Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. mai 2010síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 26. mai 2010 · Nr. 86 Sosialurin Randi Jacobsen Tekning; Janus D. Guttesen Danmark hevur fingið nógv­ ar atfinningar fyri ofta at isolera varðhaldsfangar. Isola sjón verður javnmett við tortur. Fleiri lond brúka als ikki at isolera varð­ haldsfangar. Men í danska ríkinum, í Danmark, Føroyum og Grønlandi, verður hild ið fram við at isolera varð halds­ fangar. Í Danmark eru kortini fastar reglur fyri, hvussu leingi ein fangi kann sita í isolasjón, men í Føroyum er einki mark. Ein fangi kann sita í ioslasjón, so leingi sum rætturin gevur loyvi til tað. Grundgevingin fyri at isolera er, at fangin ikki skal hava møguleikan at tosa við onnur og harvið ávirka uppkláringararbeiðið. Hetta verður ofta gjørt í rúsevnis­ málum. Hvussu illa isolering fer við fólki, kom týðiliga fram í BMW­málinum, sum eitt nevningating í hesum døgum viðger. Óla Jákup Kristoffersen, verji hjá øðrum litaviska mann inum las týsdagin upp úr eini læknaváttan um mannin, sum Óla Jákup Kristoffer sen er verji hjá. Teir báðir litavarnir vórðu handtiknir 13. november í fjør og dagin eftir isoleraðir. 28. januar í ár høvdu teir sitið í isolasjón í í næstan ellivu vikur. Sera illa fyri Tá varð lækni kallaður til annan mannin, sum hevði tað ringt. – Hansara sálarliga støða er vánalig. Tað er løgið, at hann ikki hevur biðið um hjálp, skrivaði læknin. Maðurin var hugtungur, og eftir hálvum triðja mánaði fór hann 16 kilo aftur, tí hann át ikki. Hann hevði hallo­ sinasjónir og byrjandi psy­ kosu. Læknin gav honum við gerð móti tunglyndi. Mað­ urin hevur ongantíð verið heilivágsmisbrúkari. Hóast læknin skrivaði hetta 28. januar, varð maðurin ikki tikin úr isolasjónini fyrr enn 23. februar, næstan ein mánað seinni. So skjótt sum maðurin slapp úr isolasjónini, byrjaði hann at koma fyri seg aftur. Tað gjørdi mun at kunna síggja onnur fólk enn bara advokat sín og tey, sum bóru honum mat. Hann luttók í undirvísingini, sum fangarnir fáa, og lærdi tá eitt sindur av enskum. Hann fór eisini at eta aftur. Fyrireikaði mannin Jógvan Páll Lassen, verji hjá hinum litavanum, talaði eisini at, at menninir høvdu sitið so leingi isoleraðir. – Hann var púra skelkaður. Eg fyrireikaði mannin uppá, at hann kundi koma at sita leingi í isolasjón, og at alt fór at verða brúkt ímóti honum. Eg segði honum eisini, at hann kundi fara at verða avlurtaður, tí eg visti ikki, hvussu langt politiið fór, segði Jógvan Páll Lassen í rættinum. Hann hevði mælt mannin­ um til at gera okkurt, arbeiða styrkivenja fyri ikki at bukka undir, og tað hevði hjálpt manninum. randi@sosialurin.fo BMW-Málið Annar av litavisku monnunum, sum í meira enn tríggjar mánaðir sótu avbyrgdir í varðhaldinum í Føroyum, toldi so illa einsemið, at hann mundi gingið til grundar Píndust í isolasjónini Sp/F Grannskoðaravirkið INPACT | løggilt grannskoðaravirki | R.C. Effersøesgøta 26 | Tórshavn | Tlf. 31 47 00 | inpact@inpact.fo | www.inpact.fo Sosialurin / KvR 34 18 00 Grannskoðaranæmingur Grannskoðaravirkið INPACT sóknast eftir ungum fólki, ið hevur hug og hegni at menna seg í grannskoðarayrkinum. Grannskoðarin er fyrsti ráðgevi hjá nógvum fyritøkum, og yrkið sum grannskoðari krev­ ur tí førleikar at seta seg inn í tær av­ bjóðingar, ið vinnufyritøkur koma út fyri. Til hetta krevst royndir og útbúgvingar, og tað er tí avgerandi fyri okkum at hava væl útbúgvin starvsfólk. Vit nýta tí bæði tíð og orku uppá at útbúgva okkara starvsfólk. Fyri at menna og viðlíkahalda starvsfólka­ hópin sóknast vit tí eftir næmingi at læra seg grannskoðarayrki. Hetta fevnir partvís um at luttaka í teimum arbeiðsuppgávum, ið dagliga koma fyri her á skrivstovuni. At byrja við sum atstøðari hjá royndum grann­ skoðara og við hóskandi uppgávum ann­ ars. Men so við og við verður tú før/ur fyri at átaka tær størri uppgávur og eisini sjálv­ støðuga ábyrgd. Fólk, ið koma í starv hjá okkum fylgja eini útbúgvingarleið, sum ger tey før fyri at arbeiða við eini breiðari viftu av temum avbjóðingum, ið fyritøkur og stovnar í almenna geiranum koma út fyri. Umframt praktiska arbeiðið ímynda vit okkum, at tú byrjar at lesa HD á Føroya Handilsskúla í heyst. Lesnaðurin fer fram eftir arbeiðstíð 2 kvøld um vikuna, umframt í vikuskiftunum. Útbúgvingin tekur til­ samans 4 ár, og er sett saman av 2 pørtum. Fyrri partur tekur 2 ár og gevur eitt breitt handilsligt støði. Annar partur er meiri spesialiseraður, og har fert tú meiri í dýpdina í roknskapi og grannskoðara­ fakinum sum heild. Eftir 4 ára útbúgving ert tú bachelor í búskapi og roknskapi. Um tú hevur hug at halda fram við ástøði­ ligari útbúgving kanst tú halda fram við lesnaði á master stigi. Cand. merc. aud. er ástøðiligi parturin av útbúgvingini hjá einum statsautoriserað­ um/løggildum grannskoðara. Útbúgvingin fer fram við hægri lærustovn í Danmark og kann takast sum sjálvlestur úr Føroyum. Vit gjalda allar kostnaðir til útbúgvingina, umframt at geva tær viðkomandi arbeiðs­ uppgávur og frí til útbúgvingina, tá tað krevst. Men útbúgvingin er krevjandi, og tað er tú, sum førir hana út í lívið. Tann vit sóknast eftir skal hava persónligar eginleikar, so sum: • sjálvstøðug/ ­ur • hevur evni at menna teg við støðugt meiri krevjandi arbeiðsuppgávum • ábyrgdarkenslu Fakligir førleikar: • Miðnámsútbúgving, so sum HH, student, HF ella annað, ið kann javnmetast við hetta. • Um tú væntar at taka prógv í summar, er tú eisini væl komin at søkja. • Dugir enskt í skrift og talu • Góðan telduførleika Um tú hevur hug at søkja og vilt vita meiri, ella um okkurt ivamál er, er tú vælkomin at seta teg í samband við Heina Thomsen, statsaut. revisor tlf. 794707 ella Jógvan Joensen, løggildur grannskoðari tlf. 794722. Vit ætla, at tú byrjar á skrivstovuni hjá okkum í seinasta lagi 1. september 2010. Vit vilja tí fegin hava tína umsókn við prógvum og CV innan 15. juni 2010. Sp/f Grannskoðaravirkið INPACT løggilt grannskoðaravirki R.C. Effersøesgøta 26 Postbox 191 FO­100 Tórshavn Teldupostur: inpact@inpact.fo Sp/f Grannskoðaravirkið