mikudagur 26. mai 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. mai 2010 · Nr. 86
6
Sosialurin
Randi Jacobsen
Tekning; Janus D. Guttesen
Týsdagurin í nevninga ting in
um fóru við at lýsa málið fyri
teimum tólv nevningunum,
sum í morgin skulu taka
støðu til, um teir báðir ungu
litavisk menninir eru sekir
ella ei í rúsevnissmugling.
Ákærin krevur menninar
dømdar
sekar,
verjarnir
krevja frídøming.
Størsti spurningurin er,
um menninir vistu, at rús
evni vóru í bilinum, sum teir
ætlaðu sær við til Íslands.
Teir komu ikki longur enn
til Føroya, tí tollvaldið og
politiið funnu stóru nøgdina
av sterkum rúsevnum í bil
inum.
Ella vórðu teir lokkaðir
at taka bilin við til Íslands?
Eigarin hevði sagt, at hann
kanska kom seinni til Is
lands.
Ákærin førdi fram, at
menninir ikki hava sagt
heilt tað sama, hvørja ferð
teir eru avhoyrdir. Annar er
avhoyrdur sejy ferðir, og hin
átta ferðir. Til hetta søgdu
verjarnir, at eingin, sum sigur
eina søgu, sigur heilt somu
søgu aðru ferð, tí minnið er
ikki so álítandi.
Annar maðurin hevur
greitt frá, at upprunaliga
ætl anin var, at hann og
bileigarin skuldu fara til
Íslandsat arbeiði. Ein ltavi í
Íslandi hevði lovað at finna
teimum arbeiði. Men so
leyp bileigarin frá, og hin
fekk vinmann sín at koma
við í staðin. Báðir vóru ar
beiðsleysir.
Eitt putlispæl
Ákærin sammetti rann sókn
ararbeiðið við eitt putlispæl.
Brikkarnir skulu faast at
passa saman, men framvegis
eru nógvir leysir endar, segði
hon.
Ákæruvaldið heldur, at
litaviski maðurin, sum í
sein astu viku varð førdur til
Føroya at vitna, var høv uðs
maðurin í Íslandi í málinum.
Hann fekk hini bæði ákærdu
litavisku at gea arbeiði fyri
seg. Maðurin var greiður
yvir, at hann hevði tosað ov
nógv og ætlaði sær at rýma
úr Íslandi, tá ið hann varð
tikin á flogvøllinum á veg til
USA.
Ákæru menninir í Før
oy um vóru kurerar, pá stóð
ákærin, sum vísti á, at flutn
ingur er líka so týdn ingar
mikil í øllum sum at fáa
hendur á rúsevnunum og
selja tey. Verjin heitti inni
liga á nevningarnar um at
frídøma menninar. Hann
segði, at sjálvandi skulu tey
seku dømast í rús evnis mál
um, men samstundis eiga
ósek at verða frídømd.
Hann dugdi ikki at síggja
nakað prógv fyri, at teir vóru
sekir og høvdu nakran ætlan
um at smugla.
– Her eru eini prógv, bara
gitingar, teoriir, spekulasjónir
og fantasiir, segði verjin.
– Hvat nú um teir tosa
satt? Hava tei sagt satt og
kortini vera dømdir, er tað
justitsmorð, segði Óla Jákup
Kristoffersen.
Hann helt einki løgið vera
í, at teir sum arbeiðsleysir
fóru til Íslands, har teir
høvdu fingið lyfti um arbeiði.
Heilt nógv fólk í baltisku
londunum hava gjørt hetta.
Ongastaðni er arbeiðsloysið
so stórt sum í Litava. Verjin
helt tað vera mest sannlíkt,
at hesir báðir vórðu lokkaðir
av narkomafiuni til at flyta
bilin til Íslands.
Hann helt tað eisini vera
løgið, at einki var komið fram
um
rannsóknararbeiðið
í
Lita va. Eingin frágreiðing
fyri lá frá gentunum hjá teim
um ákærdu.
Eingi prógv vóru um,
at teir vistu um rúsevnini
í bilinum, segði Óla Jákup
Kristoffersen.
Kundu flutt
annan mannin
Ein dag, tá ið annar av teim
um ákærdu kom aftur í
varðhaldið, var hann púra frá
sær sjálvum. Rópti og skrálaði
og blakaði við innbúgvum. Tá
hoyrdi hin, hvussu tætt teir
sóu, og teir funnu uppá at
lata vindeyguni upp og tosa
saman. Tey prátini vórðu
avlurtað.
Óla Jákup Kristiffersen
helt, at hetta var ein roynd
hjá politinum at fáa nakað
at krøkja málið uppá.
– Var tað ein trupulleiki,
at menninir tosaðu saman
í arrestini, kundu teir bara
flutt annan, legði hin verjin,
Jógvan Páll Lassen, aftrat.
– Fyri tað um rúsevnini
vóru í bilinum, merkir tað
ikki, at hesir menninir eru
sek ir, segði, Jógvan Páll
Lassen.
Hann var bilsin av, at
ein politistur, sum vitnaði,
frammanundan visti, hvat
sagt varð í rættinum. Eisini
slongdi hann út spurningin,
hví
Smyril
Line
royndi
at ringja til menninar at
boða frá, at fráferðin hjá
Norrønu var framskundað,
áðrenn skiparin hevði tikið
avgerðina um tað.
Nógvir ósvaraðir
spurningar
Jógvan Páll Lassen setti
eisini spurnartekin við, um
bileigarin visti nakað um
rúsevini. Hann hevði yvir
tikið bilin sama dag, sum
hesir báðir fóru úr Litava.
Fyrrverandi eigarin kundi
hava lagt rúsevnini í bilin.
– Vit vita tað ikki, tí her
eru eingi prógv, segi Jógvan
Páll Lassen.
Verjarnir tosaðu eisini um
persónarnar í Litava, nevndir
í málinum. Einki hevur ver ið
frammi um, at teir eru hand
tiknir.
Jógvan Páll Lassen kundi
hugsað sær at fingið ein
av teimum monnnum til
Føroya at vitna í hesum mál
inum, men tað bar ikki til, tí
kom maðurin varð hannn
handtikin beinanvegin.
Hann visti, at fútin hevi
verið á einum fundi í Europol
um málið, men eingin frá
greiðing var komin frá fund
inum.
Til allar hesar ábreiðsl
urnar segði ákærin bara, at
hon ikki brýggjaði seg um
at hoyra. orðið justitsmorð
nevnt.
Annar av teimum ákærdu
hevði einki at leggja aftrat
røðunum hjá verjunum. Hon
segði nøkur fá orð:
– Eg haldi sjálvur, at vit
vórðu lumpaðir, ungir og
býttir, sum vit vóru. Eg tók
bara ímóti tilboðnum fyri
at fara út at ferðast og fáa
arbeiði, segði hann.
BMW-Málið Í prosedurni týsdagin hefti ákærin seg serliga við, at teir ákærdu kki hvørja
ferð hava sagt tað sama. Verjarnir hinvegin kravdu frídøming vegna vantandi prógv
Díktu á politiið