at slík global niður­ høgg ing heldur fer at styrkja spenningin millum tibetbúgvar og Kina, og økja um óvissuna á heimsstigi, enn at bera fram nakað, ið so mikið sum ber á brá av einum glansskeiði við frælsi fyri eystan. Ístaðin fyri at hjálpa Tibet, hjálpa trælabundnu tilbiðjarnir av Dalai Lama at kvala einhvørja menning av eini veruligari og lívligari rørslu vegna frælsi og fólka­ ræði í tibetiansku lands­ lutunum. Tað er sum um, vit halda, at bara tí, ella so leingi sum, hann er í hasum forsømdu friðarklæðunum, má hann vera nakað so klókur og pillfullur av “innara friði”. Tað hevur eydnast Dalai Lama at lumpa flestøll at halda, at í honum býr ein evri vitan, og sær sannleikar, bert spákonur ella clairvoyantar hevda seg kenna, men tó uttan, í mun til hesar “fram­ sýndu” ørvitisknokkar, at verða hildin fyri tað turra spott. Hansara leiklutur sum tann ultimativi andligi leið arin hindrar politisku demo kratiseringina presiss av hesum; at fólk halda, at hann situr inni við tí rætta moralinum ber við sær, at ein og hvør nóg mótaður at bjóða hansara politiska myndugleika av, hevði verið flokkaður “anti­religiøsur”. Ókey, ein grund til at Dalai Lama kann posera sum “tann ultimativi andligi leiðarin” og alkønur valdamestur leiðari hjá tibetianarum og teirra framtíð, tann hægsti og besti góðin, tann Almáttugi, hægsta veran, super­duper veran, er tí at týðandi aktørar í vesturheiminum hava gjørt hann føran fyri at spæla handa leiklutin. Við at geva honum mynd­ ugleikan at uppføra seg sum ein betrivitandi nissa við einum ávísum legitimiteti, hava teir verið samsekir í mannminkandi viðferðini av tibetbúgvum, sum nú líða dupult við at vera stýrdir av ódemokratiskum kinesiskum embætisfólki einumegin, og eyðmýktir og bukaðir upp á pláss av einum minst lika ódemokratiskum Dalai Lama og hansara vesturlendsku fjepparum hinumegin. Lama meg eitt ávíst stað! Kjak Agga Niclasen meining@meyl.fo Hví skal Kaj Leo Johannesen møta einum einvaldum, celebrity-eltandi, Apple-elskandi munki?